mánadagur 26. august 2013síða 68
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 35 l 26. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
36
vikustólurin
Grafikari er akkurát eg
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
Speiskur, treiskur og erligur.
Hvat merki er bilur tín?
VW Golf
Hvat merki er telefon tín?
iPhone5
Hvør er tín besta
summarfrítíðaruppliving?
Tað var ógloymandi at umboða Føroyar
í Paralympic í Barcelona 1992 – tað
var ikki tó ikki bara frítíð – men eitt
ógloyamdi summar í 1992.
Hvat orð ella hvønan
setning nýtir tú oftast?
Hvat fuck ... (veit tað er
ósjarmerandi, men tað riggar)
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Smíl, eygu, bein, reyv, you name
it! Men tað sum telur, er vist
persónligheit, sjarma og kemi.
Hvat ger teg í góðum lag?
Tá alt gongur sum fretur eftir gleri.
Hvat stressar teg?
At bíðað ... í øllum samanhangum.
Hvør er tín yndisrættur?
Elski allan mat, men føroyskur matur
kemur altíð fremst, um eg skal velja.
Hvat gleðir teg?
At betýða nakað fyri fólk, sum
eisini betýða nakað fyri meg.
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
Um eg ynski nakað, so geri eg tað. Um
tað ikki ber til, so ynski eg tað ikki.
Hvar arbeiðir tú?
Arbeiði sum grafikari á marknaðardeildini
hjá Føroya Tele. Eitt fantastiskt
arbeiðspláss har eg stórtrívist.
Hví valdi tú at arbeiða
innan júst hesa
vinnu ella øki?
Tilfeldi – havi altíð dáma væl at tekna, og
tað gjørdi eg nógv sum smádrongur. Tá eg
kom til skáða, var tað upplagt at eg skuldi
gera okkurt “sitandi arbeiði”. So var tað
um at finna tað, sum passaði mær og var
mest spennandi – og hetta er akkurat eg.
Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum?
Tað er ikki borðbart alment. Vit hava tað
mangan stuttligt, tí her eru nógv festlig
fólk í bygninginum. Tað er í kantinuni í
døgurðatímanum, tað gongur fyri seg.
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir?
Mær dámar væl nýggjan útlendskan
og føroyskan tónleik. Tað sum eg
lurti eftir, kemur ann uppá, hvat eg
geri, hvar eg eri, og hvussu lagi er.
Hvat er besta
uppfinningin og hví?
Internetið, sum hevur gjørt heimin “minni” –
tað er nemt at samskifta við øll, og tú finnur
alt á internetinum – og tað er fantastiskt.
Hjólið er eisini ein góð uppfinning.
Hvat er besta íløgan,
tú hevur gjørt?
Mítt heim.
Hvat er títt besta
heimaráð?
Ikki órudda!
Hevur tú nakað húsdjór?
Nei
Hvat hevði tú gjørt, um
tú vann eina millión?
Goldið húsalán niður og ferðast meira.
Hvat hevði tú gjørt, um tú
vann tíggju milliónir?
Goldið alla mína skuld og ferðast ordenliga
nógv. Kanska keypt ella sett pening í eina
minni fyritøku, tað hevði verið spenanndi.
Hvat er best við
Føroyum og hví?
Summar í Føroyum er fantastiskt, tí tað
hendur so nógv - øll eru heima, tað er ljós
20 tímar um døgni, tað eru tiltøk hvønn
dag av øllum slag – so tað er eingin orsøk
at keða seg um summari- í Føroyum.
Annars er tað fólkið, øll kenna øll, tað
er nógvir fyrimunir við tí. (men eisini
tað ringasta í onkum samanhangi)
Hvar ert tú um 10 ár?
Framtíð er nakað ein droymur um - og
tað geri eg hvønn dag. Tað ger alt
eitt sindur meira spennandi - vónandi
er alt eisini gott um 10 ár.
Navn: Heini Festirstein
Um eg vann tíggju
milliónir, hevði eg
goldið alla mína
skuld og ferðast
ordiliga nógv. Kanska
keypt ella sett
pening í eina minni
fyritøku, tað hevði
verið spenanndi