mánadagur 26. august 2013síða 62
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 35 l 26. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
30
Bilar
Vikutema
Pláss er fyri nógvum næmingum
- Við tað, at vit eru tríggir, ið arbeiða saman, og hølisviðurskiftini eru so góð, hava vit
pláss fyri nógvum næmingum. Eingin verður vendur í hurðini. Øll eru hjartaliga vælkomin
at seta seg í samband við okkum, sigur Mikkjal Hansen hjá Eysturoyar Teoriskúla
Vilmund Jacobsen
Tað eru Mikkjal Hansen, Jari Lykke og
Karl Isaksen, sum hava Eysturoyar
Teoriskúla, ið húsast undir góðum og
rúmligum umstøðum á Glyvrum.
Nýggjastur av teimum í virk
seminum á Glyvrum er Karl Isaksen,
sum tó er royndur í leikum. Hann er
vorðin partur av Eysturoyar Teoriskúla,
eftir at Hugo Kristiansen er givin.
Hugu er kortini tøkur, um onkur er,
sum ynskir koyrikort til motorsúklu.
Góðar umstøður
– Við tað, at vit eru tríggir, ið arbeiða
saman, og hølisviðurskiftini eru
so góð, hava vit pláss fyri nógvum
næmingum. Eingin verður vendur í
hurðini. Øll eru hjartaliga vælkomin
at seta seg í samband við okkum.
Tað sigur Mikkjal Hansen, sum
vísir á, at nýtt frálæruskeið byrjar hjá
Eysturoyar Teoriskúla í hesi vikuni -
hin 28. august.
Eysturoyar Teoriskúli gevur frálæru
í koyrikorti til vanligan persónbil og til
hýruvogn.
– Vit kunnu eisini geva frálæru í
koyrikorti til motorsúklu, um áhugi er
fyri tí, leggur Mikkjal aftrat.
Umframt vanliga koyrifrálæru,
skipar Eysturoyar Teoriskúli eisini fyri
tí, sum rópt verður RF-skeiði, ið er
rúsdrekka-og ferðsluskeið.
– Nú er eisini krav, at næmingar,
sum taka koyrikort, skulu hava
ferðslurelateraða fyrstu hjálp, og her
hava vit samstarv við instruktørar.
Hetta er eitt skeið, sum varar einar 8-9
tímar, og sum gjarna verður fingið upp
á pláss yvir tveir dagar, sigur hann.
Mikkjal Hansen sigur, at minsta
krav til teori er 26 tímar, og haraftrat
skal næmingur hava í minsta lagi
22 koyritímar, harav tveir tímar eru
myrkakoyring.
– Tá koyrikort verður tikið um
summarið, er talan um eitt avmarkað
koyrikort. Tá so heystið kemur, og tað
gerst myrkari, skulu næmingar hava
hesar tveir tímarnar í myrkakoyring,
sigur hann.
Heinta næmingin
Mikkjal Hansen sigur, at tá næmingur
byrjar at koyra, er vanligt, at koyri
lærarin heintar næmingin, har hann er
staddur – heima við hús, í skúla ella á
arbeiðsplássi.
Tey, sum vilja hava fatur á
Eysturoyar Teoriskúla, kunnu ringja til
onkran av teimum trimum, sum reka
teoriskúlan, Mikkjal (595999), Jari
(590500) og Karl (225225).
Telefonnummarið hjá Eysturoyar
Teoriskúla á Glyvrum er 448778, og
her er umstilling til aðrar telefonir, um
skúlin ikki svarar.
Upplatingartíðir:
Mánadag - Fríggjadag
08:00 - 17:00 (ella eftir avtalu)
Leygardag
(eftir avtalu)
Mikkjal Hansen, koyrilærari,
sigur, at øll eru hjartaliga
vælkomin á Eysturoyar
Teoriskúla. – Eingin verður
vendur í hurðini, sigur hann