Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Tað eru bara seks tinglimir, sum í dag við vissu kunnu siga, at tey fara at atkvøða fyri lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard um at geva privatu­m felag einkarætt at byggja, eiga og reka tundirsjóvartunnilin und­ir Skálafjørð og Tangafjørð. 14 løgtingslimir hava tikið støðu til, at tey fara at at­kvøða ímóti uppskotinum hjá lands­stýris­ manninum í inn­lendis­mál­um. Og hóast málið hevur verið til fyrstu viðgerð og hevur verið dúgliga við­ gjørt í Rættarnevndini hjá løg­tingi­ num, so eru framvegis 13 løgtings­lim­ ir, sum ikki hava tikið endaliga støðu. Spurnarumfarið hjá Sosialinum gev­ ur eina greiða mynd av, at løg­ting­ið er alt annað enn samt um, hvørt henda størsta íløga í føroyska sam­ferðslu­ kervi skal gerast eftir tí leisti, sum landsstýrið hevur sett út í kortið. Spurningurin um privat kontra alment sker seg djúpt niður ígjøgn­ um løgtingið. Og tá aðrir tunnl­ ar verða drignir inn í kjakið um Eysturoyartunnilin, so dettur sund­ ur í at kalla øllum flokkum. Rættarnevndin hevur fyri­bils, sum skilst eftir boðum frá løg­ manni, tikið eitt sonevnt ”time out” í viðgerðini av tunnilsuppskotinum, og í dag veit eingin, nær málið verð­ ur tikið uppaftur. Spurnarumfarið millum teir 33 løgtingslimirnar er tó ein støðu­ mynd av, hvat løgtingið heldur um mál­ið ídag. Lagnan hjá tunnils­upp­ skotinum Undirtøkan fyri tunnilsuppskotinum hjá Kára P. Højgaard um at geva privatum felag einkarætt at byggja, eiga og reka tundirsjóvartunnilin undir Skálafjørð og Tangafjørð rennur út í sandin. Tað vísir eitt spurnarumfar millum allar 33 tinglimir hesi siga ja Eivin Jacobsen, Sambandsflokkurin: Eg taki frástøðu frá at blanda Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin saman. Tað er ørskapur at taka 150 milliónir av fíggjarlógini at seta í Sandoyartunnnilin, og tað er eisini ørskapur at ímynda sær, at arbeiðið við Sandoyartunnlinum skal byrja í 2015. Eg viðgeri ikki uppskotið hjá Kára P. Højgaard saman við uppskoti um Sandoyartunnil. Ein slík loysn fær ikki mína atkvøðu. Tá tað kemur til Sandoyartunnilin, skulu vit halda okkum til upprunaliga leistin. Rósa Samuelsen, Sambandsflokkurin: Mær dámar einki ta vend, sum málið hevur tikið, har Sandoyartunnilin verður blandaður uppí. Eg eri ikki trygg við at seta 150 milliónir av á fíggjarlógini til Sandoyartunnil, samstundis sum tørvurin á pengum er stórur, bæði innan almanna-, heilsu- og skúlaøkið. Eg taki heldur ikki undir við, sum onkur annars hevur róð framundir, at knýta Vága- og Norðoyatunnilin uppí Eysturoyartunnilin. Í hvussu er ber ikki til, hesir tunnlar skulu fíggja komandi tunnlar. Henrik Old, Javnaðarflokkurin: Eg rokni snøgt sagt ikki við, at tunnilsuppskotið hjá Kára P. Højgaard kemur aftur úr Rættarnevndini. Til tað eru rembingarnar í samgonguni alt ov stórar. Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin: Málið er ongan veg komið í Rættarnevndini. Higartil hava vit sæð eitt tilboð til sandoyartingmenninar á 150 milliónir. Men enn havi eg einki tilboð fingið, hvørki um Hvalbiartunnil ella at Smyril skal sigla fleiri túrar. Tí havi eg enn ikki tikið støðu til uppskotið hjá Kára P. Højgaard. Gerhard Lognberg, Javnaðarflokkurin: Eg havi eina greiða støðu. Eg hugsi fyrst og fremst um Sandoyartunnilin. Fái eg vissu fyri at 150 milliónir krónur verða settar av til Sandoyartunnilin í ár, og fái eg eisini vissu fyri, at arbeiðið byrjar í 2015, so atkvøði eg fyri uppskotinum hjá Kára P. Højgaard. Men enn havi eg ikki fingið vissu um nakað. Og tí vil eg ikki svara spurninginum, hvussu eg fari at atkvøða. Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin: Eg havi onga viðmerking yvirhøvur. Mítt svar er, at eg havi onga viðmerking. Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin: Fólkaflokkurin hevur boðað frá, at flokkurin ikki tekur undir við uppskotinum hjá Kára P. Højgaard sum tað fyriliggur. Har skulu gerast munandi broytingar, um vit kunnu taka undir við tí. Hesum boðaði eg eisini frá undir 1. viðgerð – tá eg eisini segði, at málið var sera illa handfarið av landsstýrismanninum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin: Eg taki undir við, at privat felag skal gera Skálafjarðartunnilin, so ja, eg taki fult undir við uppskotinum!