Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 26. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 16 Bilar Vikutema Nissan Micra í september Síðan Nissan Micra fyrstu ferð kom á marknaðin fyri meira enn 20 árum síðan sum ein minibilur, er hann hesi árini vorðin ein størri og tryggari bilur. Í september kemur nýggjasti Micra á føroyska marknaðin sum ein flottur og væl útgjørdur bilur í nýggja designstílinum hjá Nissan bæði innan og uttan. Micra fæst í fleiri útgávum við t.d. heilt nýggjum kom­mu­ nikatiónssentri við navigation og størri display enn áður. Hjá Auto Service vænta tey sær nógv av nýggja Nissan Micra, sum verður seldur til ein kappingarføran prís. Nýggjur Nissan Note í oktober Note er ein smartur bilur frá Nissan í evropeiskum stíli, bæði hvat designi og koyrieginleikum viðvíkur. Note uppfyllir ynskini hjá allari familjuni. Innrættingin er sera liðilig við t.d. baksetrum ið kunnu flytast aftur og fram, soleiðis at til ber at vaksa um viðførisrúmið ella fáa betri bein­pláss til tey ferðandi á baksetrunum. Bilurin er sera væl útgjørdur við hópin av innbygdum trygdarskipanum. Eisini er bilurin væl ljóð­ doyvdur, so hann kennist sum ein størri bilur at koyra. Note fæst bæði við bensin- og dieselmotorum. Nissan Note er ein hatch­ back við 5 hurðum, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 2004 og hevur verið ein sera væl umtóktur bilur í Evropa. Frá Auto Service verður sagt, at nýggi Nissan Note kemur á føroyska marknaðin í oktober. Peugeot 2008 – heilt nýtt konsept Ein heilt nýggjur bilur á føroyska marknaðinum er Peugeot 2008, sum er ein sonevndur cross­ over. Talan er um Peugeot 2008, sum er bygdur yvir Peugeot 208. Men hesin er 20 cm longri og er hægri við størri við­ førisrúmi, sum er 360 litrar. Hóast Peugeot 2008 verð­ur drivin av forhjólunum, hevur hann góðar eginleikar í ósløtt­ um undirlendi. Málbólkurin hjá Peugeot við hesum bilinum er yngri fólk, sum ynskja sær ein annarleiðis bil við flottum designi, koyri­ gleði, funktionaliteti og kvali­ teti. Samstundis sum bilurin ikki skal verða ov dýrur. Peugeot, sum fæst í fleiri útgávum og nógvari eykaútgerð, kann síggjast og roynast hjá Auto Service.