Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-22, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 23. august 2013 7 Nevnd burturúr Í komandi Summar útgávunum fara vit at hyggja nærri at børnum, sum eru nevnd burturúr. Vit fregnast um søgurnar handan serligu nøvnini, og hvørjar tankar foreldrini hava gjørt sær, áðrenn børnini fingu navn. Lesarar eru vælkomnir at senda inn uppskot um børn við serligum nøvnum – og søgum tengdar at nøvnunum – til post@sosialurin.fo Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo – Eg minnist, at hesin maðurin, sum diskaði til veitsluna, spældi góð­an tónleik, osaði av sjálvsáliti, var dám­ligur og sá enntá óvanliga gott út. Tí hugsaði eg, at eg mátti heldur skriva mær navnið niður, um so varð, at eg einaferð fór at fáa ein son, greiðir Agga Niclasen frá. Tá sonurin, Malaki, bleiv føddur í London í 2002 vóru tey als ikki í iva um, hvussu drongurin skuldi eita. Í roynd og veru vóru eingi onnur nøvn uppi at venda, tá tey skuldu velja navn til sonin. Tó høvdu tey eitt krav. – Kravið var eitt flott-ljóðandi navn. Null dentur á týdning, bert ljóð. Formur, ikki innihald. Ja, so leingi sum navnið ikki merkir »borðiskur« ella »burðardyggur«, heldur Agga Niclasen skemtiliga fyri og heldur fram: – Navnið skuldi bert hava før­ oyskir stavir, og tað skuldi liggja væl til føroyska tungumálið. Altso, úttal­ilsið var avgerandi, og trýstið er á fyrsta stavilsi, á »M« og ikki »l«. Tað vil siga skjótt »Malaki«, og ikki »Ma-laki«. Og so hava vit ein forkærleika til stavirnir »s« og »m«. Fingu ein hvøkk Í Føroyum er ikki óvanligt, at børnini verða uppkallað eftir eitt nú eini ommu ella abba. Men hvørki Agga Niclasen ella Sigga Vang høvdu hug til, at sonurin skuldi verða upp­ kall­aður eftir onkrum í familjuni. – Í Føroyum hava vit lyndi til at enda í default mode og uppkalla. Annað­ hvørt tí talan er um mangul uppá betri ella tí, at vit vilja gleða foreldur við fleiri, hvat eisini er óført, serliga um navnið er snøgt, sigur Agga Niclasen. Tí vóru tað eisini nøkur, ið gjørd­ust ovfarin, tá tey fingu at vita navnið Malaki. – Onkur av teimum eldru fekk kanska ein smáhvøkk. Men einki, tíðin ikki kann fiksa, sigur Agga Niclasen. Glað fyri navnið Hóast navnið ikki er vanligt í Føroyum, og onkur bleiv ovfarin av navnavalinum, so er talan um eitt bíbilskt navn. – Ein dag fyri dóp í Nes kirkju fingu vit at vita, at Malaki er eitt bíbilskt navn; tann minsti av teim minstu profetunum. So teimum, sum ikki dámdi navnið so væl at byrja við, teimum dámdi tað eitt sindur betur tá, haldi eg, sigur Agga Niclasen. Í dag eru foreldrini fram­ vegis glað fyri, at tey valdu navn­ið Malaki til sonin. – Enn sum áður halda foreldrini, og faddrar – haldi eg – at navnið ljóðar væl. Enntá ommum og abbum dámar navnið, og tað er nakað, sum er komið serliga við tíðini, fortelur Agga Niclasen og leggur afturat: – Og systkini sjálvandi, ið sjálvi hava merkverdug nøvn, sigur Agga Niclasen og vísir á, at systkini hjá Malaki eita Sadie Sigurrós, Maika Margreta og Anna Bella. Longu fýra ár áðrenn Malaki bleiv føddur, høvdu foreldrini Sigga Vang og Agga Niclasen funnið navnið til sonin. Hetta var til eina privata veitslu í Keypmannahavn, har írin DJ Malachy spældi tónleik. – Eg kom í prát við Malachy, fann penn og pappír og noteraði mær navnið til eina eventuella »sonar-hending«, sigur pápin, Agga Niclasen, um søguna handan navnið Malaki Foreldur: Sigga Vang og Agga Niclasen Bústaður: Tórshavn Malaki Malaki Vang Niclasen, 11 ár Írskur DJ gav íblástur