hósdagur 29. august 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Skála kann ikki longur avgera
um teir komandi ár koma at
spæla í Effo-deildini. Hóast
Skála trýsti, so megnaðu teir
ikki at fáa avgerandi málið,
sum hevði ført Skála í eina
støðu, har teir sjálvir kunnu
avgera hvar framtíðin hjá
besta liðnum liggur.
Tað var ananrs B68, sum
kom á odda aftaná eitt lítið
korter. B68 hevði hornaspark
í høgru síðu. Niklas F.
Joensen stútaði innleggið
innfyri aftur. Har var Óli
Højgaard Olsen fyrstur á
bóltinum og prikaði hann í
netið til 1-0.
Eftir málið tók Skála yvir.
Spælið gekk skjótt og lætt.
Teir appilsingulu úr Skála
komu eisini fram til onkrar
møguleikar. Eitt stórt korter
fyri tíð kom so mest umtalaða
støðan í dystinum.
Skála verjuspælarin, Jákup
Jacobsen, sendur fríspark frá
egnari hálvu inn í brotsteigin,
har málverjin ikki megnar
at fáa hendurnar á bóltin í
nærdysti við ein viðspælara
og ein mótspælara.
– Eg skal ansa eftir hvat
eg sigi, men skulu vit ikki
bara siga at tað var eitt lítið
fríspark, sigur Øssur Hansen,
venjari hjá B68, varin á mál
inum.
– Eg síggi bara, at málmað
urin hjá teimum kemur út
eftir bóltinum og dettur, men
um brestur saman við einum
hjá okkum ella teimum veit
eg ikki, sigur Eliesar Olsen,
venjari hjá Skála.
Lítið skil á 2. hálvleiki
Hvørki Skála ella B68 megn
aðu at seta seg á seinna hálv
leik. Veðrið var gott í fyrra
hálvleiki og tað var spælið
eisini. Men í seinna hálvleiki
bleiv bæði spælið og veðrið
verri.
B68 fekk ikki skjótálopini
at rigga, meðan Skála ikki
megnaði at flyta bóltin runt
eins væl og teir gjørdu í fyrra
hálvleiki.
Størsta
hendingini
í
seinna hálvleiki var á Óli H.
Olsen fekk sítt seinna gula
kort og bleiv tí útvístur. Tá
vóru seks minuttir eftir og
tað sum eftir var, so var tað
Skála, sum trýsti. Tað bleiv
tó ongantíð vandamikið og tí
var ein javnleikur helst eisini
ein rættvíst úrslit av einum
dystinum, sum var betri í
fyrra hálvleiki enn í seinna
hálvleiki.
– Eg eri væl nøgdur við
eina stigi, tí tað merkir, at
tað er í okkara hondum um
vit flyta upp ella ikki, sigur
Øssur Hansen, venjari hjá
B68.
– Eg eri vónbrotin av at
vit bara fáa tað eina stigið í
dag. Størsta broytingin fyri
okkum er, at vit ikki longur
kunnu avgera um vit flyta
upp ella ikki, sigur Eliesar
Olsen, venjari hjá Skála.
trondur@sosialurin.fo
Venjarin hjá Skála, Eliesar
Olsen, er als ikki nøgdur
við eina stigið, sum Skála
fekk í dystinum móti B68
í dag. Skálamenn kunnu
ikki longur sjálvir avgera
um teir flyta upp, men
mugu hava hjálp frá øðr
um liðnum.
Skála
spældi
miku
kvøldið 1-1 móti B68 í
1.deild. B68 kom á odda
tíðliga í dystinum við máli,
sum Óli H. Olsen skoraði
eftir horna. Skála javnaði
fyri hálvleik við umstrídd
um frísparki, sum Jákup
Jacobsen skoraði.
– Hetta var ein rótutur
dystur, har vit aftur lata
eitt mál inn upp á horna.
Tað hava vit gjørt fleiri
ferðir í ár. Siðani taka vit
yvir og fáa eitt mál, sum
kanska er eitt fríspark,
sigur Eliesar Olsen, venjari
hjá Skála.
Júst málið hjá Skála
var mest umtalaða støðan
í dystinum. Skála sendur
fríspark frá egnari hálvu
inn í brotsteigin, har mál
verjin ikki megnar at fáa
hendurnar á bóltin í nær
dysti við ein viðspælara
og ein mótspælara.
– Eg síggi bara, at mál
maðurin hjá teimum kem
ur út eftir bóltinum og
dettur, men um brestur
saman við einum hjá okk
um ella teimum veit eg
ikki, sigur Eliesar Olsen.
Eliesar ikki nøgdur
við eina stigið
– Vit fóru heilt klárt inn
fyri at vinna, tí vit hava
brúk fyri trimum stigum.
Eg eri vónbrotin av at vit
bara fáa ta eina stigið í
dag. Størsta broytingin
fyri okkum er, at vit ikki
longur kunnu avgera um
vit flyta upp ella ikki. Vit
mugu nú vóna at onkur av
hinum liðnum missa stig,
sigur Eliesar Olsen.
Hóast Skála enn hevur
ein møguleika at flyta
upp, so er venjarin hjá
Skála ikki nøgdur við
gongdina í ár.
– Eg eri als ikki nøgdur.
Eg metti undan kapping
ini, at vit høvdu liðið til
at flyta upp. Vit hava
ikki havt nógvar skaðar,
men tað hava verið onnur
ting, sum hava spælt inn.
Vit fáa tilgongd av einum
afturat nú og vit hava til
farið til at flyta upp, so
nú er tað upp til venjarin
at vísa hvat hann dugur,
sigur venjarin sjálvur við
einum brosi.
trondur@sosialurin.fo
Skála hevur nú brúk fyri hjálp
Øssur: Eitt lítið fríspark
Eliesar
vónbrotin
Skála og B68 deildu stigini í Leirvík mikukvøldið.
Tað eru toftamenn fegnari um, tí teir kunnu framvegis
sjálvir avgera um teir flyta upp. Tað kann Skála ikki
ítróttur
fótbóltur
Skála - B68 1-1 (1-1)
0-1 Óli H. Olsen, 13
1-1 Jákup Johansen, 27
Dómari: Kári J. á Høvdanum
Reytt Kort: Óli H. Olsen (B68), 84
1. Deild støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
HB II
22
13
3
6
53
33
+20
42
2
B68
22
11
8
3
52
27
+25
41
3
FC Suðuroy
22
11
4
7
51
41
+10
37
4
Skála
22
10
6
6
54
33
+21
36
5
B36 II
22
10
3
9
52
44
+8
33
6
Víkingur II
22
10
3
9
40
37
+3
33
7
KÍ II
22
8
2
12
45
48
-3
26
8
EB/Streymur II
22
6
5
11
33
49
-16
23
9
TB II
21
7
2
12
33
52
-19
23
10 B71
21
4
2
15
16
65
-49
14
Eliesar Olsen, venjari hjá Skála
Myndir: Álvur Haraldsen
Tað sigur venjarin hjá B68,
Øssur Hansen, um støðuna,
tá Skála javnaði til endaliga
úrslitið 1-1 í gjár. Málið hjá
Skála var mest umtalaða
støðan í dystinum.
– Eg skal ansa eftir hvat
eg sigi, men skulu vit ikki
bara siga at tað var eitt lítið
fríspark, sigur Øssur Hansen
varin á málinum.
B68 kom annars á odda í
fyrru hálvu í fyrra hálvleiki,
tá Óli H. Olsen var fyrstu
bóltin, eftir at Niklas Joensen
stútaði bóltin innfyri aftur
eftir horna.
– Vit fáa eina dreyma
byrjan og hatta er nakað vit
høvdu avtala áðrenn. Tað
er stuttligt at síggja, at tað
riggar. Vit fáa ikki meiri burt
urúr mótálopunum, men tað
er tí at Skála spælir bóltin
væl runt og trýstur okkum
langt aftur á vøllin, sigur
Øssur Hansen.
Í seinna hálvleiki megnaði
B68 ikki at fáa spælið at
rigga.
– Vit fáa ikki spælið at
rigga í seinna hálvleiki. Tað
kemur helst av fleiri orsøkum,
men vit missa tríggjar mans í
vikuni. Millum annað beklaði
Jóhan Dávur Højgaard mána
kvøldið, so tað gjørdi at vit
ikki kundu spæla, sum vit
ætlaðu, sigur Øssur Hansen
víðari.
B68 fekk eisini Óla H.
Olsen útvístan, tá hann fekk
sítt seinna gula kort.
– Eg veit ikki um dómarin
hevði givið honum nakra
ávaring áðrenn, men um
dómarin metir at tað er til
reytt kort, so er tað væl reytt
kort, sigur Øssur heldur iva
samur á málinum.
Øssur Hansen er nøgdur
við eina stigið, sum merkir,
at toftamenn sjálvir kunnu
avgera um teir flyta upp ella
ikki.
– Fyrst og fremst vildu vit
ikki tapa dystin og tí lógu vit
eisini langt afturi á vøllinum
og spældu upp á mótálop.
Endamálið var sjálvandi at
vinna dystin, men tað bleiv
meiri taktiskt enn nakað
annað. Eg eri væl nøgdur
við eina stigi, tí tað merkir
at tað er í okkara hondum
um vit flyta upp ella ikki. Vit
trúgva fult og fast upp á, at
vit kunnu flyta upp í bestu
deildina har við hoyra heima,
sigur Øssur Hansen at enda.
trondur@sosialurin.fo
Óli H. Olsen skoraði fyri B68, og fekk seinni reytt kort
Mynd: Álvur Haraldsen
23. umfar:
Sunnudagin 1. september
KÍ - FC Suðuroy
B68 - TB
EB/Streymur - Víkingur
HB - Skála
B71 - B36
– Eg skal ansa eftir hvat eg
sigi, men skulu vit ikki bara
siga at tað var eitt lítið frí
spark, sigur Øssur Hansen
Myndir: Álvur Haraldsen