hósdagur 29. august 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Hvør er grundgevingin fyri
at gera felags upptøkunevndir
til røktarheim og sambýlir?
– Hvørji atlit eru tikin til
tær kommunur, ið hava gjørt
íløgur í røktarheim í mun til
tær kommunur, ið ikki hava
raðfest øki í sama mun?
– Er tað rímiligt, at tær
kommunur, ið hava gjørt
stórar íløgur, kunnu koma
í ta støðu, at tær framvegis
skulu
gjalda
íløgurnar,
meðan
aðrar
kommunur
hava ræðið á, hvussu íløgan
verður umsitin?
– Hevur landstýriskvinnan
umhugsað eina skipan, har
kommunurnar ikki bert hava
felags upptøkunevnd, men
eisini í felag gjalda íløguna?
– Er tað í samsvari við
kommunustýrislógina,
at
skattapeningurin
hjá
borgarum í einari kommunu
verður nýttur til at gjalda
fyri, at borgarar í eini aðrari
kommunu fáa atgongd til
nakrar tænastur?
– Hetta at kommunur
skulu valda uttan mun til,
um tær gjalda, verður tað
leisturin, ið nýttur verður í
sambandi við, at eldraøkið
verður lagt út?
Í
viðmerkingum
til
fyrispurnignin
sigur
Eyðgunn
Samuelsen,
at
kunngerðin um eldrarøkt, ið
er lýst at koma í gildi tann
1. september 2013, skipar
landið í seks økir, ið skulu
hava felags upptøkunevnd
til
eldrasambýlir
og
ellisrøktarheim í økinum.
Upptøkunevndin
tekur
avgerð
um
upptøku
á
røktarheimi,
ellisheimi,
heimi fyri minnisveik og
eldrasambýli.
– Upptøkunevndir verða
valdar fyri fýra ár í senn,
og skulu kommunurnar í
økinum velja trý umboð,
hini
umboðini
eru
avvarðandi økisleiðari fyri
Almannaverki,
visitator,
leiðarin á røktarheiminum og
ein kommunulækni. Semjast
kommunurnar
í
økinum
ikki um at velja umboð í
upptøkunevndina,
verður
atkvøðugreiðsla, har hvør
kommuna fær atkvøðutal
sambært
fólkatalinum
í
kommununi.
Tað kann vera skilagott
at skipa landið í økir og
hava samskipaða upptøku
til røktarplássini í økinum,
tá ið talan er um at fáa
ein skilagóðan rakstur av
eldraøkinum.
Ein
annar
spurningur er tó íløgusíðan.
Tað er ógvuliga ymiskt,
hvussu kommunurnar hava
raðfest íløgur í eldraøkið.
Nakrar kommunur, sum
t.d
Eysturkommuna
og
kommunurnar í syðru helvt
av Suðuroynni, hava gjørt
stórar íløgur í røktarheim
og sambýlir við tí fyri eyga
at verða førar fyri at geva
teirra eldru borgarum eina
góða røkt. Aðrar kommunur
hava sæð eldraøkið sum eitt
landsmál burturav og hava
tí ikki gjørt stórvegis íløgur
í eldraøkið, men hava ístaðin
raðfest onnur økir sum t.d
havnarløg, barnaansing og/
ella skúla.
Fyri borgarar í teimum
kommunum, sum hava gjørt
stórar íløgur í eldraøkið, fær
kunngerðin ta avleiðing, at
teir framvegis skulu gjalda
íløguna, men hava onga
trygd fyri, at teir fáa ágóðan
av henni. Hetta setir eisini
kommunurnar í eina løgna
støðu, tí tær, uttan at vita tað
frammanundan, hava gjørt
íløgur til borgarar, ið ikki
búgva í teirra kommunu.
Avleiðingin av at seta
áðurnevndu kunngerð í gildi
kann elva til misljóð ímillum
kommunur
og
kemur
ikki at virka eggjandi fyri
kommunur at leggja saman
í størri eindir. Landsstýrið
hevur higartil havt sum
mál at leggja eldraøkið út til
kommunurnar at umsita frá
1. januar 2014. Júst nú hevur
landsstýriskvinnan tó boðað
frá, at ætlanin er seinkað
nakað. Tað virkar ørkymlandi,
at kunngerðin um ellisheim
og sambýlir verður sett
í
verk
bert
4
mánaðir,
áðrenn
kommunurnar,
eftir ætlan samgongunnar,
skuldu yvirtaka eldraøkið.
Landsstýriskvinnan hevur
áhaldandi
ført
fram,
at orsøkin til, at ongar
broytingar eru gjørdar í
bygnaðinum innan eldraøkið,
er, at kommunurnar sjálvar
skulu avgera og skipa
framtíðar
bygnaðin
á
eldraøkinum. Tí er tað ikki
samsvar ímillum útsagnir og
tað, ið verður framt í verki
viðvíkjandi eldraøkinum.
Eyðgunn spyr Anniku um felags upptøkunevndir
Í samband við, at Annika Olsen hevur lýst kunngerð um røktarheim og eldrasambýlir at
koma í gildið tann 1. september 2013, hevur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sett
Anniku Olsen, landstýriskvinnunu í Almannamálum, skrivligar spurningar
Tað sigur Jógvan í Skorini,
borgarstjóri á Eiði, sum
heldur, at tað er sólarklárt, at
Annika Olsen er við at knúsa
eitt vælvirkandi samstarv á
eldraøkinum.
Hann heldur, at sam
starvið millum kommun
urnar í øki 2, hevur riggað
framúr væl, men at henda
kunngerðin lættliga kann
gerast mønustingur í hesum
samstarvi.
Í øki 2 eru seks kommunur
og fýra heim (í ymiskum
kommunum).
Tær
seks
kommunurnar skulu velja
trý umboð í eina felags
upptøkunevnd.
– Tað skal ikki nógv
støddfrøði til at skilja, at
minst ein kommuna kemur
at standa við einum heimi
og ongum umboði. Eiðis
kommuna
er
fjórðstørst
av kommununum og tískil
er líkt til, at tað verður
hon, sum ikki fær umboð í
upptøkunevndina fyri sítt
egna heim. Tað skal valdast
útmanipulering. Men hetta
er ikki tað, sum ræðir meg
mest. Sjálv samansetingin
av upptøkunevndini er meiri
ræðandi. Í upptøkunevndina
hevur almannaverkið tryggj
að sær meiriluta og formann
og yvirtekur tískil allan
ræðisrættin fyri hvør slepp
ur at brúka heimini, sigur
Jógvan í Skorini.
Eiðis kommuna hevur
í 1999 av sínum eintingum
gjørt íløgu í eldraøkið fyri
at geva eldru borgarunum í
Eiðis kommunu eitt nøktandi
tilboð.
– Hetta er ein íløga, sum
allir borgarar í Eiðis kommu
nu hava goldið, og tí standa
undrandi, nú Annika er
við at stjala ræðið á hesi
íløgu. Somueiðis undrar tað
stórliga, at nakar borgarstjóri
í Føroyum kann taka undir
við
kunngerðini.
Borgar
stjórar eru valdir at verja
áhugamálini hjá borgarunum
og als ikki at søpla burtur ta
hart vunnu samansparing,
ið
vanlig
fólk
umvegis
kommunuskattin hava lagt
til síðis til ellisár. Vónandi
eru tað onnur, sum varnast
hetta óintelligenta sniðálop
ið, og nokta at lata sær lynda,
sigur borgarstjórin á Eiði,
sum spyr:
– Hví vaknar eingin lands
politikkari? Talan er um rán á
aljósum degi. Eg vil staðiliga
heita á landspolitikkarar og
borgarstjórar um at hjálpa
til at steðga ørðskapinum.
Bæði kommunufeløgini hava
longu mótmælt, sigur Jógvan
í Skorini, sum hevur sína
greiðu áheitan til Anniku
Olsen, landsstýriskvinnu:
– Tak kunngerðina aftur,
og tak kommunurnar við
upp á ráð.
Annika Olsen stjelur ræðisrættin
Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunum – við Eiðis bygd í baksýni
– Sum borgarstjóri í Eiðis kommunu má eg boða frá, at tað undir ongum umstøðum kann góð
takast, at kunngerðin um røktarheim og eldrasambýlið verður sett í verk 1. september