mánadagur 26. august 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
6 dec 2012 komu boðini frá einum av
mínum kæru beiggjum, boðini sum
eg mangan stúrdi fyri at fáa. Mamma
var illa fyri. Tárini runnu, vildi bara
heim skjótast møguligt. Var ikki
langt sídani eg var heima, í November
mánad, tá mamma bleiv 85, men
fjarleikin millum Norra og Føroyar
kendist so inniliga nívandi langur.
Mín góði madur var skjótur at keypa
ferðaseðlar og vit sluppu avstad dagin
eftir. Ord kunnu ikki siga frá, hvønn
tydning tad hevdi, saman vid fleiri av
okkara kæru, at vera um mammu.
Eri so takksom fyri tykkara kær
leika. Fyri hugnan. Mammu dámdi
og dugdi væl at gera mat. Hetta kom
pápa og okkum fimm systkjum til
góðar, vinir vóru ofta vid okkum
heim, til vikskiftið vóru nýbakaðir
bollar og skuffukaka. Ommu- og
abbabørnini høvdu eitt serligt pláss
í hjartanum hjá mammu og pápa, tey
vóru so glad tá tey komu og nógvir
ísar og slikkipinnar blivu keyptir
Fyrst í sjeytiárinum byrjaði mam
ma at arbeiða í køkinum á sjómans
heiminim í Runavík, har Lea og Jakob
Højgaard vóru fyristøðufólk. Har
dámdi henni væl at stákast saman við
systkinabarninum Leu, skyldkonuni
Brynhild og øðrum góðum fólki.
Seinnri gjørdi hon mat til brúdleyp,
skeið hjá heimahjálparanum o.ø.
Mamma var við i sjómanskvinnu
ringinum, henni dámdi væl at binda,
og mangar hugnaligar, stuttligar løtur
eru at minnast aftur á, við stokkum
og einum góðum drekkamunni. Hen
ni dámdi at ganga túrar, fáast við
blómur, havan, hoyggja o.a. Stuttligt
var at fáa vitjan av familju, á báðum
sídum sum búðu ymsastadni í landi
num. Í Søldarfirði hvar vit búðu vóru
omma, abbi og ein pápabeiggi vid
familju, eisini var eitt serstakt forhold
til húsið hjá Adolf abbabeiggja og
Lottu.
Mammu og pápa dámdu so væl,
tá postboðini komu inn. Mamma
smurdi breyð, tað mátti vera okkurt
gott á borðinum, var so gott at vita
at tey vóru á gátt hvønn gerandisdag.
Eisini var gott at vita at grannalagið
vóru hvørjum øðrum so nær og vóru
altíd klár við eini hjálpandi hánd. Um
summarið var tað nakað serligt at
fara til Dals. Foreldrini hjá mammu,
trý systkin vid familju á Sandoynni,
og mostrar okkara úr Havn vóru
eisini ofta har. Bygdarfólkið hevdi
eisini eitt serligt pláss í hjartanum hjá
mammu og pápa, alt hetta førdi til at
Dalur í dag hevur eitt serstakt pláss
og rík minnir í hugaheimi okkara.
Mamma og pápi høvdu sterka
Guðstrúgv, gingu í Bønhùsinum í
Søldarfirdi og í kirkju. Gudstrùgvin
var teimum ein styrki, eisini tá lívsins
stormar vóru, sum tá Claus doyði sum
26 ára gamal 20.juli í 1987. Pápi sat
mong ár í kirkjuráðnum á Glyvrum
og mamma sat í mong í stýrinum fyri
missiónshúsið, seinnri Bønhúsið í
Søldarfirði.
Tey seinastu árini búði mamma
á
demensdeildini
á
Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimið, hvar hon
hevði tað so gott. Komi ongantíð at
gloyma starvsfólkid, hvussu gott
tað var at koma har, teirra dugna
ligheit, kærleika og umhugsan fyri
búfólkunum og eisini okkum avvarð
andi. Systranar hjá mammu merk
tu eisini hesa umsorgan tá tær vóru
og vitjaðu úr Havn. Mamma fekk
demens, sum hevði við sær, at hon
ikki altíð mintist, ella var har í løtu
ni. Minnist so væl einaferð vit fingu
okkum drekkamunn: « Nær kem
ur Sólborg?» spyr mamma. Tað eri
eg mamma. Minnist tárini, smílið
klemmið. Tað var sárt og gott í einum.
Sárt tí mamma ikki altíð beinanvegin
kendi meg, gott tá eg sá hvussu hon
lýsti upp tá kontaktin var har. Alt lív
ið hevði hon umsorgan fyri øðrum,
øll skuldu hava tad gott og altíd mátti
vera ein drekkamunnur. Tá mamma
sovnaði inn í ævinleikan kom eisini
nógvur matur inn í húsið, vit merktu
fløvandi hitan frá bygdarfólkinum í
Søldarfirði, eins og frá øðrum góðum
vinum, stóra tøkk eiga tit.
Pápi var í nógv ár sjómaður og
silgdi sum skipari. Hann var eisini
aktivur í politikki í fleiri ár, millum
annað sum borgmeistari og formaður
í Føroya Kommunufelag. Meðan pápi
var í politikki var eg nakrar tùrar vid
honum, ein túr í Danmark, «Færøene
i fokus» hugnaligt. Áhugamálini vóru
mong, millum annað Høganes sum
hann gekk nógv upp í, nátturuna,
seyðin o.a. Pápi dugdi at yrkja, yrkti
millum annað ein sang til Dals bygd,
bygdina sum hann gjøgnum mammu
fekk stóran tokka til. Ein sang til Gøtu
sum eisini hevði eitt serligt pláss í
teirra hjarta. Mamma, pápi og beiggj
arnir búðu í Gøtu til tey í 1963 fluttu til
Søldarfjarðar, mamma var framvegis
vid í bindiklubbanum í Sydrugøtu
eins og í Søldarfirdi. Søgan um æðu
parid sum pápi skrivaði bleiv lisin í
útvarpinum. Pápa dámdi væl at spæla
kort og tað var mangan stuttligt og
nógvur látur. Saman við trimum ødr
um pørum møttust tey javnan leygar
kvøld, hvar kort og stokkar gingu og
náttverði bleiv etin saman. Tá tað
gekk honum ímóti, plagdi hann at
siga «Nú var eg silly boy»
Hóast mamma og pápi ikki altíð
hildu tað sama um eitthvørt, so vóru
tey gód hvør vid annan og settu prís
uppá eginleikar sum hvør annar
hevdi. Pápi plagdi at siga: «Mamma
tykkara hevur so vøkur brún eygu, og
so hevur hon so góð bein» Hann visti
at hann altíð kundi taka fólk við sær
heim, mamma var skjót og drekka
munnurin var ongantíð langt burtur.
Takk fyri allan kærleika! Minnini
um tykkum vera goymd sum eitt
ljós í okkara hjørtum í vón um at vit
einaferð síggjast aftur.
Hvíl í fridi okkara elskadu foreldur
Sólborg
Minningarorð um okkara
elskaðu foreldur
Maria og Martin í Grund
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 1. september
hava
Sigrun
og
Jóhan
Simonsen Tórshavn gull
brúdleyp. ,Tað eru liðin 50 ár
síðani vit blivu vígd í Havnar
kirkju og hildu brúdleyp
á Hotel Hafnia. ,Tað hevði
glett okkum, at sæð vinir,
kenningar og familju til
”brunch” á Hotel Hafnina
ímillum kl. 11:00 og 15:00
sunnudagin 1. september. Øll
eru vælkomin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 14. sept. hava
Petra og Gorm Justinussen
verið gift í 50 ár. Dagurin
verður hildin Undir kráku
gjógv 28 frá kl. 14.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 14. september
hava Nicolina og Bjørg
heðin Jacobsen, Langasand
ur, gullbrúdleyp- Dagurin
verður hildin í Bygdarhúsi
num í Kollafirði frá kl. 17 fyri
innbodnum og frá 21-24 er
opið hús
70 ára føðingardagur
Komandi
sunnudag
hin
1.
September
fyllur
Ása
Eikhólm Hvalvík 70 ár. Í
hesum
sambandi
verður
brunsj í Missiónshúsinum
í Hvalvík frá kl. 13-18
henda dag. Verið hjartaliga
vælkomin.