hósdagur 22. august 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bygma Balslev søkir…
Sølufólk til køksdeildina.
Vit gleða okkum ti l at fáa ein nýggjan dugnaligan
køksseljara, sum kann vera við ti l at menna okkara
handil. Vit sóknast eft ir einum vinarligum persóni, ið
dugir væl at tæna og vegleiða okkara kundum. Tú ert
sølufólk við stórum “S” og dugir eisini at samstarva.
Tú kemur millum annað at fáast við sølu, vegleiðing,
ti lboðsrokning, tekning og vøubílegging.
Royndir frá líknandi starvi er ein fyrimunur, men ikki
ein treyt.
Vit bjóða eitt spennandi og trygt starv við nógvum
avbjóðingum í eini fyritøku sum veksur.
Tú kemur at selja dygdarvøru av merkinum Modulia.
Lønin verður ásett eft ir avtalu.
Vit ynskja at tú byrjar skjótast gjørligt, men kunnu
eisini bíða eft ir tí rætt a. Um tú vilt vita meira um
starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Alex Hentze á 345032
Send eina umsókn við C.V. ti l alex@balslev.fo skjótast
gjørligt og í seinasta lagi 27. august.
Bygma Balslev • Vegurin Langi • 188 Hoyvík • tlf. 345000 • www.balslev.fo
www.torshavn.fo
Hýruvognsloyvi
Í Tórshavnar kommunu eru tvey hýruvognsloyvi leys at søkja.
Loyvini eru knýtt at bilstøðini Auto.
Umsóknir skulu skrivast á umsóknarblað, sum fæst í Snarskivuni ella á
heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo.
Saman við umsóknarblaðnum skulu latast
• avrit av koyrikorti við átekning til hýruvognskoyring og
• revsiváttan
Umsókn
Umsóknir skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn,
í seinasta lagi fríggjadagin 6. september 2013 kl. 12.00.
tórshavnar
kommuna
Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um eina standard hýruvognsreglugerð, sum broytt við
kunngerð nr. 139 frá 7. desember 1990, umsitur hýruvognsnevndin hýruvognsloyvi í kommununi.
66 hýruvognsloyvi eru í Tórshavnar kommunu.