mánadagur 26. august 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gævi hann fyrst og fremst var føroyingur
Dánjal av Rana
Tað
var
ein
stórpolitisk
hending, tá Løgtingið fyri
seks árum síðani broytti
vallógina og gjørdi Føroyar
til eitt valdømi.
Eg var fyri hesi broyting.
Eftir míni fatan var hetta ein
gyltur møguleiki at tryggja, at
lokalpolitisk áhugamál fingu
minni vald í Løgtinginum, og
at tingmenn fóru at leggja
seg meiri eftir, hvat tænti
Føroyum sum heild. Vónin
var, at tá valevni nú máttu
kappast um atkvøður úr
øllum landinum, fór at gerast
neyðugt hjá teimum at fáa
eina breiðari hugsjón fyri
sítt tingarbeiði, fyri at kunna
samla atkvøður úr øðrum
pørtum av landinum. Tíðin
var farin frá lokalpolitikki,
og nú skuldi landspolitikkur
á breddan, kanska eitt nýtt
ættarlið av landspolitikarum
fór at vinna sæti á tingi.
Nú er jú ikki longur talan
um tingmenn, ið umboða
Norðoyggjar ella Suðuroy
ella Norðstreymoy osfr, men
allir koma úr einum valdømi
og umboða eitt valdømi.
Eg tók so dyggiliga feil.
Seinastu tíðina, serliga
í sambandi við kjakið um
undirsjóartunlar,
hava
politikarar kappast um at
grava seg djúpri og djúpri
niður í sínar lokalpolitisku
skotgravir.
Nú
er
eftir
øllum at døma so galið, at
sandoyartingmenn
einki
val hava. Teir mugu atkvøða
fyri einum undirsjóvartunli
til Eysturoyar, móti teirra
egnu sannføring (í øllum
førum,
um
hugt
verður
at,
hvat
flokkarnir
teir
umboða, standa fyri), fyri
at tiltuska sær einn tunnil
til
Sandoyar.
Ein
teirra
hevur jú alment boðað frá,
at hann følir seg trýstan at
atkvøða fyri einum uppskoti,
hann
grundleggjandi
er
ímóti, av tí, at hinir báðir
tinglimir
oyggjarinnar,
eru fyri. Tað sama tykist
eisini vera galdandi fyri
eysturoyartingmenn.
Altso – eingi atlit at
landinum, eingin tanki um
hvat er best fyri onnur enn
ávíkavist sandoyingar og
eysturoyingar. Hvat bleiv
av føroyinginum í øllum
hesum?
Leygarmorgun slóknaði so
øll mín vón um, at hetta eina
valdømi skuldi virka eftir
ætlan, tá ein løgtingsmaður
Javnaðarfloksins
úr
Sandoynni greitt og týðiliga
meldar út: “Tey sum kenna
meg vita eftirhondini, at
Sandoyggin er alt fyri meg,
og eg fari at gera tað, sum er
best fyri oynna, líka mikið
hvat… “
Um
politiska
hugsjón
hansara ikki røkkur norður
um Trøllhøvda ella suður um
Dalsfles, hevur hann einki
at gera á Føroya Løgtingi.
So kann hann heldur leggja
seg á leistin hjá Heðini
Mortensen og blíva “kongur”
á Sandoynni og tala hennara
áhugamál á røttum stað,
heldur enn at taka alt landið
til gísla fyri at fremja síni
áhugamál.
“Eg eri fyrst og fremst
sandoyingur,” sigur hann.
Gævi, at hann fyrst og fremst
var føroyingur.
Eg vænti, at við tíðini
fara bæði løgtingsvalevni
og veljarar at venja seg við
hugsanina,
at
Løgtingið
arbeiðir fyri Føroya besta,
og at lokal áhugamál einki
pláss hava har, men tað fer
at taka tíð. Møguliga so langa
tíð, at politiska valdið ikki
gevur nýggju skipanini tíð
at sessast, men fer aftur til
ta gomlu skipanina ella eina
aðra skipan við valdømum.
Og kanska tað er tað einasta
rætta. Í verandi støðu er lætt
at staðfesta, at skipanin við
einum valdømi als ikki hevur
forkomið
lokalpolitiska
virkseminum í tinginum.
Á jólafundinum í 1888 las
Effersøe yrkingina hjá unga
Jóannes Paturssyni.
Nú er tann stundin komin til
handa
á hesum landi,
at vit skulu taka lógvatak
saman
máli til frama.
Gævi,
at
vit
føroyingar
aftur tóku lógvatak saman,
hesaferð Føroyum at frama.
Bjørnin er vandamikil, tó at hon svevur
Maud Wang Hansen
forkvinna í Føroya
Pedagogfelag
Eg má siga, at sjáldan havi
eg verið so vónbrotin og
ill, sum tá eg seinasta viku
skifti
frætti,
at
okkara
mentamálaráðharri
Bjørn
Kalsø í blindum hevði lýst
kunngerðina um forskúlar,
soleiðis at hon fór í gildi áðr
enn nýggja skúlaárið byrjaði
mánadagin.
Ja, hann lýsti hana ikki
bara í blindum, men eisini
fyri væl afturlatnum oyrum.
Tí landsstýrismaðurin hevur
snøgt sagt ignorerað allar
atfinningar, og tær vóru
nógvar, sum kunngerðin fekk
oman yvir seg, meðan hon
enn bara var eitt uppskot.
Og hann lýsti hana uttan at
Pedagogfelagið hevði havt
nýggja uppskotið til hoyr
ingar!
Tað einasta, hann hevur
tikið til eftirtektar, eru argu
mentini – ella ákoyringanar
– frá sínum gomlu starvs
feløgum, lærarunum. Tí er
forskúlakunngerðin og har
við eisini teir nýggju for
skúlarnir, sum virka í løtuni,
ein reindyrkað skúlifisering
av tilboðnum til tey seks ára
gomlu børnini.
Hetta
ger
landsstýris
maðurin, hóast øll altjóða
gransking og øll vísund – ikki
bara ein partur av henni, men
ØLL – staðiliga ávarar ímóti
skúlifiseringini og staðfestir,
at tað er námsfrøði og læring
gjøgnum
spæl,
ið
hesin
aldursbólkur hevur brúk
fyri, og ikki undirvísing.
Eg veit, at tað eru hørð orð,
men eg havi bara eitt spjaldur
at seta á handfaringina
hjá Bjørn Kalsø av hesum
máli, sum resulteraði í hesi
skúlakunngerðini:
dovin
inkompetansa.
Tað sigi eg, tí hann hevði
so nógvar møguleikar og fekk
serverað øll argumentini fyri
at gera nakað, sum veruliga
kundi verði gott. Gott fyri
børnini, ikki bara nú, men
sanniliga eisini fram eftir í
teirra menning.
Hansara egnu argumentir
fyri kunngerðini eru stutt
sagt
bara
útsagnir
frá
lærarum, foreldrum, børn
um, onkrum hendinga peda
gogi og kommunalu myndug
leikunum, har sum nýggju
forskúlarnir
hava
virkað
eina tíð, við Eysturkommunu
á odda.
Hesar útsagnirnar eru
bara rós og lovorð. Øll eru
glað, ikki minst børnini. Børn
eru glað, tað er náttúrborið,
men tað eru ikki tey, ið skulu
skilja ímillum, hvørt tað er
best at ganga í barnagarði ella
í forskúla. Tað eru vit vaksnu,
sum eiga at taka røttu
avgerðirnar vegna børnini og
teirra framtíð. Hevði tað so
verið so, at forskúlin var eitt
tilboð í nevndu kommunum,
men tað er tað ikki, tað
er ein tvungin skipan, tí
dagstovnaplássini
eru
tikin frá teimum. Foreldur í
nevndu kommunum kunnu
ikki velja forskúlan frá ella
barnagarðin til, tí skipanin er
tvungin og øll børn, líkamikið
hvussu tey eru fyri í menning
síni, SKULU í skúla sum bert
5½ - 6½ ára gomul.
Tað, sum eigur at hava
alt at siga, er, hvussu stovns/
skúla-tilboðini til tey seks ára
gomlu best møguligt leggja
lunnar undir teirra menning
her og nú og samstundis
gerast gróðrarbotnur fyri
menningini
fram
eftir.
Hetta kann ikki mátast við
út á seinnapartin at spyrja
børn og foreldur, um tey eru
nøgd við dagin í dag. Men
djúptstingandi og rúgvus
mikið granskingartilfar um
hesar spurningar er hinvegin
tókt í ríkiligt mát.
Og vit í Pedagogfelagnum
og serfrøðingarnir, vit eiga
her heima, hava júkað um
hetta í áravís nú. Men tað
hevur ikki rinið við.
Í staðin hevur lands
stýrismaðurin sjálvur verið
ein bremsa á øllum tí, ið
var stungið út í kortið fyri
at betra um námsfrøðina:
Endurskoðanin
av
dag
stovnalógini
er
steðgað,
samstarvsráðið umboðandi
kommunurnar, Mentamála
ráðið og Pedagogfelagið, virk
ar ikki, og dagstovnaráðið er
ongantíð farið at virka.
Tað var Helena Dam á
Neystabø, sum á hesum
sinni legði lunnarnar undir
forskúlakunngerðini,
og
vit vóru als ikki samd við
henni í øllum og slettis ikki
um kunngerðina. Men hon
hevði tó ætlanir, ið bygdu á
hugsanir og visjónir, og hon
vildi dialog. Hon stovnaði
eisini dagstovnaráðið, sum
var eitt gott initiativ, og
hon
eigur
ikki
skuldina
av,
at
tað
ikki
virkar.
Dagstovnaráðið
skuldi
ráðgeva landsstýrisfólkinum
í mentamálum í námsfrøðil
igum
spurningum
innan
dagstovnaøkið,
eins
og
fólkaskúlaráðið
ráðgevur
í skúlaspurningum innan
fólkaskúlan.
Nú er alt farið fyri skeytið,
og av tí sama hevur Føroya
Pedagogfelag
ongantíð
áður brúkt so nógva orku at
berjast við Mentamálaráðið
sum undir hesi samgonguni.
Og eg eri sannførd um,
at Bjørn Kalsø fremur brot
á dagstovnalógina, tí hann
hvørki vegleiðir, ráðgevur
ella fremur eftirlit, sum fyri
skrivað í lógini.
§2, stk 2 í dagstovnalógini
sigur:
Landsstýrismaðurin
veitir kommununum ráð
geving og vegleiðing í náms
frøðiligum spurningum.
Og § 10, stk. 2 sigur:
Landsstýrismaðurin hevur
yvirskipaða
eftirlitið
við,
at kommunurnar
umsita
dagstovnar
og
dagrøktir
sambært hesi lóg.
Men hann lurtar hvørki
eftir
okkum
í
Pedagog
felagnum ella serfrøðini, og
hann hevur ikki havt nakra
námsfrøðiliga servitan at
styðja seg til í síni umsiting
heldur.
Einasti
fulltrúin,
sum
umboðar
dagstovnaøkið/
pedagogfakligheitina
í
Mentamálaráðnum, var fyrst
sett niður í hálva tíð, og hevur
hetta seinasta árið verið í
farloyvi, uttan at nakar við
námsfrøðiligum kunnleika
varð settur í staðin.
So tá landsstýrismaðurin
í grein á heimasíðuni hjá
Pedagogfelagnum sigur, at
tað eru “breitt útbúgvin fólk
Í Mentamálaráðnum, sum
sita og arbeiða við hesum
javn og samt”, so eru tað í
øllum førum ikki fólk við
námsfrøðiligari servitan og
kunnleika, hann meinar við.
Sannlíkt er talan um
eftirútbúnar
lærarar,
ið
tradisjonelt eru væl um
boðaðir í fulltrúasessunum í
Mentamálaráðnum.
Eg kann bara staðfesta, at
hóast Føroya Pedagogfelag
hevur tvífalt so nógvar limir
í starvi á dagstovnaøkinum,
sum tað eru lærarar til
samans í landinum, so sæst
hetta ikki á nakran hátt aftur
í nýlýstu kunngerðini ella í
virðingini, landsstýrismaðurin
vísir hesum týdningarmikla
ábyrgdarøki sínum.
Lat meg at enda koma
við einum hugskoti til nú
formaliseraðu forskúlarnar.
Onkra løtu, tá undirvísing
ikki er skránni, kundu tit
lært børnini hetta danska
sangspælið:
Bjørnen sover,
bjørnen sover
i sit lune bo!
Han er ikke farlig,
når man blot er varlig!
Men man kan dog,
men man kan dog,
aldrig på ham tro!