mánadagur 26. august 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 35 l 26. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
4
vikutíðindi
Inventar
Tænastan
stuðlar lang
hylinum
Inventar Tænastan og Grunnurin
Pálshøll, sum letur byggja
langhylin í Vági, hava gjørt
stuðulsavtalu fyri komandi tvey
árini. So hvørt langhylurin í Vági
tekur skap, legst afturat í feløgum,
sum hava gjørt av at stuðla hesum
fyrsta langhylinum í Føroyum.
Í vikuni skrivaðu Inventar
Tænastan og Grunnurin Pálshøll
stuðulsavtalu, sum inniber, at
Inventar Tænastan komandi tvey
árini stuðlar langhylinum í Vági.
Talið av fyritøkum, sum stuðla
veksur í hvørjum, og vit gleðast
um, at eisini Inventar Tænastan
er vorðin partur av hópinum
av fyritøkum, sum stuðlar hesi
spennandi verkætlanini við
langhyli og vælverudepli í Vági,
sigur John Henrik Holm frá
Grunninum Pálshøll. Inventar
Tænastan selur handilsinnbúgv
og innbúgv til goymslur,
skrivstovur, skúlar, barnagarðar,
ellis- og eldrabýlir, stovnar v.m.,
og umframt at selja til stovnar, so
selur Inventar Tænastan sjálvsagt
eisini til privat kundar. Lesið eisini
meiri um Intenver Tænastuna á
www.inventar.fo. Á heimasíðuni
www.svimjihollin.com kann
fylgjast við byggingini av
langhylinum og vælverudeplinum
í Vági.
Matstovan á Hjalla
broytir skap
Neyðugt hevur verið við
tillagingum á matstovuni hjá
Dugna, síðani vit lótu upp fyri
knapt tveimum árum síðani, og
karmarnir eru sjónliga broyttir.
Endurnýtlan í Tinghúsinum
hevur nú flutt nakað av sínum
serligu vørum yvir í matstovuna
til at verða sýndar fram. Fólk
hava møguleika fyri at ogna sær
hesar vørur leygardagar, tá opið
er í Tinghúsinum. Opið er síðsta
leygardag í hvørjum mánaði
millum kl. 10 og 14. Innrættingin
á matstovuni er broytt til at
passa til hugnaligu endurnýtlu
lutirnar, og tá stólar, stakar o.a
frá Tinghúsinum er á goymslu,
verður selt út av innbúgvinum.
Matstovan er framvegis karmur
um ymiskar framsýningar við
list, handverkið, málningum o.ø.
Á matskránni eru lekrar tvíflísar,
smyrjibreyð, dagsins køka og
cookies, har alt verður gjørt frá
grundini. Møguleiki er at keypa
sær kaffi við onkrum aftur við,
millum 11.30 og kl. 16.00. Vit
bjóða øllum at verða hjartaliga
vælkomin at vitja matstovuna hjá
Dugna
Við nýggjum samstarvspartnarum í
avbjóðandi tónleikaídnaðinum gevur
Tutl nú út fýra útgávur í trimum
londum.
Fríggjadagin vóru fýra útgávur hjá
Tutl útgivnar í Týsklandi, Eysturríki
og Sveits. Hetta eru allar sterkar,
fjølbroyttar og tónleikaríkar útgávur
frá í fjør, ið nú skulu roynast á
nýggjum marknaðum. Talan er um
bæði fysiskt og talgilt format.
Útgávurnar eru:
200 - Vendetta!
Frostfelt - I Have A TV Set
SAKARIS - I Have Beautiful Eyes
ORKA – Live At Trans Musicales
Tað er Cargo og Believe Digital, ið
standa sum distributørar. Cargo tekur
sær av fysiskum eintøkunum og
Believe Digital av tí talgilta partinum.
Alt verður samskipað ígjøgnum
altjóða
PR
tónleikaskrivstovuna
FACTORY 92, sum røkir støðugt
veksandi altjóða partin hjá Tutl.
Spurdir um hvat teir halda um at
vera útgivnir í nýggjum londum, taka
teir soleiðis til orðanna:
Niels Arge Gálan – 200:
– Vissi eg kann lurta eftir Rammstein
á týskum, kunnu týskarar lurta eftir
200 á føroyskum.
Jens L. Thomsen – ORKA:
– Eg eri sera takksamur at vera
partur av útgávuætlanini hjá TUTL og
FACTORY 92 og fegnist um, at Tutl
hevur sterkar samstarvspartnarar
í útlondum. Spennandi verður at
síggja, hvat fer at spyrjast burturúr í
Týsklandi, Sveits og Eysturríki.
Sakaris E. Joensen
– SAKARIS:
– Týskarar eru super við upp á alt
sum eitur electro, so møguliga hevur
man góð útlit har. Týskarar eru eisini
ógvuliga opnir fyri øllum uttanifrá
og eru raskir at tjekka nýggj, ókend
nøvn út og at ganga til konsert hjá
alternativum útlendskum nøvnum.
Eg vóni alt tað besta!
Líggjas Olsen – Frosfelt:
– At blíva útgivin í Týsklandi er
fantastiskt. Eg eri sera spentur
uppá, hvussu týskarar fara at taka
ímóti okkara tónleiki. Eri sum heild
sera fegin um at okkara tónleikur er
atkomiligur hjá fleiri fólkum.
Tutlútgávur
í Týsklandi,
Eysturríki
og Sveits