mánadagur 2. september 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
- Vit standa í dag sum vitni
til ein sokallaðan parla
mentariskan glantrileik, sum
neyvan nakrantíð hevur sæð
sín líka í einum framkomnum
civiliseraðum landi, segði
Bjørn á Heygum, tá hann tók
orðið á mótmælistiltakinum
á Vaglinum í Havn leygar
dagin.
Aktuella
tunnilsmálið
fylti sum vera man nógv á
Vaglinum. Um tað málið segði
advokaturin, sum eisini er
fyrrverandi løgtingsmaður:
- Tunnilsmálið er besta
dømi um tað totalu vanvirð
ing, mótvegis øllum tí, sum
bara ber brá av serfrøði, vís
ind og professionalismu, sum
gera seg galdandi millum
okkara politikarar. Her verð
ur als ikki sett nakað spurn
artekin við tyngjandi sam
felagsliga kostnaðin av eini
slíkari loysn, og ei heldur at
føroyski borgarin skal rinda
milliardir
í
óneyðugum
eykaútreiðslum, sum allar
fara beint av landinum til
ein danskan pensiónskassa,
og ikki at forgloyma nakrar
útvaldar spekulantar, sum
hava tryggjað sær milliónir í
persónligum vinningi hvørt
ár fyri okkara rokning næstu
30-50 árini, segði Bjørn á
Heygum.
Advokaturin spurdi, hví
ikki verður lurtað eftir ser
frøðini.
- Løgting og landsstýrið er
áður ávarðað av fakfólki, mill
um annað teirra egna stovni
Landsverk,
móti
soleiðis
í óðum verkum, og uttan
nakrar fakligar greiningar
og metingar yvirhøvur, at
avreiða henda einkarættin
til eitt privat felag. Báðir
fyrverandi
formenninir
fyri Búskaparráðið Johnny
í Grótinum og Jørn Astrup
Hansen hava nú staðiliga
mælt frá at fremja hesa
fyri samfelagið beinleiðis
skaðiligu ætlan, segði Bjørn
á Heygum og tók eisini aðrar
navngivnar persónar fram.
- Spurningurin er so um
allar hesar ávarðandi røddir,
sum jú umboða frægastu
serfrøði innan fyri búskap
og
peningaviðurskifti
í
Føroyum, rína við hesar
menn og kvinnur á Føroya
Løgtingi, sum fyri rættiliga
stóran
part
viðkomandi
hava hetta heilt margháttliga
innbygda stykni til alt sum
eitur lærdóm og vitan, segði
Bjørn á Heygum.
Bastian
Elin
Michelsen
reisti
spurningin,
um
okkara
fólkavaldu,
tað
veri
seg
samgonga
og
andstøða,
kenna sín leiklut í aktuella
tunnilsmálinum.
- Vit hava fingið eina
samgongu við samhugaðum
úr andstøðuni, sum yppa
øksl og atkvøða fyri, tá tey
fáa eina lóg at taka støðu
til. Eina lóg, sum skal geva
loyvi til ein sáttmála, ið tey
ikki ána hvat inniheldur. Tey
hava ikki peiling av, hvussu
hesin sáttmáli í ringasta føri
kann svínabinda land og
tjóð í 50 ár fram – tey velja at
blunda fyri hesum veruleika
og lata undirhondsavtalur og
rossahandlar ráða, segði Elin
Michelsen.
Speiskliga
samanbar
hon aktuellu støðuna við
kendu søguna um lívið í
Kardamummubýnum,
og
í myndataluni fekk eisini
løgmaður ein høvuðsleiklut.
- Tað er uppgávan hjá
einum løgmanni at vera
politisturin, ið syrgir fyri,
at hini í samgonguni og
í
tinginum
skikka
sær
ordiligt, og halda seg innan
fyri teir karmar, ið tey hava
at virka undir. Well, kanska
man kann siga, at okkara
løgmaður er politistur. Men
í besta føri hava vit so fingið
ein politimeistara Bastian.
Hann í Kardamummubýnum,
sum
ikki
kann
torga
konfrontatiónir,
og
sum
gongur og slættar sjógv
og syngur vísur, meðan
dólgarnir bróta inn, bæði hjá
bakara og slaktara. Okkara
Bastian letur sjálvur annar
hurðina upp inn til slagtaran,
og
biður
dólgarnar
um
vælsignaðar koma og fáa sær
úr landsbankafæðnum og úr
framtíð Føroya, segði Elin
Michelsen.
Við
greiðari
adressu
til
løgmann
minti
Elin
Michelsen
á,
at
okkara
politiska skipan krevur ein
sterkan leiðara.
- Beint nú má eg siga, at
eg havi dýrandi vaml og mítt
etiska
barometur
peikar
beint niðureftir, hvørja ferð
eitt snuskut mál afturat
verður
sópað
inn
undir
gólvteppið hjá Bastian, sum
er so fittur, og sum hevur fult
álit á øllum dólgunum.
- Í einum demokratiskum
samfelag
hevur
man
ta
leiðslu, man hevur uppiborið.
Hetta spøkir í høvdinum á
mær alla tíðina. Vit hava valt
tey, men kenna okkum snýtt
allíkavæl, tí tey hava lumpað
okkum, segði Elin Michelsen
í røðu sínari á Vaglinum í
Havn leygardagin.
Røðarar
á
Vaglinum
leygardagin vóru, umframt
Bjørn á Heygum og Elin
Michelsen, Jonhard Mikkel
sen, Sirið Stenberg, Leivur
Persson og Regin Winther
Poulsen.
Glantrileikur og
Kardamummubýur
Landsins leiðsla fekk av grovfílini á Vaglinum leygardagin. Bjørn á Heygum brúkti
lýsingarorð sum parlamentariskan glantrileik, meðan Elin Michelsen samanbar
løgmann við politimeistaran Bastian í Kardamummubýnum.
FAKTA
– hesi feløg vóru við í
mótmælistiltakinum á
Vaglinum leygardagin:
Akademikarafelag Føroya, Arkitektafelag
Føroya, Bioanalytikarafelagið, Búskapar- og
løgfrøðingafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið,
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar,
Fysioterapeutfelag Føroya, Føroya Arbeiðarafelag,
Føroya Byggifrøðingafelag, Føroya Fiskimannafelag,
Føroya Handverkarafelag, Føroya Lærarafelag, Føroya
Pedagogfelag, Føroya Tekniska Lærarafelag, Føroya
Verkfrøðingafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag,
Havnar Arbeiðsmannafelag, Heilsurøktarafelagið,
Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost- og føðslufelag
Føroya, Landsfelag handverkaranna, Leikarafelag
Føroya, Ljóðsmøðrafelag Føroya, Magistarafelag
Føroya, Maskinmeistarafelagið, Musikklærarafelag
Føroya, Radiografar í Føroyum, Rithøvundafelag
Føroya, Starvsmannafelagið, Yrkisfelagið Miðnám,
Framsøkin Ung, Sosalistisk Ung, Unga Tjóðveldið.