Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. august 2013 · Nr. 98 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Johan Petersen Kjak síða 22 At hava virðing fyri egn­ um sam­ tyktum Høgni Hoydal Kjak síða 23 Tað er so lætt... – Tað tykist ikki vera nakar poltiskur vilji til at siga hart og týðuliga, at vit vilja brúka føroyska framleiðslu. Tað kann ikki vera nakað forgjørt í, at før­oysk­ar bygg­i­verk­ætlanir taka støði í tí, sum vit sjálvi framleiða. Tað hevði verið eitt sterkt signal at sent, um al­mennu Føroyar gingu á odda við boð­skapinum um, at vit skulu keypa føroyskt. Ella mugu tey bara siga hart, at vitikki vilja nýta før­oyska arbeiðsmegi. So bersøgin er stjórin á snikk­ar­a­ virk­i­num í Vatnsoyrum, sum síðani 1968 hevur framleitt hurðar og vind­eygu til føroyska marknaðin. Í samrøðu við Sosialin mán­a­dag­ in vís­ir hann á, hvussu svárt tað er at síggja, hvussu tað almenna tekur út­lendska framleiðslu fram um før­ oyska framleiðslu. Stjórin á HDYGD nevnir fleiri dømi. Eitt nú at tey ikki sluppu at bjóða seg fram, tí arkitektarnir velja útlendskar loysnir fram um føroyskar loysnir. Dømi, hann nevn­ ir, er Landssjúkrahúsið, at vind­eyg­ uni av onkrari orsøk partú skuldu vera úr aluminium. Onnur dømi eru Klaksvíkar Sjúkr­a­hús og Boðanesheimið í Havn, har føroyski vindeygaframleiðarin held­ur, at tað bleivi »vent og snarað so­leið­is, at teirra vindeygu ikki kundu nýtast«. Vit kunnu øll semjast um, at tað er ó­met­aliga ­harmiligt, at vit sjálv, sum búgva her í Føroyum, ikki stuðla okkara egnu framleiðslu. Tað er júst tað, sum reklamuátakið, sum varð sjósett fyrr í ár, gekk út uppá, at vit skulu styðja føroyska framleiðslu við at keypa føroyska framleiðslu. Hinvegin, so skulu vit sjálvandi ikki siga, at vit skulu keypa føroyska framleiðslu fyri einhvønn prís. Sjálvandi skal framleiðslan vera kappingarfør. Men er hon tað, so eigur tann almenni byggimyndugleikin at hugsa um, hvussu nógv arbeiði og hvussu nógvar pengar eitt nú framleiðslan av vindeygum til Landssjúkrahúsið hevði lagt eftir seg í landinum. Sum skilst á føroyska vind­eyga­ fram­leið­ar­an­um í blað­num mán­a­ dag­in, so verður tað ikki gjørt. Og tá hann tosar um at flyta framleiðsluna til Litava fyri at virkið skal røkka byggimarknaðinum í Føroyum, so er okkurt ravruskandi galið – serliga um tað er landið, sum gongur á odda við skeivu gongdini í ikki at keypa føroyska framleiðslu! Keyp føroyskt – bara viðhvørt Løgmaður hevur føðingardag í dag. Hann fyllir 49 ár. Tað var fríggjadagin 28. august í 1964, at løgmaður sá ljósið á fyrsta sinni. Men okkara løgmaður náddi ikki forsíðuna á Sos­i­ al­i­num hendan dagin. Hevði red­ak­ti­ón­in vitað, so var helst øðr­vísi. Men størsta tíð­ ind­a­søg­an hendan dagin var, at havn­ar­fólk tóku nýggja vatn­brunnin í Havnardali í nýtslu. Tað vóru býráðslimirnir Ed­vard Lindenskov og Kjart­ an Mohr, sum skrúvaðu frá vatn­i­num úr Havnardali, sum á fyrsta sinni rann til om­an í býin. Sosialurin skriv­ ar, at vatn­mongd­in hjá havn­ar­borg­ar­ um fimm­fald­að­ ist, nú brunn­ur­in í Havnardali varð á­lit­ið í mun til brunnin und­ir Grá­ a­steini. Sambært Sos­ i­alinum, so mettu menn, at neyð­ugt ikki fór at útbyggja vatn­goymsl­ur­nar meira, fyrr enn um 25.000 fólk búgva í Havn! Javngamal við vatnið í Havn Petur Skeel Jacobsen, veð­ ur­mað­ur hjá Miðla­hús­i­ num, sig­ur at vit kunnu rokna við hegl­ingi leyg­ar­ dag­in. Næstu dagarnar verður sera lýtt í veðrinum, heilt upp í 17 stig. Men leyg­ar­ dag­in verð­ur kaldari, niður í 4 til 8 stig, og tá kunnu vit sum nevnt vænta hegling. Nøkur dømi av netinum: Gev tíni boð upp á, hvønn tú hevði elsk­að at sæð framført á G! Norð­ur­lond geva í rapportini síni boð upp á, hvussu tey í ork­u­høpi verða CO2-neutral áðr­enn 2050. Vit hava fingið seks ymisk boð upp á, hvør eig­ur at verða heiðrað/ur. Og ein politikari skrivar: Her eru nøkur boð upp á, hvat eg haldi skal til fyri at venda gongd­ini. Her er uppboðssølumál kom­ið inn í ger­andi­s­mál­ið. Rætta orðið er “uppskot” ella onn­ur um­skriv­ing: ­Send okk­ um eitt uppskot um, hvønn tú helst vildi sæð framført á G! Norð­ur­lond leggja í frá­greið­ing­ini fram ætlan um, hvussu tey í ork­u­høpi verða CO2-neu­tral fyri 2050. Vit hava fingið seks ymisk uppskot um, hvør eigur at verða heiðrað/ur – ella seks ymisk fólk eru í upp­skoti til heiðurin; og hetta er tað, ið eg haldi skal til fyri at venda gongdini. - ” Í bókini Orð og orðað eftir Svenning Tau­sen ber til at finna fleiri aðr­ar orðingar at seta í staðin fyri “boð”. Orðið “boð” verður ovnýtt, og harumframt hevur tað skúgv­að orðið “uppskot” til viks, men hesi orðini hava hvør sína merking. Helst er ár­inið eisini í hesum føri úr donsk­um. Eitt boð snýr seg ann­að­hvørt um at boða frá, at á­leggja onkrum at gera eitt­hvørt ella at bjóða upp á eitt­hvørt t.d. á uppboði ella í sam­bandi við annað keyp. – Eitt upp­skot er ein framløgd ætl­an, t.d. uppskot um nýggja bý­ar­skipan, og tað ber til at leggja uppskot fyri tingið, at seta fram eitt uppskot, og onkur kann vera í uppskoti, t. d. hann er í uppskoti til for­ mann. Til ber eisini at skjóta okk­urt upp, t.d. skotið verður upp at kanna møguleikarnar fyri at byggja lestraríbúðir í mið­býnum. Boð - uppskot Sjálvandi eigur landið at hugsa um føroyska framleiðslu Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum Væntar hegling um vikuskiftið