Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-29, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 99 · 30. august 2013 2 VIKUSKIFTI At føroyingar eru heimkærir er eingin loyna. Vænti, at allarstørsti parturin av ferðafólkinum hjá Smyril og Atlantic eru føroyingar í utlegd, sum vilja koma HEIM! Men tað er munur á heimi og heimlandi. Eg gjørdi eina lítla, sera óseriøsa kanning á Facebook í vikuni og spurdi nakrar útisetar, hvat tey halda er best at koma aftur til, tá tey fara ÚR Føroyum. Eg gav teimum eisini forboð at skriva nakað um veðrið! Eg væntaði mær svar sum handlarnar, stórbýarlív, bíligari matprísir, skúlan og teir óendaligu møguleikarnir, sum vit so ofta grenja um mangla í Føroyum. Men git, hvat tey svaraðu øll í ein munn … »Tað er so deiligt at koma aftur til sín sjálvs, sjálvur at kunna avgera, nær man skal eta og sova og hava sína egnu rútmu.« »Eg dugi nógv betur at disponera tíðina, tá ið eg eri heima hjá mær sjálvum í okkara lítlu íbúð í KBH.« »Eg gleði meg at koma niður og pakka út og vera hjá mær sjálvum.« »Deiligt at koma heim til sítt egna køliskáp, egnan mat, egnan bil. Og enn einaferð, at ein avger tempoið sjálvur…« Ikki eitt orð um alt tað vit vanliga halda lokkar ungar føroyingar uttanlands. Tey, sum svaraðu, eru bæði slík, sum avgjørt ætla sær aftur til Føroya eftir loknan lestur, og slík, sum hava familju og hava sett búgv uttanlands. Eg kann gott viðurkenna, at eg bleiv eitt sindur bilsin. Tí sjálv hevði eg avgjørt svarað »shopping, konsertir, ferðast bíliga og so víðari.« So kanska er tað ikki so vónleyst hóast alt at fáa ungar føroyingar at støðast í Føroyum – tey vilja bara hava tak yvir høvdið og kunna gerast sjálvstøðug. Er tað so torført? Ja, kanska. Sum Uni Holm Johannesen segði í síni útmerkaðu røðu, tá bóklingurin »Les & Lær í Føroyum« kom út: »Tað er púrasta vónleyst hjá flestu næmingunum at búgva fyri seg sjálvi. Tað er høpisleyst at leiga í Havn við verandi lestrarstuðli. Úrslitið er, at eg búgvi enn í kjallaranum hjá mammu og babba.« So kanska er tað har politikarnir skulu byrja – byggið fleiri bíligar bústaðir til ung fólk. Heimkær Halda føðingardag hjá Erlendi Tann 24. august í ár vóru 100 ár liðin, síðani Erlendur Patursson var føddur, og í tí sambandi skipar Tjóðveldi 100 ára minningarhald fyri honum. Fjølbroytta skráin inniheldur framløgur, yrkingar og tónleik, ið lýsa lívið hjá Erlendi og hansara virki. Karin Kjølbro fer at røða um Erlend, persónin og politikaran, Hans Andrias Sølvará fer at siga frá søgu Tjóðveldis. Hildur Patursson fer at røða um pápan, og Turið Sigurðardóttir fer at lesa eina yrking, sum er ognað Erlendi. At enda fer Høgni Hoydal at leggja fram undir heitinum Føroyar nú og komandi. Afturat framløgunum verður felagssangur og tónleikur við Tórshavnar Manskóri, Rana og Eyðuni Nolsøe, Ólavi Jakobsen og Andreu Heindriksóttur. Frásøgumaður verður Regatta í Hvidovre Leygardagin skipsar Knørrur fyri regatta í Hvidovre. Hetta er fjórða árið, at regatta verður hildin har, og tað plagar at verða einhugaligur dagur, har rógvarar og onnur hittast. Kappróður verður seinnapartin, og um kvøldið fer Jens Marni Hansen at hava framførslu. Lone Mørkøre í Smiðjuni Hetta vikuskiftið ber til at uppliva verk hjá listarkvinnuni Lone Mørkøre í Smiðjuni í Lítluvík. Lone Mørkøre búði í Føroyum árini frá 2000 til 2003, og hevur fingið íblástur í Føroyum til sínar málningar. Framsýningin í Smiðjuni er oin fram til týsdagin. Reyður skelkur Í dag letur upp framsýning við myndum hjá Bárði Oskarssyni. Framsýningin er á Listasavni Føroya og er opin fram til 6. Oktober. Bárður Oskarsson hevur gjørt tekningar og illustratiónir til nógvar bøkur – ikki minst barnabøkur. Bárður, sum er búsitandi í Danmark, hevur útbúgving frá Skolen for Billedkunst. Renna marathon í Havn Sunnudagin kl. 13.00 verður árliga marathonrenningin í Havn. Hetta er 11. árið, ar Bragdið skipar fyri Tórshavn Marathon, og roknað verður við nógvum luttakarum – eisini nøkrum úr útlandinum. Umframt vanliga marathon-teinin verður eisini runnið hálvt marathon, og stytttri teinar á 5,5 km og 2,2 km verða eisini. klumma Inna Törnroos