mánadagur 26. august 2013síða 58
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 35 l 26. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
26
Bilar
Vikutema
Vilmund Jacobsen
Aloma Davidsen á Toftum starvaðist
í bankaverðini í mong ár, men í
dag hevur hon Koyritænastuna og
hýruvogn.
Pápi hennara, Arnhold Davidsen,
hevði hýruvogn og koyrdi heilt upp í
ellisár. Mamman, Henny, plagdi eisini
at koyra á sínum yngru árum.
- Eg byrjaði hýruvognsvirksemið
seint í farna ári, og eg byrjaði líka
sum at koyra ørindi fyri eldri fólk, sum
sjálvi ikki orkaðu so væl út at keypa og
annars høvdu trupult við at fáa bil, tá
ørindi skuldu gerast, eitt nú lækna- og
apoteksørindi, sigur hon.
Eisini á flogvøllin
Aloma Davidsen sigur, at bilurin,
sum hon hevur, er góðkendur til fýra
ferðandi, og har er gott pláss til longri
túrar, tá trý fólk eru í bilinum.
- Umframt at koyra her í økinum
hjá okkum, við Skálafjørðin og í
Eysturoy annars, koyri eg eisini á
flogvøllin. Eg havi serliga koyrt menn,
sum arbeiða sum elektrikarar í Noregi.
Eg heinti fólk heima við hús og koyri
til flogrutuna.
Hon sigur, at onkrar dagar hevur
hon verið meiri enn einaferð á
flogvøllinum, men í miðal er hon helst
í Vágum umleið annan hvønn dag ella
so.
- Tað eru mest fólk her av
Skálafjørðinum, sum eg koyri í Vágar,
tí aðrir hýruvognar eru, sum taka fólk
úr eitt nú Klaksvík, Fuglafirði, Gøtu og
Leirvík - og lat teir eiga tað, sum hon
tekur til.
Dámar ógvuliga væl
Hóast árini í bankaverðini gjørdust
mong, og yrkið nú er eitt heilt annað,
sigur Aloma, at henni dámar ógvuliga
væl at koyra hýruvogn.
- Jú, tað er stuttligt og áhugavert
at koyra við fólki. Tú fært nógv góð
prát, og fólk eru blíð og fyrikomandi,
sigur Aloma Davidsen, sum er at
hitta á tlf. 748393 - og á egnum
facebook-profili
undir
navninum
Aloma Davidsen Koyritænastan.
Hóast árini í bankaverðini gjørdust mong, og yrkið nú
er eitt heilt annað, sigur Aloma Davidsen á Toftum,
at henni dámar ógvuliga væl at koyra hýruvogn
Umframt at koyra hýruvogn
á Toftum, Nesi, Saltnesi og á
Skálafjørðinum annars, koyrir
Aloma Davidsen við sínari
Koyritænastu eisini á flogvøllin
Mær dámar
ógvuliga væl at
koyra hýruvogn.
Fólk eru blíð og
fyrikomandi, og tú
fært eitt gott prát
Í fótasporunum
hjá pápanum
Hagtølini hjá Akstovuni vísa, at
Koyrilærarin hevur nógv tað lægsta
dumpiprosentið í teori í Føroyum,
sigur Benny Ejdesgaard, sum leggur
afturat at hetta er eisini ágrýtnum
næmingum fyri at takka. Vit høvdu
lægst dumpiprosent í teori í 2010,
2011 og 2012 eins og hagtølini fyri
2013 peika beint uppeftir, bæði í teori
og koyring.
Eg trúgvi, at tað er av størsta
týdningi fyri næmingin, at vit stremba
eftir tí besta. Tað vil siga, at tá
upplæringin er av, er hugburður,
kunnleiki og kynstur so gott, at
næmingurin kann ferðast trygt í
ferðsluni. Undirvísingin er skipað
soleiðis, at øll kunnu vera við,
líkamikið aldur og kyn.
Her kanst tú taka koyrikort til
persónbil, motorsúkklu, hýruvogn,
eftiransandi, endurtøku, koyriforboð
og rúsdrekka– og ferðsluskeið (RF-
skeið).
Skeið í fyrstuhjálp
Við gildi frá 1. august 2013 hevur
landsstýrismaðurin í innlendismálum
sett í gildi reglur um fyrstuhjálp í
ferðsluni. Tey sum á fyrsta sinni ogna
sær eitt koyrikort, skulu hava havt eitt
skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni.
Hetta merkir, at tey sum taka
koyrikort á fyrsta sinni eftir 1. august
2013, skulu hava skeiðsprógv um
fyrstuhjálp í ferðsluni, fyri at kunna
sleppa til teoretiska og verkliga
koyriroynd.
Fyrstahjálparskeiðið
í ferðsluni skal vera fyriskipað av
lærara, ið er góðkendur av Dansk
Førstehjælpsråd.
Í hesum sambandi hevur Benny
Ejdesgaard tikið útbúgving innan
undirvísing í fyrstuhjálp. Útbúgvingin
er góðkend av Dansk Førstehjælpsråd.
Skeiðshaldarnir vóru Kjeld Klintø og
Olav Øfverlind Pedersen, sum báðir
hava drúgvar royndir júst í at útbúgva
fyrstuhjálpara instruktørar innan
Dansk Røde Kors. Prógvið var handað
hósdagin 4. juli 2013.
Koyrilærarin hevur eisini on-line
teoriroyndir á heimasíðuni
www.teoriroynd.fo.
Koyrikort - ein spurningur um álit
Tað at ogna sær eitt koyrikort er ein spurningur um álit. Mínir næmingar skulu vera teir bestu
og klára royndirnar fyrstu ferð, sigur Benny Ejdesgaard frá koyriskúlanum Koyrilærarin
Benny Ejdesgaard við
fløgunum “Teori við Garanti”