mánadagur 2. september 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Hetta er heilt ótrúliga
snópisligt fyri okkum.
Petur Elias Petersen, for
seti í ÍSF sigur, at verður
spurningurin um lendi til
golfvøll ikki avgreitt í hesum
mánaðinum, verður tað eitt
alvorligt bakkast fyri føroys
ku royndirnar at fáa oyggja
leikirnar til Føroyar í 2019.
- Tað setir oyggjaleikirnar
í Føroyum í stórum vanda,
sigur ÍSF forsetin.
Føroyingar hava sett sær
fyri at fáa oyggjaleikirnar til
Føroya í 2019. Men ein rætti
liga avgerandi fortreyt fyri
tí er, at golf kann vera ein
ítróttargrein á leikunum.
Arbeitt hevur verið við
at útvega lendi til golfvøll
á Glyvursnesi, men sum
tað sæst í aðrari grein her á
síðunum, er at kalla eingin
møguleiki fyri, at tað málið
kann vera avgreitt í hesum
mánaðinum.
Og tað hevur avgerandi
týdning, tí føroyska um
sóknin skal sendast altjóða
oyggjaleikanevndini nettupp
nú í september.
Lata stafettina víðari
Freistin at søkja um oyggja
leikirnar í 2019 er nú síðst í
september
Petur Elias Petersen sigur,
at ÍSF skal hava fund 24. sep
tember, har avgerð skal tak
ast um, antin føroyingar
skulu søkja um oyggjaleik
irnar í 2019.
- Verður málið um lendi
ikki avgreitt, skulu vit taka
støðu til um vit skulu søkja
vi tí fyrivarni, at vit fáa eina
tíð at avgreiða spurningin
um lendi.
- Ein annar møguleiki er,
at vit taka okkum aftur og
lata stafettina víðari til onkr
an annan.
ÍSF forsetin sigur, at tað
er ein spurningur, um ÍSF fer
at søkja við fyrivarni, við tí
órógv, tað fer at føra við sær.
- Spurningurin er eisini,
um Oyggjaleikanevndin, og
hini limalondini í oyggjaleik
unum, hava álit á, at vit yvir
høvur klára at avgreiða málið.
Petur Elias Petersen vísir
á, at vit hava vitað í fleiri ár,
at umsóknarfreistin er nú í
september.
Vit kunnu leggja afturat,
at bæði landsstýrismaðurin
í
mentamálum,
umframt
sjálvur løgmaður og borgar
stjórin í Havn, hava meiri
enn einaferð vissa oyggja
leikanevndina um, at ÍSF
hevur fulla undirtøku hjá
landspolitiska
myndug
leikanum og hjá Tórshavnar
Kommunu, at søkja um
oyggjaleikirnar í 2019, og
at greiða skuldi fáast á øll
viðurskifti.
Forklárings-trupulleiki
Petur Elias Petersen fær seg
ikki at trúgva, at spurning
urin um lendið til golfvøllin
ikki verður avgreiddur tá.
- Eydnast tað kortini ikki,
fáa vit ein stóran forklárings-
trupulleika og tað verður ein
stór avbjóðing fyri okkum,
sigur Petur Elias Petersen.
Men tað er eisini spurn
ingur um ÍSF hevur hug at
fara undir alt eyka arbeiði, ið
stendst av hesum, tá ið poli
tiski myndugleikin ikki tekur
málið í størri álvara.
- Tað verður eisini neyð
ugt, at politiski myndugleik
in játtar pening til at halda
oyggjaleikirnar fyri.
- Men hetta er ikki ser
liga álitisvekjandi og spurn
ingurin er, hvørjum, vit skulu
trúgva.
Og
spurningurin
er ikki minst, hvørjum hini
oyggjaleikalondini
skulu
trúgva, leggur ÍSF forsetin
afturat.
Ótrúliga snópisligt
OYGGJALEIKIR
Hetta setir ætlaðu oyggjaleikirnar í Føroyum í 2019, í
stóran vanda, sigur forsetin í ÍSF, Petur Elias Petersen
Áki Bertholdsen
- Vit gera so skjótt av, sum vit
kunnu.
Tað sigur Bjørn Patursson,
stjóri á Búnaðarstovuni.
Tórshavnar
Kommuna
hevur søkt Búnaðarstovuna
um at lendi á Glyvursnesi til
golfvøll.
Golfvøllur hevur avgerð
andi týdning fyri møguleik
arnar hjá føroyingum at fáa
oyggjaleikirnar í 2019, soleið
is, sum ætlanin er.
Umsóknin skal sendast
oyggjaleikanevndini
í
hesum mánaðinum og er
spurningurin um lendi ikki
avgjørdur tá, er tað eitt
alvorligt bakkast fyri før
oysku møguleikunum at fáa
oyggjaleikirnar, sigur forset
in í ÍSF, í aðrari grein her á
síðunum.
Ongar vónir
Men stjórin á Búnaðarstovu
ni sigur, at tað skal hann ikki
gera sær vónir um.
- Hetta er eitt stórt mál,
sum vit taka í ramasta álvara
og eg dugi ikki á nakran hátt
at hugsa mær, hvussu málið
kann vera avgreitt hendan
næsta mánaðin, sigur Bjørn
Patursson.
Hann
sigur,
at
sama,
hvussu vælviljaðir allir part
ar eru, væntar hann ikki, at
øll viðurskifti kunnu verða
avgreidd, áðrenn frestin at
søkja um vertskapin fyri
oyggjaleikunum í 2019, er
farin.
Lógin um landsjørð varð
broytt í vár við tí fyri eyga,
at tað skuldi bera til at fáa
burtur av einum festi til al
mannagagnlig endamál.
- Tann 25 juni fekk Bún
aðarstovan umsókn frá Tórs
havnar Kommunu um at fáa
600.000 fermetrar av jørð
á Glyvursnesi, sum skuldu
brúkast til golfvøll og annað.
Men av tí, at Búnaðar
stovan varð stongd í summar
í feriu, varð málið ikki send
festarunum til hoyringar
fyrrenn nú týsdagin, 27.
august.
Festararnir hevur so freist
til 17. september at svara.
-
Fundir
hava
verið
við festararnar og fundir
vera eisini við festararnar
í tilgongdini, sigur Bjørn
Patursson.
- Talan er um eitt stór
mál, serliga fyri tann eina
festaran, tí hetta tekur alt
grundarlagið undan festi
num, sigur Bjørn Patursson.
- Samstundis er talan um
fyrsta málið av hesum slagn
um, síðani lógin varð broytt í
vár, so vit skulu eisini finna
fótafesti og gera okkum
mannagongdir fyri, hvussu
slík mál skulu avgreiðast.
- Tí kann er hugsa mær,
at málsviðgerðin kann verða
eitt sindur drúgvari enn
hendan mánaðin.
Kortini vónar og væntar
hann, at avgerðin kann tak
ast í ár.
- Tað hevði eg væntað, sig
ur Bjørn Patursson.
Ógjørligt at siga
Hann sigur, at í einum máli
sum hesum, er ógjørligt at
siga, hvussu málsviðgerðin
fer at ganga.
- Tað eru tríggir partar
uppi í, Búnaðarstovan, festar
arnir og Tórshavnar Kommu
na og tað kann gera, at málið
dregur út.
- Hinvegin hevur tað stóra
ávirkan
á
málsgongdina,
hvussu væl partarnir semj
ast.
- Semjast kommunan og
festararnir væl, skal tað ikki
standa á okkum at avgreiða
málið, tí vit arbeiða so skjótt,
vit kunnu, leggur stjórin á
Búnaðarstovuni afturat.
Men undir øllum umstøð
um dugir hann ikki at síggja
fyri sær, at viðgerðin kann
vera liðug 1. oktober.
Skuldi tað so hent, at part
arnir ikki semjast og brúka
sínar kærumøguleikar, kann
málið saktans draga út.
Lata seg ikki trýsta
Hinvegin
hevur
Búnað
arstovan heimild at skera
ígjøgnum í slíkum málum
og at avgreiða tey. Er tað ein
møguleiki, tit kunnu um
hugsa so at ÍSF kann halda
tíðarfreistina at senda um
sókn um oyggjaleikir?
- Hetta er ein nýggj heim
ild, Búnaðarstovan hevur
fingið og hetta er sostatt
fyrstu
ferð,
talan
kann
vera um at brúka eina slíka
heimild.
- Eg kann ikki hugsa mær,
at vit fara at brúka hesa
heimildina fyri tað um aðrir
Lendið til golfvøll
ikki klárt til tíðina
Eg dugi ikki at hugsa mær, hvussu málið um lendið til golfvøll
á Glyvursnesi kann verða avgreitt, áðrenn frestin at søkja um
oyggjaleikirnar í 2019, er farin, sigur stjórin á Búnaðastovuni
Ein annar møguleiki er, at vit taka
okkum aftur og lata stafettina víðari
Hetta er eitt stórt
mál, sum vit taka í
ramasta álvara