Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. august 2013 · Nr. 98 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hálvársúrslitið hjá Bakkafrost fyri skatt var 309 milliónir í­móti 134 mill­i­ ónu­m sama tíð­ ar­skeiði ífjør. Eftir skatt var úrs­lit­ið fyrra hálv­ár 252 mill­ i­ónir ímóti 107 mill­i­ónum ífjør Ali­deildin hevði fram­úr gott úr­slit orsaka av góða laksa­ prísi­num, meðan felagið fram­vegis missir fitt av pen­ ingi við framleiðsluni av lið­ ug­vørum. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist eis­ini sera væl. Hesum boðar Bakkafrost frá í tíðindaskrivi. – Annar ársfjórðingur roynd­ist væl hjá okkum, ser­liga eru tað høgu laks­a­ prí­s­irnir sum síggjast aft­ur í úrs­litinum. Eft­ir­spurn­ing­ ur­in eftir laksi er stórur og út­boðið er ikki eins stórt og tað hevur verið, og hetta sæst aftur í hækkandi laks­ a­prísum. Í løtuni missir Bakk­afrost pening við at fram­leiða lidnar vørur í mun til um laksurin var seld­ ur á spot marknaðinum, men av royndum vita vit at marknaðurin vendur og tá fara vit at vinna pening aft­ ur við framleiðsluni av lið­ug­ vør­um. Vit vita, at markn­að­ ar­viðurskiftini eru skift­andi, tí er umráðandi, at vit hugsa við framtíðini í huga fyri at virðisøkja sum mest og varð­ veita tey um 200 ar­beiðs­ pláss­ini í hesi deildini, sig­ ur Regin Jacobsen, stjóri á Bakk­afrosti. ­Úrslitið fyri 2. ársfjórðing 2013 var 227 milliónir fyri skatt og 184 milliónir eftir skatt. Bakkafrost seldi tilsamans 10.540 tons av laksi og setti 1,8 milliónir smolt út í øðrum árs­fjórðingi 2013. Úrslitið frá primerum rakstri í øðrum ársfjórðingi hjá alideildini var 200 mill­ i­ón­ir krónur í mun til 68 mill­i­ónir í sama tíðarskeiði í 2012. Orsøkin til hækkingina er hækkandi laksaprísur – tøk­an av laksi var á leið tað sama. Liðugvørudeildin hevði eitt und­irskot frá primerum rakst­ri áljóðandi 42 milliónir krón­ur í øðrum ársfjórðingi, móti einum vinningi á 11 mill­ i­ónir krónur fyri sama tíð­ar­ skeið ­í 2012. Orsøkin til laka úrs­l­it­ið er, at rávøruprísurin á laksinum fyri lið­ug­vøru­d­ eild­ina hækkaði skjótt í árs­ fjórð­inginum, samstundis sum avtalaðu søluprísirnir fyri lidnu vørurnar ikki hækk­aðu eins skjótt. Havsbrún, sum framleiðir fisk­a­mjøl, lýsi og laksafóður, hevði eitt úrslit frá primerum rakstri á 25 milliónir krónur í øðr­um ársfjórðingi 2013 í mun til 8 milliónir krónur í sama tíðarskeiði í 2012. Or­ søk­in er, at felagið hevur fin­g­ið hendur á væl meira rá­vøru í ár, bæði at nýta til laks­a­fóður eins og at selja utt­a­n­lands sum mjøl og lýsi. 30. juni hevði Bakkafrost sa­m­takið eina samlaða nett­o­ skuld áljóðandi 786 milliónir krón­ur í mun til 807 milliónir við ársenda 2012. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kred­itt­ir á 617 milliónir krón­ ur. Solvensurin hjá Bakk­a­ frost var 49%. Bakkafrost hevur um 590 full­tíð­a­rstørv, av hesum eru um 200 í liðugvørudeildini og 75 á Havsbrún. Marknaðurin Marknaðarútlitini fyri seinna hálvár av 2013 eru góð. Eftir at útboðið øktist um­leið 22% í 2012, sær út til at útboðið fyri 2013 einans øk­ist uml. 2%. Tó verður meir fiskur á marknaðinum seinna hálvár, soleiðis at tann ó­vanliga høgi prísurin vit hava sæð í seinastuni helst lækkar nakað. Vit vænta tó at prís­urin framvegis verður ham­p­i­liga góður. Tær virðisøktu vørurnar, sum Bakkafrost framleiðir og selur, verða vanliga seld­ ar til fast avtalaðar prísir um­leið 6 til 12 mánaðir fram í tíðina. Hetta tryggjar eina støð­uga príslegu. Bakkafrost hev­ur longu selt umleið 31% av fiskinum, sum skal tak­ ast restina av 2013. Sátt­mál­ a­bundnu prísirnir hækka í seinnu hálvu av 2013 og ser­ liga í fjórða ársfjórðingi. Aling Bakkafrost væntar at taka um­leið 45.000 tons í kruvdari vekt í 2013. Hetta er nakað tað sama sum í 2012. Ætlandi verða 10 milliónir smolt sett út í 2013, hetta er held­ur minni enn í 2012. Metingin um tøkuna av fiski er altíð tengd at ein­ ari ávísari óvissu m.a. tí lív­frøði­ligu gongdini. Sum heild er lívfrøðiliga gongd­ in í Føroyum góð. Bakk­a­ frost arbeiðir á­hald­andi sam­an við hinum ali­fyr­i­ tøk­u­num í Føroyum við at niðurberja lúsina og betra um mannagongdirnar. Ali­ fyr­i­tøk­ur­nar í Føroyum gera á­haldandi samskipaði tiltøk í hes­um sambandi. Mjøl, lýsi og fóður Fyri fóðurdeildina hjá Havs­ brún er føroyski markn­að­ urin tann týdn­in­g­ar­miklasti. Havsbrún leg­g­ur dent á eina sunna og heilsugóða vøru, sum er framleidd burturúr burð­a­dygg­um rávørum har atlit til fiskaheilsu, um­hvørvið, stovnsrøkt , matvørutryggleika og effek­ tiva laksaframleiðslu eru í há­sæti. Havsbrún er einasta virki í heim­inum , sum hevur eina sam­an­tvinnaða framleiðslu av fiskamjøli, lýsi og laksa­fóðri. Mett verður at samlaða nýtsl­an av laksafóðri í Før­ oy­um í ár verður umleið 90.000 tons. Samlaða sølan hjá Havsbrún bæði innan- og utt­anlands væntast at vera mill­um 80 og 90.000 tons. Á mjøldeildini hjá Havs­ brún verður fiskamjøl og lýsi fram­leitt. Havsbrún keypir fisk, ið verður góðskaður í hásodnulig proteinir og fyri laks­in lívsneyðugar fitisýrur. Við øktum kvotum og størri tilv­itan, at fóðurfiskur og slógv veruliga kann góðsk­ast til fyrstafloks mat til heims­ ins besta laks, hava vit vónir um at taka ímóti meira fiski sam­an­borið við síðsta ár. Havsbrún ætlar at økja fram­leiðsluna av mjøli og lýsi. Hetta eru týdningarmestu rá­ vørurnar í fóðrinum. Fóðrið ver­ður virkað víðari til heilan laks og síðani til virðisøktar vør­ur til endabrúkarar um allan heimin. Men fram­ leiðsl­an av mjøl og lýsi er ­av­markað av tilgongdini av rá­vøru. Við øktari føroyskari kvotu av svartkjafti og roynd­ ar­fiskiskapi eftir hvít­ings­ bróð­uri átti rávørustøðan at kunna betrast. Um Havsbrún ikki fær fatur á fiski til laks­a­ fóður, innflytir felagið fiska­ mjøl og lýsi. Rávøruprísirnir til fóð­ur hava verið hækkandi sein­ astu árini, har serliga rávørur úr fiski eru dýrkaðar, og økir hetta munandi um kostnaðin á laks­inum. Íløgur Bakkafrost kunngjørdi fyri stuttum, at felagið kom­andi fimm árini ætlar at gera í­løgur fyri slaka 1,1 mia kr. Av hesum væntar felagið at gera íløgur fyri 170 milliónir kr. í 2013, har útbygging av smoltstøðini á Norðtoftum er størsta einkulta íløgan, sum er uppá uml. 50 mió kr. Umframt tær 170 mió kr. Kemur brunnbáturin sum felagið hevur skrivað sátt­ mála um at lata byggja. Bát­ urin verður 3.000 m3 og kann taka 450 tons av livandi fiski, og verður ætlandi tikin í brúk á sumri 2015. Endamálið við íløgunum er at tryggja, at Bakkafrost framhaldandi hevur besta kappingarføri, samstundis sum framleiðsluorkan verður økt. Fíggjarliga støðan Góða gongdin á laks­a­mark­ naðinum ­og ein munadygg fram­leiðsla fara vænt­ andi at økja um fíggj­ar­ligu møguleikarnar hjá felagnum. Ein stórur egin­pen­ing­ur í mun til samlaðu ogn­ir­nar hjá felagnum saman við verandi fígging gera, at Bakk­a­frost er sera væl fyri fíggj­ar­liga til at gjøgnumføra tær ætlaðu íløgurnar, sum liggja fyri framman. Góði laksamarknaðurin í vár sæst aftur í úrslitinum hjá Bakkafrost Fakta um Bakkafrost Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðs- lan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, meðan ali- virksemið er kring oy- ggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kol- lafirði og á Strondum; meðan liðugvørufram- leiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fug- lafirði. Høvuðsskrivs- tova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur felagið 590 fulltíðarstørv.