mánadagur 26. august 2013síða 66
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 35 l 26. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
34
CityEL til smáørindir og býkoyring
Í Klaksvík koyrir Magni Fles við eini CityEl,
sum er ein eldrivin innilokað motorsúkkla
Magni Fles hevur stóran áhuga fyri
alternativum orkukeldum. Húsini verða
hitað við vindmyllu og sólpanelum,
eins og hýruvognurin hjá honum er ein
hybridbilur, sum verður drivin av bæði
bensin- og elmotori.
Hann hevur innflutt sína CityEl,
ið verður tvey ár í oktober, sum
nýggja úr Danmark og er skásett sum
motorsúkkla.
Við rúmligari kabinu og plássi til
ein persón og t.d. innkeypsposar er
CityEL eitt praktiskt akfar, sum er væl
egnað til smáørindir og býkoyring.
CityEl er løtt at handfara í ferðsluni,
einans spitari og bremsa verða nýtt
undir koyring. Motorurin er upp á 4
kilowatt og koyrir umleið 40 km upp
á eina løðing. Toppferðin er 63 km/t.
CityEl hevur sín uppruna í Danmark.
Tað var danski verkfrøðingurin Steen
Volmer Jensen, sum í byrjanini av
1980-unum uppfann ta sokallaðu
Ellertina. Tilsamans 4.000 Ellertir
vórðu framleiddar í Danmark, áðrenn
framleiðslan í 1995 varð flutt til
Týsklands, har tær framvegis verða
framleiddar undir navninum CityEl.
Myndir: Birgir Waag Høgnesen