mánadagur 26. august 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 35 l 26. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
10
Lýsing
Í dag letur húðrøktin í
Stjørnuskotinum dyrnar upp
Vakurleikastovan Stjørnuskotið læt
upp á horninum Niels Finsensgøtu/
Kongagøta tann 1. juli í ár. Byrjað
varð við hárfríðkan, og í dag letur
húðrøktin hjá Stjørnuskotinum upp.
Vit hava latið vakurleikastovuna
Stjørnuskotið upp, tí saman við Make
Up Store eru vit eitt vakurleikatoymi,
sum kann geva kundanum fleiri tilboð
alt frá húðrøkt, hár, sminku og negl -
alt á einum stað, siga Mirjam Reinert
Olsen og Paula McGavin frá Stjørnu
skotinum.
Hárfríðkan
í
Stjørnuskotinum
læt upp 1. juli og hevur fingið góða
móttøku og undirtøku frá fólki.
Vit hava nógv at gera alt frá ein
ari vanligari klipping til eina flotta
háruppsetan. Eisini gera vit nógv
við Fotoshoot. Stjørnuskotið hev
ur nógv spennandi og kend hár
produktir sum t.d. Moroccanoil,
Sassoon og Sebastian. Har starvast
hárfríðkunnarkvinnan Paula Mcgavin
og Julia Jacobsen hárfríðkanarlærling
ur og makeup artistur
Nú mánadagin 26. august letur
húðrøktin dyrnar upp, her ætla vit, at
forkelilsi og njótilsi skal verða í hásæti,
vit viðgera í góðum og parabenfríum
produktum sum Decléor og Neovita.
Innan
húðrøktina
starvast
Maria
Súsannna Festirstein kosmetologur og
Mirjam Reinert Olsen kosmetologur og
makeup artistur.
Tað sum vit leggja dent á, er at øll
skulu kenna seg væl og fáa síni ynski
uppfylt í Stjørnuskotinum. Vit hava
eisini ta vældámdu neglaviðgerðina
Shellac í heili 99 litum. Stjørnuskotið
saman við Make Up Store skal vera
eitt kreativt stað, har kundarnir kunnu
blíva inspireraðir og forkelaðir frá
topp til tá.
Í sambandi við at húðrøktin letur
upp, so fáa tey sum bíleggja tíð til
andlitsviðgerðir í tíðarskeiðnum frá
26. august til og við 7. septembur
20 prosent í avslátti av øllum
andlitsviðgerðum.
Húðviðgerðirnar og aðrar viðgerðir
kunnu síggjast á facebook síðu okkara
"Stjørnuskotið”.
Starvsfólkini í Stjørnuskotinum f.v.: Mirjam Reinert Olsen
kosmetologur / makeup artistur, Maria Súsannna Festirstein
kosmetologur, Julia Jacobsen hárfríðkanarlærlingur /
makeup artistur og Paula Mcgavin hárfríðkanarkvinna
Eitt altjóða lið av granskarum –
teirramillum fornfrøðingar, ein hav-
fornfrøðingur, ein geomorfologur,
ein veðurlagsserfrøðingur umframt
folk við serkunnleika innan aðrar
vísindagreinir - hevur seinastu dag
arnar verið í landinum og kannað
forn havnaløg úr víkingaøld og mið
øld.
Søvn Landsins skriva, at arbeiðið
er partur av verkætlan, ið nevnist
»Harbours of the North Atlantic
(HaNoA) 800-1300«, ið hevur til
endamáls at granska søgu, landslag
og brúkið av tátíðar havnaløgum í Ís
landi, Grønlandi, Hetlandi, Noregi og
Føroyum.
Hópurin, sum hevur verið í
oyggjumnum, umboðar gransking
arstovnar í Týskalandi, Eysturríki,
Noregi og Stórabretlandi, og arbeiðir
hann í neyvum samstarvi við Søvn
Landsins - Fornminnissavnið.
HaNoA-verkætlanin, ið fíggjarliga
verður stuðlað av týska gransking
arráðnum, Deutsche Forschungs
gemeinschaft, (DFG), verður stýrd
av Dr. Claus von Carnap-Bornheim,
professara við ranssóknarstovnin
fyri baltiska og skandinaviska forn
frøði, (ZBSA), í Schleswig, og Dr.
Natascha Mehler á deildini fyri for
søguliga og søguliga fornfrøði við
universitetið í Wien. Verkætlanin er
partur av einari umfatandi, nýliga
íverksettari 6 ára granskingarskrá, ið
nevnist “Harbours from the Roman
Empire to the Middle Ages”, og fer
at umfata eina røð av verkætlanum
um alt Europa.
Verkætlanin samantvinnar upp
lýsingar frá skrivaðum heimildum,
eitt nú søgu- og miðaldar lógar
tekstum, við upplýsingum, ið fing
nir eru til vega við fornfrøðiligum
arbeiðshættum so sum lendisskrá
seting, útgrevstri og kaving.
Útvaldu
støðini,
ið
kannað
hava verið neyvari í Føroyum eru
í Kirkjubø, heima á Sandi og við
Krambatanga í Ørðavíkarlíð, har
tað m.a. hevur verið kavað fyri at
kanna botnviðurskiftini. Eisini eru
Strendurnar skrásettar soleiðis, at
loftmyndir er tiknar við dragu, hesar
loftmyndirnar verða síðan nýttar til
at endurskapað lendið ið 3D. Hetta
er vorðin nýggjur skrásetingarháttur
í tílíkum arbeiðum. Valdu staðirnir
vóru av stórsta týdningi í víkinga- og
miðaldar føroyska samfelagnum,
men havnaviðurksiftini vita vit lítið
ella einki um eins og havnaløgini, ið
tá hava verið, tykjast vera burtur.
Granskingarhópurin fór av landi
num aftur týsdagin, og verða eyg
leiðingarnar, gjørdar vórðu og inn
heintaðu upplýsingarnir, ið fingnir
vóru til vega eitt nú í samskifti við
serfrøðingar her í oyggjunum nú
kannaðir neyvari, áðrenn lagt verður
víðari til brots.
Kanna forn havnaløg í Føroyum