Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 26. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 22 Bilar Vikutema Bilrøkt við flutnings­ hjálp alt samdøgnið Kemur tú illa fyri í bili tínum, meðan tú ert úti og koyrir, hevur Bilrøkt eina tænastu, sum er í gongd og svarar alt samdøgnið. – Hjálpar-og flutningsbilarnir hjá okkum klára at flyta allar vanligar persón- og vørubilar, eins og trukkar og onnur arbeiðstól, sigur bilafyritøkan Vilmund Jacobsen Góð ráð eru ofta dýr, men soleiðis nýt­ ist tað ikki endiliga at vera. Tað veldst um, hvør veitir tær neyðugu tæn­ast­ una – og flutningin, um neyð­ugt er við bilaflutningi. Ein partur av virkseminum hjá Sp/f Bilrøkt, sum húsast í Stiðjagøtu 3 í Havn, er flutningshjálp. Alt samdøgnið Fyritøkan hevur serbygdar bilar til slík­ ar hjálpar-og flutningstænastur. – Um tú skuldi komið illa fyri, meðan tú ert úti og koyrir, eru vit klárir alt samdøgrið. Bilurin kann steðga upp og standa illa fyri á vegnum. Talan kann eisini vera um bil, sum ikki koyrir og skal á verkstað – ella um nýggjar bilar, sum bara skulu flytast av havnalagnum og til bilhandl­- aran. Bilrøkt kann koma eftir bilinum, har hann stendur, og eru tað mekaniskir ella aðrir trupulleikar, kann fyritøkan koyra bilin á verkstaðið, har hann skal um­vælast. – Lyklaorðið hjá okkum er góð tæn­asta í øllum okkara virksemi. Vit leggja alt í at halda tað, vit lova, og skuldi okkurt komið upp ímillum, fáa viðskiftafólk boð um hetta beinan­ vegin, sigur Bilrøkt. Allar uppgávur Hjálpar- og flutningsbilarnir hjá Bilrøkt klára at flyta allar vanligar persón- og vørubilar, eins og trukkar og onnur arbeiðstól. – Endamálið hjá okkum er at kunna veita eina góða tænastu til øll tey, ið hava brúk fyri slíkum bilum sum okkara til ymiskan flutningstørv, sigur Bilrøkt, sum vísir til telefonnummarið 358888, har altíð fæst fatur á fyri­ tøkuni til flutningsuppgávur. – Endamálið hjá okkum er at kunna veita eina góða tænastu til øll tey, ið hava brúk fyri slíkum bilum sum okkara til ymiskan flutningstørv, sigur Bilrøkt Lyklaorðið hjá okkum er góð tæn­asta í øllum okkara virksemi Fakta: Á Bilrøkt arbeiða í dag 14 fólk, og fevna tænasturnar um: • Reingerð • Bilasølu • Rustviðgerð • Mek. verkstað • Bilupphøgg • Leigubilar • Dekksølu • Flutningshjálp