mánadagur 2. september 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Hann
hevur
fingið
sær
eina vitan, sum hann ikki
kann diskutera við nakran.
Nevniliga innihaldið í loyni
liga sáttmálanum millum
Innlendismálaráðið
og
Copenhagen
Infrastruct
ure
Partners.
Løgtings
maðurin Janus Rein hevur
sum tann skrivað undir
uppá, at hann einki skal
fortelja
úr
sáttmálanum.
Við undirskriftini bindur
hann seg eisini til, at brot
á tagnarskylduna førir til
endurgjaldskrav,
ið
skal
viðgerast av dómstólunum.
Janus Rein er higartil
einasti løgtingsmaður, sum
hevur valt at skriva undir
tagnarskyldu aftur fyri at
sleppa at lesa sáttmálan.
Sceansan, ið fór fram
á advokatkontórinum hjá
Inga Højgaard, var rættuliga
sermerkt. Fartelefonin skuldi
avleverast, ikki var loyvi at
hava penn og pappír við sær,
og hartil var ein hjásitari
til staðar alla tíðina fyri at
hava eyguni við løgtings
manninum.
Talan er um rúgvusmikið
tilfar.
Sum
skilst
einar
400 síður av teksti, tá øll
fylgiskjølini eru tald við.
Kritikkurin
Lógaruppskotið hjá Kára P.
Højgaard hevur verið fyri
hvøssum
atfinningum
í
almenna rúminum. Ikki minst
eftir at fjølmiðlar fingu innlit
í eina frágreiðing frá teimum
trimum
fakdeildunum
í
Innlendismálaráðnum,
ið
er rættuliga kritisk móti
lógaruppskotinum. Frágreið
ingin er skrivað 4. juli, eina
viku eftir at sáttmálin millum
Innlendismálaráðið
og
Copenhagen Infrastructure
Partners upprunaliga skuldi
undirskrivast. Frágreiðingin
er skrivað av fakfólki, sum
bara hava sæð lógaruppskotið
hjá
landsstýrismanninum,
men ikki sjálvan sáttmálan.
Tá
frágreiðingin
bleiv
almenn, segði aðalstjórin í
IMR, at sáttmálin tekur hædd
fyri tí mesta av kritikkinum.
Men hóast Janus Rein
hevur sæð sáttmálan, so
kann hann hvørki vátta
ella
avsanna,
um
sátt
málin
nú
eisini
tekur
hædd fyri kritikkium hjá
fakdeildunum.
- Nei, tað fái eg ikki svarað
uppá. Har eri eg bundin av
tagnarskyldu, sigur Janus
Rein.
Roknast kann við, at
viðmerkingarnar
frá
ser
frøðini
í
Innlendismála
ráðnum koma at merkja
orðaskiftið í løgtinginum,
tá lógaruppskotið hjá lands
stýrismanninum
kemur
aftur úr Rættarnevndini og
til 2. viðgerð. Og tað gevur
uttanflokkatingmanninum
ein trupulleika. Tí Janus
Rein hevur sum longu nevnt
bundið seg til ikki at brúka ta
vitan, sum hann hevur lisið
seg til á skrivstovuni hjá Inga
Højgaard.
Løgtingsmaðurin
er
somikið
avmarkaður,
at
hann ikki fær svarað, tá
vit spyrja hann, um tað er
nakað í sáttmálanum, sum
hann stúrsar yvir. Um har er
nakað í sáttmálanum, sum
hann ikki kanst taka undir
við. Ella um har er nakað
í sáttmálanum, sum hann
kennir teg noyddan at kunna
løgtingið um.
- Svarið er tað sama til
allar spurningarnar. Eg fái
ikki gjørt viðmerkingar til
teir, sigur Janus Rein.
Janus Rein ásannar, at
avgerðin um at binda seg
sjálvan til tagnarskyldu kann
avmarka hansara leiklut, tá
lógaruppskotið hjá Kára P.
Højgaard kemur til 2. viðgerð
í løgtinginum.
- Tað vildi kanska verið
sigandi fyri støðuna, um eg
fór upp á tingsins røðarapall
og brúkti mína talitíð í
stillheit, sigur Janus Rein.
Grundarlagið
Hóast avmarkingarnar valdi
uttanflokkatingamaðurin
kortini at lesa sáttmálan.
Janus Rein hevur í fleiri
umførum hartað landsstýris
mannin í innlendismálum
fyri at gera ein sáttmála, sum
er loyniligur fyri almenn
inginum. Og støðan bleiv ikki
betri, tá løgtingið fór undir
at viðgera eitt lógaruppskot,
sum er smíðað beinleiðis upp
ímóti hesum loyniliga sátt
mála.
- Løgtingið skal viðgera
eitt lógaruppskot, sum er
skrivað beinleiðis upp ímóti
einum loyniligum sáttmála.
Sum løgtingsmaður kann eg
ikki lóggeva í blindum, og tí
valdi eg at biðja um at lesa
sáttmálan, sigur Janus Rein.
Hann
vil
við
øðrum
orðum hava eitt fullfíggjað
grundarlag at taka støðu út
frá, og hevur tí valt at gjalda
prísin.
- Eg eri greiður yvir, at
tagnarskyldan gevur mær ein
trupulleika í framhaldandi
viðgerðini
av
málinum.
Tí mín argumentatión vil
sjálvandi altíð byggja á ta
vitan, ið eg havi um málið.
Og eg eri ikki ein telda, sum
kann programerast til at
sortera í vitanini. Men eg
verði noyddur at sortera í
vitanini, soleiðis at eg haldi
meg til ta tagnarskyldu,
ið eg havi bundið meg til í
trúnaðarskjalinum.
Janus Rein er sum skilst
einasti løgtingslimur, sum
higartil hevur valt at lesa
sáttmálan. Uttanflokkating
maðurin sigur seg vóna, at
aðrir løgtingslimir gera tað
sama.
- Eg veit væl, at fyri
nøkur tingfólk er tað eitt
prinsippmál, at tey vilja
ikki lesa tilfarið við teim
um
bindingum,
sum
tagnarskyldan
hevur
við
sær. Men fyri meg og fyri
fólkaræðið
annars
hevði
tað verið gott, um vit vóru
fleiri løgtingslimir, ið kundu
diskuterað innihaldið í sátt
málanum.
Enn er ógreitt, um ella
nær lógaruppskotið hjá Kára
P. Højgaard kemur inn aftur í
løgtingssalin. Uppskotið ligg
ur í Rættarnevndini, sum tó
ikki hevur ásett nýggjan fund
enn. Forkvinnan í nevndini,
Elsebeth M. Gunnleygsdóttir,
sigur seg bíða við viðgerðini,
til hon fær boð um annað frá
løgmanni, sum í sínum lagi
roynir at finna stevið millum
samgongulimirnar.
- Eg kann ikki
atkvøða í blindum
Uttanflokkatingmaðurin Janus Rein hevur nú valt at lesa loyniliga sáttmálan millum
Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners, hóast hann harvið
bindur seg sjálvan av tagnarskyldu um alt, sum stendur í sáttmálanum
Janus Rein,
uttanflokkatingmaður,
hevur sum tann fyrsti
løgtingslimur valt at
lesa loyniliga sáttmálan
millum Innlendismálaráðið
og Copenhagen
Infrastructure Partners
Ingi Højgaard, stjóri í P/F Eysturoyartunnilin, skal tryggja,
at sáttmálin millum IMR og CIP verður verandi loyniligur.
Løgtingslimir skulu møta á skrivstovuni hjá advokatinum,
skriva undir trúnaðarskjal og harumframt avlevera telefon,
penn og pappír, áðrenn teir sleppa at lesa saman við hjásitara