hósdagur 29. august 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 99 · 30. august 2013
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
– Eg elski stórar, flottar og øðrvísi
kjólar. At gera hesar her vanligu kjól
arnar, sum bara eru púra upp og nið
ur, tað tími eg als ikki. Kjólarnir skulu
helst skilja seg úr mongdini.
Tað sigur Laila av Reyni, sum er
sniðgevi og serliga er kend fyri mongu
kjólarnar, hon seymar. Hon lærdi
upprunaliga til innandurðaarkitekt í
Noregi, men tað var ikki fyrr enn hon
fór á stóra designskúlan í Danmark,
Teko, og seinni í læru sum designari,
at hon visti, at nú var hon komin á
røttu hill.
– Mamma hevur altíð fingist við
ymiskt handverk, og eg havi síðani
smágenta eygleitt hennara arbeiði.
Minnist hvussu stuttligt tað var at
vakna um morgunin, tá fólkaskúla
veitslan skuldi vera á skránni, og ein
nýggjur, heimagjørdur kjóli hekk
klárur at fara í. Eg ætlaði ongantíð at
blíva sum hon, men sum árini gingu,
mátti eg bara viðganga, at eg havi júst
tey somu áhugamálini sum hon, sigur
Laila av Reyni smílandi.
– Eg byrjaði í læru hjá Sonju
Design fyri eini 10 árum síðani, og tá
eg bleiv eg púra bitin av at seyma og
at gera teir serstøku kjólarnar, fortelur
Laila av Reyni, sum er uppvaksin og
búsitandi í Kollafirði. Og hon hevur
seymað líka síðani.
– Fyrstu vikuna, eg var í læru, kom
ein kundi inn at royna ein kjóla, sum
ein av sniðgevunum har hevði gjørt.
Eg minnist, at eg tá hugsaði, at hatta
skal eg eisini einaferð koma at gera.
Eingin kjóli eins
Seinastu nógvu árini hevur hon gjørt
nógvar kjólar. Fleiri hundrað. Men
eingin er eins.
– Eg haldi ikki, at kjólarnir líkjast
hvørjum øðrum, tí eg geri ongantíð tað
sama. Eg havi tað eitt sindur soleiðis,
at tá eg havi seymað ein kjóla, so er
tað eitt sindur been there done that,
og so geri eg ikki tað sama einaferð
afturat. Eg vil hava avbjóðingar,
greiðir Laila av Reyni frá.
Hon fær ofta fyrispurningar frá
kvinnum í so at siga øllum aldri um
at gera ein kjóla til sín. Hóast Laila av
Reyni fegnast um mongu fyrispurn
ingarnar, sigur hon ikki ja til allar
uppgávurnar. Hon vil helst hava fríar
teymar, tá hon seymar.
– Um fólk seta ov strangar rammur
ella ov nógv krøv, so tími eg ikki og
lati ta uppgávuna fara. Ofta er tað
soleiðis, at eg fái okkurt hugskot til
kjólan, ímeðan eg seymi hann, og eru
ov nógv krøv, ið eg skal halda meg
til, ja so fái eg ikki verið kreativ og
gjørt tað, sum eg sjálv haldi riggar
best, sigur Laila av Reyni.
Altíð í heimagjørdum
Laila av Reyni heldur, at tá tú ert
sniðgevi og fólk kenna teg aftur, tá tú
ert úti, gerst tú rættiliga tilvitað um,
hvørjum klæðum tú sjálv gongur í.
– Eg gangi nógv í klæðum, eg sjálv
havi gjørt. Tað forpliktar onkursvegna
at vera sniðgevi, tí líkamikið hvar eg
eri, so spyrja fólk ofta, um eg sjálv
havi gjørt tað, sum eg eri í, sigur Laila
av Reyni og leggur afturat at tað eru
fyrimunir við at vera sniðgevi, tá tú
skalt til onkra serliga veitslu.
– Eg havi ongantíð tað, sum vit
plaga at kalla eina tøjkrisu. Skal eg í
eina veitslu um kvøldið og haldi meg
ikki hava nakað at fara í, so finni eg
bara upp á okkurt, sum eg so seymi
sama dag og kann fara í til veitsluna
um kvøldið, sigur Laila av Reyni og
flennir.
Við í Miss World
Laila av Reyni gjørdi av álvara vart
við seg sum sniðgevi, tá hon í fjør
fekk uppgávuna, at gera kjólan til
donsku Iris Thomsen, sum var kosin
Miss World Denmark 2012, og skuldi
luttaka í tí stóru Miss World kappingin
í Kina.
– Tað var rættiliga tilvildarligt,
at eg skuldi gera kjólan, sum hon
skuldi vísa seg fram í til kappingina
í Kina. Fotografarnir Mirjam&Janus
tóku myndir av henni í Danmark og
tá nevndi hon fyri teimum, at hon
manglaði onkran at sniðgeva kjólan.
Tey vístu so á meg, og síðani hava
vit samstarvað, greiðir Laila av Reyni
frá. Fyrr í summar vendi danska
modellin sær aftur til Lailu av Reyni,
tí nú skuldi hon handa krúnuna til ta
nýggju Miss World Danmark.
– Eg gjørdi so fleiri ymsar kjólar
til hana, og tað kvøldið í juli mánaði,
tá nýggi vinnarin í Danmark skuldi
kjósast, fekk eg heiðurin at ganga runt
saman við henni og heilsa upp á fólk
og so framvegis. Tað var eitt sindur
løgið, men eisini ótrúliga spennandi,
tí eg kom í samband við nógv fólk,
sum vóru áhugað í míni sniðgeving,
og líka síðani havi eg eisini fingið
nógvar fyrispurningar frá útlandinum,
fortelur Laila av Reyni. Eitt nú hevur
kendi fotografurin í Svøríki, Sandra
Åberg, sum arbeiðir fyri Teen Vogue,
Vogue, Cosmopolitan, Glamour
Magazine og fleiri onnur kend bløð,
sett seg í samband við Lailu av Reyni,
soleiðis at tær báðar kunnu samstarva
um nakrar uppgávur.
– Tað tykist, sum at tað hendir
rættiliga nógv beint nú, og tað
stuttliga er, at ymsir fotografar og
modellir úr útlandinum vísa mær og
míni sniðgeving áhuga.
Fløgan er prikkurin yvir i´ið
Umframt at fáast við sniðgeving hev
ur Laila av Reyni eisini aðrar listar
ligar gávur. Um ein góðan mánað
kunnu vit av álvara uppliva hana
sum sangskrivari og songkvinnu, tí
tá gevur hon sína fyrstu fløgu út.
– Tað er eisini ein dreymur, sum
eg leingi havi havt, men eg havi bara
ongantíð gjørt hann til veruleika. Ikki
fyrr enn nú, sigur Laila av Reyni eitt
sindur smæðin men eisini errin.
Hon hevur áður sungið á fløgum
hjá eitt nú Regini Guttesen og MC
Restorff, men tað bleiv ikki fyrr enn
nú, at hon gjørdi sína egnu fløgu.
– Tað var líkasum, tá eg bleiv 30,
at eg fór at hugsa um tað, sum eg
higartil hevði gjørt og avrikað. Og
tá rann mær til hugs, at eg manglaði
framvegis at gera mína egnu fløgu. Eg
møtti fólki, sum vóru við til at geva
mær seinasta skumpið til at fara í
gongd, sigur Laila av Reyni, sum hev
ur gjørt fløguna saman við Gunnari
Guttesen, ið henni dámar sera væl
sum tónleikara.
– Stílurin á fløguni er melankolskur,
elektroniskur poppur, greiðir Laila av
Reyni frá.
– Nú føli eg, at eg havi nátt flestu
málunum, sum eg einaferð setti mær
fyri; at vera sniðgevi og gera ævintýr
kendar kjólar, kunna læra frá mær og
geva út mína egnu fløgu.
Sniðgevin sum
gongur egnar leiðir
– Eg havi altíð havt tað soleiðis, at fólk skulu minnast meg sum kvinnan,
ið avrikaði nakað og gjørdi sínar dreymar til veruleika. Í løtuni føli
eg, at eg havi klárað alt tað, eg einaferð setti mær fyri, og tað eri eg
errin av. Soleiðis sigur 32 ára gamli sniðgevin Laila av Reyni, sum er
kend fyri sínar vøkru, ævintýrkendu kjólar. Í næstum verður enn
ein dreymur hennara veruleiki, tá hon gevur út sína fyrstu fløgu