Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 26. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 6 vikutíðindi Skúlabørn í Danmark fyri 75 árum síðani Ein lesari hevur sent okkum hesa mynd. Í 1938 fóru 100 børn úr flestu bygdum í Føroyum niður til Danmarkar í summarferiu í gott fimm vikur við seks lærarum. – Vit hava hitst aftur, fyrst eftir 40 ár, so 50 ár, so 60, ár og 70 ár, og so nú aftur 12. juni eftir 75 ár, skrivar hesin lesarin, sum vil vera ónevndur. Tey vóru nú 17, ið hittust og høvdu eina hugnaliga løtu á Hotel Hafnia hendan dagin. Kanska er tað eindømi, at eitt ferðalag soleiðis heldur sambandið við líka í 75 ár Myndin er tikin 12. juni og tey eru frá vinstru í aftara rað: Maria á Heygum, Vestmanna Frida Zachariasen úr Skálavík, nú Tórshavn Andrea Poulsen úr Gøtu, nú Saltangará Annie Eystberg Jensen, Skopun Smith Vang Nicolajsen, Vestmanna Kaj í Bartalsstovu, Syðrugøta Janus úr Dímun, nú Tórshavn Maria madsen, Eiði nú Tórshavn Betty mortensen, Vatnsoyrar, nú Tórshavn Johild Lauritsen, Sørvági Fremra rað frá vinstru: Minni Johannesen, Sand Elly Lindberg Magnussen, Tvøroyri Margretha Tórgarð, Miðvágur, nú Tórshavn Oda Gaard Jensen, Tórshavn Hansa Bærentsen, Saltnes, nú Tórshavn Jona Hammer, Oyndarfjørður, nú Tórshavn Gynvør Jacobsen, Kollafirði, nú Vestmanna