mánadagur 2. september 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilhjálmur góði vinmaðurin,
hjarta
hevur
ikki
kenst
tyngri áður enn hesar farnu
dagarnar.
Tá ið tú missir ein sálarvin,
sum so fáir unnast einum at
finna á lívsleiðini, eru orð so
fátøk, at tú mest sum gevst,
áðrenn tú fær fest nakað á
blað.
Tú hevur verið mær og
Dianu ein so einastandandi
vinur góði, altíð vinsælur, al
tíð trúgvur og umhusgin, altíð
so ómetaliga ósjálvsøkin.
Diana og tú eru ikki syskin
av blóði, men tú hevur verið
sum ein eldri bróður hennara,
sum altíð hevur verið har, og
hevur vart hana og skilt hana
í øllum støðum, ongantíð
dømandi, altíð skiljandi og
stuðlandi, hjartans tøkk fyri
tað Vilhjálmur.
Øll vit menniskju hava
lýti. Men tað er ilt at finna
nakað lýti av týdningi hjá
tær Vilhjámur. Tú hevur
eitt leiðaraljós innan í tær,
sum hevur hildið tær á kós.
Tú hevur havt eina stilla og
sterka trúgv, klettafastur í
tínum, men sum teir gomlu,
lítilátin í framburði.
Hóast ósjálvsøkin hevur
tú ikki verið uttan stremban,
stillisliga og uttan hóvasták
hevur tú nátt so nógvum
málum í lívsskeiði tínum,
sum fáum er unt.
Í Súsan hevur tú funnið tín
lívs kærleika. So týðum segði
tú mær, at hon er betra helvt
tín, og mildni og kærleikin
sást í andlitsbrøgdum tínum,
tá ið um hana varð tosað. Og
sum tú segði: “Tað er henni
fyri at takka, at eg havi alt
tað eg havi her í lívinum.”
Takk Súsan, fyri alt tað, ið
tú hevur verið fyri Vilhjálm,
hjá tær hevur hann funnið
sálarfriðin og styrkina í lívin
um góða. Uttan teg hevði
Vilhjálmur bara verið hálvur
í ferð síni gjøgnum lívið. Tú
gjørdi Vilhjálm heilan sum
menniskja.
Tyngdin, ið liggur at hjarta
tínum, nívir sálina so sáran,
vit eru so ómetalaga sorgar
bundin tína og Andreasar
vegna.
Andreas góði, pápi tín
elskaði teg so ómetalaga
nógv, hann var so stoltur av
tær. Og vit síggja so nógv av
honum aftur í tær góði, tú er
eitt so gott og deiligt menn
iskja. Tú skal vita góði, at
pápi tín livir víðari í hjarta
tínum, og har kann tú altíð
kenna fløvan av honum.
Gunnar, tú og Vilhjálm
ur hava havt eitt so eina
standandi bróðurband. Mær
festist í minni tá Vilhjálmur
segði, at tað ongantíð hevði
verið hálvtalað klandursorð
tykkara millum, tit hava ver
ið signaðir sum brøður.
Angelika og Annika, tað er
gott at vita at tit hava havt
ein so góðan beiggja, sum
onkursvegna var hin saml
andi orkan í familjuni.
Og Grimhild góða, ein
móður eigur ikki at síggja
børn síni fara; men tíverri
eru vit ikki harrar yvir lívs
streinginum hjá tí einstaka.
Mátti tú funni frið í minn
inum um alt tað góða, sum
Vilhjálmur hevur verið fyri
teg og tíni, hann hevur verið
eitt vælsignilsi hjá tær og
tykkum.
Vilhjálmur góði, tú lá
undir tí góða orðinum; har ið
ósemjur vóru, rætti tú semju
hondina fram, eisini har
órætturin var tær óskiljandi.
Tú fer av hesum foldum við
slættum borði. Hvør, ið enn
situr eftir og ikki fekk greitt
síni viðurskifti við teg skal
vita, at einki agg var innan
í tær Vilhjálmur góði, tað lá
ikki til tín. Mátti tað verði ein
setningur til okkara, ið eftir
sita um ikki at lata gomul sár
bløða.
Pauli, Diana, Rani, Fríði,
Tinna og Sólja vilja við hes
um fáu orðum takka tær
Vilhjálmi fyri allar tær ríku
løtur, okkum untist at hava
saman við tær. Jesus Pápin
fylgi tær góði.
Lívsdirvi kemst ei av bínandi
monnum.
Tað kemst av harðvunnum
sigrum
vunnum
av leikandi árum
fast kreptar í lógva
í tolli at bárum
har rangt er tær sjógva.
Tá hendur umgirða
og knørrin fram hirða,
teir ótamdu synir
væl byggja várt land
Sum Kornus tú Vilhjálmur
stríðist á læri,
tí árin er brandur
og brynjan er farið.
Men brotasjógvar
enn reisast um streingir;
hvølva brátt bátin
og svølgja teir dreingir,
ið settu sær mál.
Men tøkk at tú stríddist
um broddin hin harða.
Tær Atlandsmótið
vit seta sum varða.
Takk fyri alt vælsignaði vin
urin Vilhjálmur.
Vilhjálmur Gregoriussen
10. juni 1962 – 21. juli 2013
nøvn
eblaðið
sos.fo
Bíleggið kalendaran nú
og sendið hann út í heimin
Tel. 341800
Johanna Vang · johanna@sos.fo
Ann Christiansen · ann@sos.fo
2014