Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 26. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 8 Fleiri velja at taka av fígging til koyrikort Birgir Andersen, koyrilærari, hevur í eina tíð bjóðað næmingum, sum taka koyrikort hjá honum, eina gjaldsskipan við tøku av koyrikorti. – Hetta hevur víst seg at riggað væl, sigur hann Vilmund Jacobsen Koyriskúlin hjá Birgiri - Koyrifrálæra - húsast í ovaru hæddini í AB-húsinum á Argjum. - Eg bjóði næmingum, sum ikki hava ráð at rinda koyrikortið í ein­um, eina gjaldsskipan, har íløgan í koyri­ kort­ið kann gjaldast yvir eitt ár - og uttan rentu. Birgir vísir á, at tað eru nógv fólk sum siga, at tey hava ikki ráð til at taka koyrikort. - Fólk hava trupult við at spara upp, og tá eg nú síggi meg føran fyri at bjóða fígging, havi eg valt at gera tað. Eg havi bjóðað eina slíka fígging sein­astu tveir mánaðirnar, og tilboðið fer at standa við til næmingar, ið síggja seg illa førar fyri at taka koyri­ kort av fíggjarligum ávum. Tað eru fleiri, sum hava valt at taka av hesum til­boði, og eg vil siga, at hetta riggar óføra væl, sigur hann. Birgir Andersen heldur, at hetta er eitt gylt høvi hjá næmingum og legg­ ur aftrat, at eitt vanligt koyrikort til persón­bil kostar umleið 15.000 krón­ ur, um alt gongur væl. - Tað tekur umleið seks vikur at fáa teoriina upp á pláss, og síðan einar tvær vikur aftrat at avgreiða koyr­ing­ina - vegna møguliga bíðitíð á Ak­stovuni. Birgir sigur, at vanliga ganga einar 6-8 vikur til øll, sum ganga á einum skeiði, hava staðið teoriina. Síðan er tað at fáa koyringina upp á pláss. - Kravda talið av koyritímum er 22, men eg lati altíð næmingarnar koyra í 24 tímar. Vanliga taki eg ikki eyka, um næmingurin noyðist at koyra ein, tveir ella tríggjar tíma eyka. Við tað, at tørv­ir­nir eru ymiskir, royni eg at vera so lagaligur sum til ber, sigur hann. Ikki yvirfylt Birgir Andersen sigur, at hann tekur ongan­tíð fleiri enn 12 næmingar inn á hvørjum skeiði, tí, sum hann sjálvur tek­ur til, so hava bæði hin veikari og hin sterkari næmingurin krav upp á holla undirvísing. - Øll skulu hava sama møguleika. Eg havi havt næmingar, sum eru byrj­ aðir aðrastaðni, men sum ikki kláraðu at fylgja við, tí undir­vísing­ar­hølini vóru ovur­fylt. Birgir vísir á, at frá 1. august í ár skulu øll sum taka koyrikort hava fyrstu­hjálparskeið, og sjálvur er hann góðkendur fyrstihjálpari. Hann hevur nevniliga verið góðkendur fyrsti­hjál­p­ ar­in­s­truktørur í fýra ár. - Henda førleika havi eg, og tí­ skil er ikki neyðugt hjá mær at senda næmingar aðrastaðni at taka fyrstu­ hjálp­arskeið, leggur hann aftrat. Eisini á enskum Hjá Birgiri kunnu næmingar taka koyri­ kort til vanligan persónbil, hýru­vogn, og hann tekur sær eisini av endur­ tøku-og eftiransandi koyriroynd eins og rúsdrekka-og ferðsluskeiði. - Eg bjóði ikki koyrikort til motor­ súklu, lastbil og størri akfør annars, tí mær dámar ikki at vevja í øllum. Eg vil held­ur gera tað væl, sum eg fáist við. Eitt annað, sum Koyrifrálæra eisini tek­ur sær av, er frálæra á enskum. - Seinastu trý árini havi eg soleiðis bjóð­að undirvísing til útlendingar í Før­oy­um - á enskum og við enskum frá­lærutilfari. Í slíkum føri gongur øll frálæran fyri seg á enskum, bæði í teori og í bilinum, sigur Birgir Ander­ sen, koyrilærari. - Fleiri hava tikið av tilboðnum um fígging av koyrikortinum. Eg havi nú bjóðað henda møguleika í eina tíð, og hetta riggar óføra væl, sigur Birgir Andersen, koyrilærari Mynd: Álvur Haraldsen Fakta: Navn: Birgir Andersen Aldur: 44 ár Starv: Koyrilærari Við tað, at tørvirnir eru ymiskir, royni eg at vera so lagaligur sum til ber vikustjórin