hósdagur 22. august 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 23. august 2013
2
VIKUSKIFTI
Simona
Weihe
Alt er ikki hvítt ella svart. Jú, kanska tá tú ert
ung er alt so deiliga einfalt. Men lívið lærir teg,
at í lívsins viðurskiftum eru nógv litbrigdi.
Tó eru øki, sum standa seg best við
at vera svørt ella hvít. M.a. lógirnar.
Tí er tað øgiliga ørkymlandi, tá tú t.d.
hoyrir royndan løgfrøðing úttala seg um
tunnilssáttmálan, sum landsstýrismaðurin
fesjast við, og setir spurnartekin við m.a.
framferðarháttin og at landsstýrismaðurin
er so hulin. Men tað er sum at sletta vatn á
gás. Onki líkinda svar. Tað kennist eitt sindur
tilafturskomið ikki fyrst og fremst at virða
borgararnar og spæla við opnum kortum.
Og oman á tað heila verður Landsverk
fullkomiliga ignorerað sum serkunnleiki.
Sum kærkomin flýggjan frá tunlakjakinum,
so koma grindirnar í hópatali. Fólk kóka,
steikja, salta og skera lykkjur til frystiboksina
at bíða eftir kuldanum. Sum við serfrøðini
hjá Landsverki, so verður illgruni um
møguligt samband millum tvøst og spik
og álvarsamar sjúkur meira og minni
ignorerað. Ongar kunngerðir við tilráðingum
eru heldur at hoyra í hesum døgum.
Og so ásetingin av fiskidøgunum. Her hava
vit eisini serfrøðingarnar. Men tað kundi ikki
fallið tingfólki inn at lurta eftir teimum.
Tað tykist sum vit hava hesar stovnar til
pynt ella sum eitt slag av íverksetan ella
arbeiðsterapi. Man hesin løgni atburður
fáa útisetar at leingjast heimaftur og
tey, sum eru her, at støðast? Hvat bilar
okkum? Man kyksilvurið hava gjørt okkum
eitt sindur tollut ella seintfatandi?
_ _ _
Sjálvt um tað eru nógvir vakrir, gráir litir
millum svart og hvítt, ja enntá ljósareyðir, so
mugu vit ansa eftir at kreativiteturin ikki fer á
rull, tá tað kemur til samfelagsligar avgerðir.
Duga at skilja ímillum at tað eru viðurskifti,
har vit kunnu vera ymisk á máli um eitthvørt
er vakurt, flott, eggjandi, tølandi, okey, rætt,
ljótt, niðrandi, frástoytandi, niðurbrótandi,
ikki okey ella skeivt. Altso eingin facittur.
Men tá tað kemur til ítøkiligheitir
sum lógir, serkunnleika og gransking, tá
tørvar okkum at fáa tingini svart upp á
hvítt. Og at hetta verður tikið fyri fult.
Váðafús fólk
2000 kvinnur renna leygardagin
Aftur í ár skipar blaðið Kvinna saman við rennifelagnum Bragdinum fyri tí árligu Kvinnurenningini.
Hetta er 5. árið á rað, at kvinnur úr øllum Føroyum hittast til størsta rennitiltakið í Føroyum. Mikudagin
á midnátt var seinasta freist at boða frá luttøku, men áhugin var so mikið stórur, at fyrireikararnir valdu
at leingja freistina nakað. Tískil er væntandi, at einar 2000 kvinnur luttaka í renningini leygardagin.
Eins og undanfarin ár ber eisini til at luttaka, hóast tú ikki rennir. Fyrireikararnir hava nevniliga lagt
til rættis tvær rutur: Rennirutan, sum er fimm kilometrar, og Gangirutan, sum er ein teinur á 2,3
kilometrar. Kvinnurenningin 2013 byrjar klokkan 15.00 á Tórsbreyt.
Sakaris í Sirkus
Leygarkvøldið klokkan 23.00 fer tónleikabólkurin
Sakaris at undirhalda í Sirkus. Oddamaðurin í bólkinum,
Sakaris Emil Joensen, fer saman við Andreas Dalsgaard
at spæla elektrotónleik – bæði okkurt nýtt og
okkurt gamalt. Umframt teir vanligu slagararnar hjá
bólkinum fara teir eisini at framføra løg, sum annars
ikki hava verið so nógv at hoyrt, tá bólkurin hevur
framført live. Eisini verður spildurnýtt tilfar at hoyra.
Ert tú til keytars, trummupads, synths og 80ara
boogie, er bara at fara í Sirkus leygarkvøldið til
Sakaris!
Finalan um
Løgmanssteypið
Um vikuskiftið verður stóra steypafinalutiltakið
hjá Fótbóltssambandinum, tá steypavinnarin
skal finnast hjá bæði teimum yngru og eldru.
Longu fríggjakvøldið verða tvær tær fyrstu
finalurnar spældar, og allan leygardagin
verða eisini dystir. Steypafinaluvikuskiftið
endar við mannsfinaluni millum EB/Streym
og Víking, sum er ein endurtøka av finaluni í
fjør, tá Víkingur vann eftir brotssparkskapping.
Rás2 og in.fo gera nógv burturúr stóra
steypadegnum.
Sýna hundar fram í Hoyvík
Leygardagin verður Hoyvíkshøllin karmur um stóra hundaframsýning, sum Hundaeigarafelag
Føroya, HUFF, skipar fyri. Talan er um ta árligu Tjóðarframsýningina. Øll tey, sum hava rasuhund
og eru áhugað í at sýna hundin fram, kunnu luttaka í hundaframsýningini, sum byrjar klokkan
09.00 leygardagin fyrrapart og endar umleið klokkan 16.00. Á framsýningini verða allir hundarnir
sæddir av eini dómsnevnd. Har verður millum annað mett um útsjónd og sinnalag hjá hundunum.
Eisini plagar eigarin at ganga við hundinum, meðan dómsnevndin metir um hundin. Út frá eini
heildarmeting verður hvør einstaki hundur síðani premieraður í sínum bólki. Hesaferð verður tað
Arne Foss úr Noregi, ið verður dómari. Høllin letur upp fyri framsýnarunum klokkan 09.00, og sjálv
dømingin byrjar klokkan 10.00.
klumma