týsdagur 27. august 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. august 2013 · Nr. 98
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Boykott fylti dagsskránna
Árliga arbeiðsvitjanin hjá danska uttanríkisráðharranum var ikki óvæntað merkt av, at ES nú setir
í verk handilstiltøk móti Føroyum. Villy Søvndal harmast støðuna, meðan løgmaður hevur vónir
um, at Uttanríkistænastan í Tinganesi klárar at føra føroysku sjónarmiðini trygt í hús
Jón Brian Hvidtfeldt
– Vit vita og staðfestu eis
ini á fundinum, at tað er
ein keðilig støða at koma í,
nú danskar havnir í morgin
verða stongdar fyri føroysk
um skipum.
Tað sigur Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður, eftir
árliga
arbeiðsfundin
við
danska uttanríkisráðharran.
Villy Søvndal harmast
støðuna, samstundis sum
hann ásannar, at Danmark
nú bara kann hyggja at og
annars fylgja boðum, nú til
tøkini koma í gildi mikudagin
28. august.
– Danmark hevur gjørt
alt, sum gerast kann fyri at
steðga ES í at seta handils
tiltøk í verk móti Føroyum.
Men
møguleikarnir
eru
tømdir. Á midnátt fer ES at
boykotta Føroyar, og sum
partur
av
samveldinum
noyðist Danmark at fylgja
linjuni úr Brússel, staðfesti
Villy Søvndal eftir felags
tíðindafund í Tinganesi týs
dagin.
Eins og tað hevur verið
ført fram fyri, so var aftur
á tíðindafundinum víst á,
at talan er um eina trætu
millum Føroyar og ES. Og í
so máta hevur Danmark ein
sera avmarkaðan leiklut.
Tað verður eisini Føroyar,
sum førir orðið og pennin,
nú trætan við ES verður løgd
fyri altjóða gerðarætt.
– Fyri fyrstu ferð í søguni
hjá ríkisfelagsskapinum hava
Føroyar fingið grønt ljós til
at føra eitt gerðarrættarmál
sjálvi, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen, sum harafturat
sigur seg hava fingið lyfti
um, at Uttanríkistænastan
í Tinganesi kann brúka ta
bestu, løgfrøðiligu servitan,
sum finst í danska uttanríkis
ráðnum.
Villy Søvndal vísir enn
einaferð á týdningin av, at
partarnir finna vegin fram
til
samráðingarborðið.
Tí
fegnaðist hann um, at sam
ráðingar millum stranda
londini eru á dagsskrá 2. og
3. september.
Men tá er boykottið longu
sett í verk.
Føroyar í WTO
Umframt ES-boykottið var
eisini føroyskur WTO-lima
skapur og støðan í Arktiska
ráðnum á skránni fyri árligu
arbeiðsvitjanina hjá danska
uttanríkisráðharranum
í
Føroyum.
Føroyar hava í áravís
roynt at fáa sjálvstøðugan
limaskap í heimshandils
felagsskapinum, men fram
vegis vil hvørki løgmaður
ella uttanríkisráðharrin seta
dato á, nær limaskapurin
kann væntast veruleiki.
Tað eru Løgmansskriv
stovan og danska Uttan
ríkisráðið, sum í felag kanna
føroysku
møguleikarnar
fyri WTO-limaskapi. Málið
var á dagsskrá fyri arbeiðs
vitjanina hjá Søvndal í fjør,
og málið var aftur á skrá
hesaferð.
Hetta farna árið hevur
Uttanríkisráðið brúkt til at
skriva eina frágreiðing, ið
lýsir møguleikar og forðingar
fyri føroyskum WTO-lima
skapi.
Frágreiðingin
varð
latin Løgmansskrivstovuni
fríggjadagin. Men enn vil
løgmaður ikki í smálutir við
innihaldinum, tí tað skal við
gerast fyrst.
Eftir
tíðindafundin
í
Tinganesi
staðfesti
Villy
Søvndal tó, tvær høvuðs
forðingar eru fyri limaskap
inum. Grundlógin, ið sigur
at Danmark førir uttanríkis
politikkin vegna ríkið, og
harumframt eru ymiskar
ásetingar í reglugerðini hjá
WTO, ið kunnu gerast ein
forðing.
Embætisfólk úr Føroyum
og Danmark fara nú at
arbeiða víðari við málinum
um føroyskan WTO-lima
skap.
Villy Søvndal fór av land
inum seinnapartin týsdagin.
Tað gjørdi løgmaður eisini.
Hann skal nú á ríkisfund
saman við Helle Thorning-
Schmidt og Alequ Hammond.
Hesaferð verður fundurin
hildin
í
danska
býnum
Ishøj.
jonbrian@sosialurin.fo
Á midnátt fer ES at
boykotta Føroyar, og
sum partur av samveld
inum noyðist Danmark at
fylgja linjuni úr Brússel
Villy Søvndal
– Fyri fyrstu ferð í søguni hjá ríkisfelagsskapinum hava Føroyar fingið grønt ljós til at føra eitt gerðarrættarmál sjálvi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen
Mynd: Álvur Haraldsen