mánadagur 26. august 2013síða 56
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 35 l 26. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
24
Bilar
Vikutema
Renault Clio er besti pendlarabilurin
Flott design, praktisk innrætting og tað at bilurin er sera økonomiskur og reinur er
við til at gera Renault Clio Sport Tourer til besta pendlarabilin í Danmark
Danska blaðið BT skrivar, í sambandi
við eina kanning teir hava gjørt um
hvør bilur er ein góð íløga hjá teimum
sum pendla millum heimið og ar
beiðsplássið, at Renault Clio Sport
Tourer er ein tann besti, teir higartil
hava royndarkoyrt. Sport Tourer er
stationcar útgávan av Renault Clio.
Renault Clio við dieselmotori
stendur til at kunna koyra upp til 29,4
km/l. Í testini hjá BT undir ymiskum
koyriumstøðum komu teir upp á 28,1
km/l í miðal, sum má sigast at verða
flott, fyri ein bil í hesi støddini.
Viðførisrúmið upp á 443 litrar er
stórt í mun til støddina á bilinum,
og gott pláss er í kabinuni sum er
praktiskt innrættað. Viðførisrúmið er
lætt atkomiligt við lágari lessihædd.
BT kemur til tað úrslit, at góða
úrslitið kemur av eini sameining av
økonomiskum og reinum motorum
saman við aerodynamiskum designi,
lágari vekt og dekkum við lágari
rullimótstøðu. Eisini er Clio Sport
Tourer ein tann mest praktiski bilur
teir hava royndarkoyrt.
Bilurin fær eisini sera góð skots
mál, í sambandi við at hann hevur
flott og stílreint design.
Renault Clio fæst bæði sum hatch
back og stationcar. Bilarnir kunnu
síggjast og roynast hjá Berg Motors.