týsdagur 27. august 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. august 2013 · Nr. 98
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Forvitnislig ætlan
um vinnuhús á
Vestaru Bryggju
Týsdagin var tíðindafundur á Havnarskrivstovuni hjá Tórshavnar havn, har kunnað
varð um tað, sum kommunan rópar Vinnuhúsið á Vestaruvág
Vilmund Jacobsen
Talan er um gamla saltsølu
bygningin hjá Tórshavnar
kommunu, sum skjótt er
liðugt renoveraður uttan.
Tað er Húsavarðatænast
an, sum hevur framt fasadu
renoveringina.
Selmar Nielsen, arkitektur,
hevur gjørt nøkur uppskot
um,
hvussu
bygningurin
kann innrættast, og soleiðis
verður nú farið undir at
projektera stóra saltsølu
bygningin innan.
Á tíðindafundinum varð
greitt frá, hvørjar ætlaninar
eru við bygninginum, sum
ætlandi verður eitt stórt
vinnuhús, har vinna og vitan
á maritima økinum eftir
ætlan býráðsins fáa eina
standandi møguleikar.
Tað var Sjúrður Olsen,
formaður í vinnunevnd bý
ráðsins, sum beyð vælkomin
og segði nøkur orð um ætl
anina,
og
síðan
greiddi
Anfinn Hjelm, vinnusam
skipari, frá, hvørjar ætlanir
kommunan og Tórshavnar
havn hava við bygninginum.
Onnur umboð fyri vinnu
nevnd býráðsins vóru við á
tíðindafundinum, Bjørghild
Djurhuus og Halla Samuel
sen, og borgarstjórin í Tórs
havnar kommunu, Heðin
Mortensen, var eisini við.
Spennandi verkætlan
Anfinn Hjelm greiddi frá
hugsjónini aftan fyri vinnu
húsið, sum er í fimm hædd
um, ið tilsamans eru út við
6000 fermetrar.
Hann segði, at longu nú
eru einir seks leigarar inni í
saltsølubygninginum
og
áhugin,
sum
kommunan
longu nú hevur merkt fyri at
sleppa inn at leiga, er stórur.
– Allir leigarar í vinnu
húsinum skulu játta at taka
undir við teirri endamáls
orðing, ið verður galdandi
fyri húsið. Endamálið er at
fremja felags loysnir fyri
leigararnar, eitt nú felags
matstovu og felags móttøku
og at uppbyggja netverk
innan vinnuna.
Anfinn Hjelm segði, at
endamálið er at tryggja eitt
opið og virkið netverk, ið
styrkir førleikar og avriksføri.
– Hugsjónin er eisini at
halda eitt vakið eyga við
málum av sjóvegis áhuga og
virka fyri, at tær fyritøkur,
sum starvast í vinnuhúsinum,
kunnu ávirka og fyrireikast
til broytingar.
Vinnusamskipari vísti á,
at fyritøkur, ið liva upp til
byggisamtyktina – og sum
framsøkið ynskja at stuðla
undir
hugsjónina,
kunnu
gerast leigarar.
– Talan verður um fyri
tøkur, sum í mestan mun
veita tænastu innan sjóvinnu,
gransking, tøkni, menning og
íverksetan, legði hann aftr
at.
45 miljónir krónur
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, segði, at kommunan
hevur
brúkt
umleið
20
miljónir krónur til renovering
av fasaduni av gomlu salt
søluni, og væntandi er, at
kommunan kemur at brúka
einar 25 miljónir krónur
aftrat til innrættan.
– Ætlanin er, at vinnuhúsið
skal standa klárt um hálvt
annað ár ella so. Hetta er eitt
gott
hugskot,
sum
vit
virkuliga trúgva upp á, segði
Heðin Mortensen, borgar
stjóri.
Hetta er manningin, sum stóð aftan fyri framløguna á Havnarskrivstovuni
týsdagin. Fremstur í røðini er Anfinn Hjelm, vinnusamskipari
Mynd: Vilmund Jacobsen
Higartil eru brúktar umleið 20 miljónir krónur til fasadurenovering, og væntandi er, at tað kemur at kosta aðrar 25 miljónir krónur at innrætta bygningin