Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Bergur P. Dam Kjak síða 13 Demo­ kr­ati ella klep­t­o­ krati Regin berg Kjak síða 13 Hótt við at flyta heim Løgmaður sleppur valla undan at koyra Kára P. Højgaard frá sum landsstýrismann eftir ta gølu, hann hevur verið orsøk til í sambandi við Skála­fjarð­ar­tunnilin. Løgmaður sjálvur hongur eis­ ini í kløn­um tráð, tí hann er sjálvur nógv krøkt­ur upp í gøluna kring duldu upplýsingarnar og um av­tal­ aðu mill­i­ónina, sum landið nú má rinda danska felagnum, eftir at tað mis­eydn­aðist at fáa Løgtingið und­ ir trýsti at góðtaka, at Kári P. Høj­ gaard í seinasta lagi í morgin skuldi skriva undir avtaluna við Cop­en­ hage­n In­fra­struc­ture Partn­ers. Spurnarumfarið í blaðnum í dag vísir eisini, at uppskotið hjá Kára P. Højgaard hevur sera lítla undirtøku millum tingfólk og fellir við einum braki. Annar møguleiki er sjálvandi, at øll sam­gongan rýkur upp á hetta mál­ið, sum hevur fylt so nógv í pol­ it­isku skipanini. Tað er hent áður, at sam­ferðsl­u­mál hava tikið lívið av eini sam­gongu, eitt nú samgongan mill­um Javnaðarflokkin, Tjóð­veld­ is­flok­kin og Fólk­a­flokk­in í 1980, sum var so rúkandi ósamd um keyp­ið av ferju til utt­an­lands­sigl­ing­ina, Lasse II, at tað kostaði samgonguna. Staðsetanin av studenta­skúl­ a­num á Kambsdali kostaði eina sam­gongu í 1989, stríðið um bókina »Skjót journ­al­istin­« kostaði eina sam­gongu í 2003, og stríð um eitt lás í Ting­a­nesi kost­aði eina samgongu í 2008. So talan verður als ikki um nak­að ein­dømi, um milliardaíløgan við mill­iarda vinningi til danskt fel­ ag kostar eina samgongu í 2013. Eydnast tað kortini løgmanni at sleppa við at koyra Kára P. Højgaard frá sum lands­stýr­is­mann, so kann hann klára skerini. Tí standa øll hini sam­gongu­fólkini sam­an um løg­mann, so verður eitt møguligt mis­álit á løg­mann ikki samtykt. Sam­gongan klárar seg uttan Sjálv­ stýr­is­flokk­in – sum allarhelst fer úr lands­stýr­i­num, verð­ur Kári P. Høj­ gaard koyrdur frá. Tingsessurin hjá Kára P. Højgaard hevur nógv at siga fyri Kára P. Højgaard sjálvan. Hann hev­ur boðað frá, at hann tek­ur eitt tørn afturat á tingi. Letur hann borg­ar­stjór­a­num í Klaksvík sessin, ella Krist­i­onnu Winther Poulsen, so skín­ur sólin ikki á Kára P. Højgaard fram ímóti næsta løgtingsvali, og so verð­ur tað ikki hann, ið mannar tann eina sessin, ið flokkurin kann vænta sær á valinum. Helst hugsar Kári P. Højgaard um næsta leik: Verður hann einsamallur ting­manning Sjálvstýrisfloksins – og ein­asta røddin, so verður hann vald­ur sum martýrur á komandi løgtingsvali. Nú rýkur í minsta lagi kári Vágaportalurin er seldur, og nýggi eigarin av portalinum er Gunnar Skúvadal, sum er útbúgvin journalistur. Fyrrverandi eigarin, Ólavur í Beiti, sigur, at hann helt, at tíðin var komin, at nýggjar kreftir traðka til, og tískil hevur hann selt Vágaportalin, sum hann stovnaði í 2007. - Eg eri blivin gamal í fakinum, og tá hongur mann kanska eitt sindur í tí sama og hevur torført við at gera tingini øðrvísi. Tíðin er komin til, at Vágaportalurin kann mennast, og eg haldi, at Gunnar Skúvadal er rætti maðurin til ta uppgávuna, sigur Ólavur í Beiti. Hann sigur, at Gunnar Skúvadal hevur seinasta hálva árið skrivað nógv fyri Vágaportalin, og tískil var tað natúrligt, at Gunnar Skúvadal tók yvir. Tó skulu lesarar hjá Vágaportalinum ikki vænta stórvegis broytingar við Vágaportalinum í bræði. - Ynski hjá Gunnari er, at eg haldi fram í tvey ár afturat, og tað passar mær væl, sigur Ólavur í Beiti, sum nú er fyttverandi eigari av Vágaportalinum. - Eg eri glaður fyri, at tað hevur gingist væl við Vágaportalinum, síðani eg stovnaði hann í 2007, og eg haldi, at skal hann seljast, skal tað gerast, meðan tað framvegis gongur væl, og eisini tí selji eg nú, sigur Ólavur í Beiti. Nú hann ikki longur eigur Vágaportalin, gleðir hann seg til at kunna halda frí onkuntíð. - Eg havi ikki havt ein tann einasta frídagin, síðani 12. desember 2007, tá eg byrjaði Vágaportalin. So nú ætli eg mær at halda onkran dag frí, sigur Ólavur í Beiti. Gunnar keypt Vágaportalin Árligi ríkisfundurin mill­um stjórn­ar­leið­ar­ ar­nar Helle Thorn­ing- Schmidt, Kaj Leo Holm Jo­hann­esen og Alequ Hamm­ond varð í dag hildin í Ishøj. Ymisk mál av felags áhuga vórðu umrødd. Kunnað varð um tær stóru avbjóðingar hjá teim­um teimum trimum lond­unum. Og dentur varð lagd­ur á at styrkja samstarvið í rík­is­fel­ags­skapinum. Á skránni fyri fundin var m.a. revsitiltøkini, sum ES hevur sett í verk móti Før­ oyum. Løgmaður og for­sæt­is­ ráð­harrin umrøddu støðuna. Tey bæði løgdu alstóran dent á, at ósemjan við ES um silda- og mak­relbýti eigur at loysast við sam­ráð­ing­arborðið og ikki við, at ein partur nýtir ógv­ us­lig revsiátøk í síni roynd at tvinga Føroyar til at góð­taka eitt býti, sum als ikki sam­ svar­ar við tann part av ferð­ andi fiskiríkidøminum, sum Før­oyar av røttum eiga. Umboðan ríkisins í Arktiska ráð­num varð eisini viðgjørd á fundinum. Leiðararnir eru ­nøgdir við, at umboðan rík­is­ ins við teimum trimum lond­ u­num verður varðveitt und­ir tí nýggja kanadiska for­mans­ skap­i­num. Í sambandi við ríkis­fund­in sigur løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen: – Árligi ríkisfundurin er týdn­ingarmikil partur av ar­bei­ð­inum at menna og styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum, tí saman standa vit sterkari. Støðan við, at danskar havnir nú eru stongdur fyri føroyskum skipum, sum eru fevnd av revstiátøkum, er alt annað enn nøktandi. Hetta er ein stór avbjóðing fyri viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Á ríkisfundinum havi eg umrøtt málið við danska forsætisráðharran, og eru vit samd um at arbeiða móti eini loysn á trætuni og at varðveita tað góða samstarvið millum londini, nú virðið í felagsskapinum stendur sína roynd. Mín vón er, at semja við ES verður funnin skjótt.” Styrkja sam­starvið í ríkisfelagsskapinum Kári P. Højgaard og løg­ maður hanga í klønum tráð