Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Vit fara at gera alt, sum stendur í okkara makt fyri at steðga hesum. Heðin Mortensen, for­ mað­u­r í Kom­munu­sam­skip­ an Før­oya, og borgar­stjóri í Havn, sigur, at kom­mun­ ur­nar fara undir ong­um umstøðum at góð­taka, at Løgtingið tvingar ein undir­ sjóv­ar­tunnil upp á land í Eystur­oy og í Streymoy, utt­ an at Kommunurna, góð­taka ætlanina. Tórshavnar Býráð hev­ ur kravt, at hóskandi inn­ koyr­ingarvegir til Havnina skulu gerast samstundis sum tunnil­in verður gjørdur. Innkoyringarvegirnir til Havn­ar eru alt ov vánaligir sum eru, tí ferðslan er økt so nógv, at bíðirøðirnar eru lang­ar. Tá ið undirsjóvartunnilin er veruleiki, verður mett, at ferðslan fer at økjast mun­ andi og tá stúra tey fyri sonnum ruðuleika á veg­ num til og úr Havn og tí verð­ur kravt, at inn­koyr­ing­ ar­vegirnir verða gjørdir sam­ stundis. - Eftir lógini eru tað kom­ mun­urnar, sum eru byggi­ myndug­leiki og sum sostatt hava avgerðandi orðið at siga, staðfestir borgarstjórin í Havn. Men í samaband við Eyst­ ur­o­yartunnilin, setur Kári P. Høj­gaard, landsstýrismaður í inn­lendismálum, øll segl til, at forða fyri, at Tórshavnar Kommu­na leggur seg tvørt fyri og kann forða fyri tunli­ num við einum kravi um inn­ koyr­ingarvegir. Tí ætlar hann beinleiðis at taka byggimyndugleikan frá kommun­unum í sambandi við Eysturoyartunnilin. Tískil vil hann nú hava Løg­tingið at samtykkja, at hann sjálvur skal fáa heimild­ina at gera av, hvussu inn­koyr­inga­r­vegirnir skulu vera. Nú um dagarnar stoyt­ ir Jørgen Niclasen, lands­ stýris­maður í fíggjarmálum, meiri bensin á báli, tá ið hann staðfestir, at ætlanin er, at Eysturoyartunnilin skal bind­ast ”í verandi vegakervi”. Samstundis staðfestir hann, at ætlanin er ikki at broyta íløgurnar í lang­tíð­ ar­ætlan­ini hjá samgonguni og sostatt er einki, sum tal­ar fyri, at fullfíggjaðir inn­koyr­ ing­ar­vegir verða gjørdir í bræði. Í langtíðarætlanini hjá samgonguni eru 94 millión­ ir settar av til inn­koyr­ing­ ar­vegir­nar í 2018 til 2020. Tað er bara ein partur av kostnaðinum, samstundis sum endamálið hjá Kára P. Høj­gaard er, at tað skal vera koyr­andi ígjøgnum tunnilin í 2018. Glíðibreyt - Tað kemur ikki upp á tal at binda ein undirsjóvartunnil í veganetið hjá Tórshavnar Kommunu, uttan við góð­ kenn­ing frá Tórshavnar Bý­ ráð. Tað ger Heðin Mortensen enn einaferð greitt. - Tí er tað framvegis eitt krav, at vegirnir skulu gerast, sam­stundis sum tunnilin verð­u­r gjørdur. Hann ger eisini púra greitt, at Kári P. Højgaard skal ikki koma langt við royndini at taka byggimyndugleikan frá kommununi í hesum máli. - Vit fara at brúka øll tøk ráð fyri at forða fyri, at landsstýrið setir lógina til viks og sjálvur fær myndug­ leik­an at gera av, hvussu in­n­ koyr­ingar­vegirnir skulu vera, sigur Heðin Mortensen. - Og tá eg sigi øll tøk ráð, meini eg øll tøk ráð, tí hetta skal ikki henda, endurtekur for­maðurin í KSF. Hann sigur, at hetta er ein hættislig glíði­ breyt, har landið bara setir fólkaræðiligar skipan­ir til viks, tá ið tað hóvar ein­støk­ um lands­stýris­fólk­um. - Gongur tað hesu ferð, hvat verður so tað næsta, spyr formaðurin í Kom­ mun­u­samskipan Føroya og borgar­stjórin í Havn. Heðin Mortensen sigur, at bý- og bygdaráðslimir kring land­ið fara at gera sítt til at ávirka teir politisku flokkar, teir eru limir í at forða fyri, at løgtingslimir atkvøða fyri ætlanini at landið skal taka byggimyndugleikan frá kommun­uni, sum annars er stað­fest­ur í eini løgtingslóg. Hann sigur, at kommun­ ur­nar fara eisini at brúka all­ ar kærumøguleikar, sum eru fyri at forða fyri, at landið tek­ur byggimyndugleikan. - Og verður tað neyðugt, eru vit eisini til reiðar at fara í rætt­in við málinum, skoytir hann upp í. Púra sannførdur Heðin Mortensen vísir á, at eisini Løgtingið hevur sínar karm­ar at arbeiða innanfyri og Løgtingið kann ikki gera seg inn á lógarfestar skipanir í samfelagnum, bara fyri at frem­ja eitt eintakt mál. Men innast inni væntar Heðin Mortensen ikki, at tað verður neyðugt hjá kom­ mun­un­um at taka nøkur stig í hes­um máli. - Eg eri púra sannførdur um, at Løgtingið kann ikki fin­na upp á at samtykkja hetta. Hann vísir á, at Løgtingið hev­ur akkurát nú í vár sam­t­ykt eina byggilóg, har myndug­leikin var fluttur frá landi­num yvir til kom­mun­ ur­nar. - Løgtingið kann ikki lon­ gu nú, bara fýra mánaðir sei­n­ni, samtykkja eina lóg, sum tekur myndugleikan frá kom­mun­unum aftur, bara fyri at fremja eitt einstakt mál. - Tað er ein myndugleiki, kommunurnar rætt og slætt hvørki kunnu ella vilja lata frá sær, sigur Heðin Morten­ sen. - Og tað er enntá til frama fyri eina privata fyritøku, at Løgtingið ætlar at taka kommun­ur­nar av ræði, legg­ ur hann afturat. Tá ið ætlanin um Eystur­oy­ ar­tunnilin var til við­gerðar í umsitingini hjá lands­ stýri­num, mælti í Kom­ munu­deildini, ”staðiliga frá at taka allar heimildir frá kommununum at veita myndug­leikagóðkenning”, sum tey málbara seg í við­ merk­ing­unum, hann hevði til upp­skotið. Víst verður á, at onki verð­ur sagt um, hvør so skal geva neyðugu loyvini, ella ítøki­liga hvørji loyvi, talan er um. Eisini Náttúr­vernd­ar­ deild­in ivast í hesi ætlanini og vísir á, at talan er um eitt sera víðfevnt inntriv í kom­ mu­nala myndugleikan. Kommunali myndug­ leikin er staðfestur í grund­ lógini og stýris­skipan­ini og kann bara setast til viks tá ið tað er sakligt og neyðugt. -Grundgevingin fyri ein­um so álvarsligum inn­ trivi kann ikki bara bera at gera málsviðgerðina hjá tí almenna meiri einfalda, sig­ ur Náttúru­vernd­ar­deildin. Deildin spyr eisini, hvørj­ar fakligar førleikar Inn­lendis­málaráðið ella Lands­verk hava at viðgera loyvini? Somuleiðis verður víst á, at skal landsstýrismaðurin sjálv­ur taka avgerðirnar, er ong­in kærumøguleiki og eisini fyri rættartrygdina er hetta sostatt sera óheppið. Men sum ta sæst, vórðu hes­ar atfinningar ikki tiknar til eftirtektar. Mæltu staðiliga frá Gera alt í okkara makt fyri at steðga Kára P. Højgaard EYSTUROYARTUNNILIN Tað kann enda við, at vit leggja málið fyri rættin, sigur Borgarstjórin í Havn Øll tøk ráð - Vit fara at brúka øll tøk ráð at forða fyri ætlanini hjá Kára P. Højgaard, tí hetta skal ikki henda, sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya og borgarstjóri í Havn Gongur tað hesu ferð, hvat verður so tað næsta