Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. septmeber 2013 · Nr. 101 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Bjørt samuelsen Kjak síða 8 Um blanko­ kekk at privatisera Johan Petersen Kjak síða 8 Ser­ frøð­in pro­ stituerað seg sjálva Tað eru hugalig tíðindi at frætta, at tað alemnna umsíðir hevur tikið seg sam­an um at gera nakað, sum mun­ar, við íbúðarmarknaðin í Før­ oy­um. Mánadagin kunnugjørdu Bú­ stað­ir – tað sum fyrr var Húsa­ lans­grunn­ur­in – at stovnurin er at byggja 30 leiguíbúðir í miðbýnum í Klaks­vík. Fyri kommununa hevur hetta sum vera man stóran týdning, men tað hevur tað av sonnum eisini bú­stað­a­mark­nað­in í landinum sum heild. Bústaðir hava boðað frá, at ætl­ anin er at byggja um 100 bústaðir um árið næstu seks-sjey árini, og tað fer at síggjast aftur á føroyska bústaðamarknaðinum. Aðrir batar eru eisini hendir, sum hava ligið á lánið í fleiri ár – fyri ikki at siga altíð. Leigulógin er eitt týðandi stig til tess at fáa skil á leigumarknaðinum, har umstøðurnar hava verið púrasta óskipaðar. Meðan fólk í Havn hava havt eitt eiti av eini leigulóg, so hevur hon ikki verið galdandi uttan fyri høvuðsstaðarkommuna. Men nú hava vit eina leigulóg, sum regulerar viðskifti millum leigara og útleigara, og tað er gott fyri allar partar og ein stórur bata fyri bústaðamarkanðin sum heild. Aðrar lógir eru eisini samtyktar, sum bøta um viðurskiftini hjá húsaeigarum. Tað er lógin um ognarskiftistryggking, sum skal regulera viðurskiftini, tá húsaognir verða keyptar og seldar. Her hevur stórt óskil valdað í fleiri ár, har hvørki keypari ella seljari hava havt síni rættindi tryggjað. Slíkt skapar sjálvsagt ósemjur, sum vit høvdu sloppið undan, um viðurskifitni vórðu skipað, har hvør visti, hvørji rættindi hvør hevði, og har sami húsameklari sjálvandi ikki kann umboða bæði seljara og keypara. Slíkir batar eru at fegnast um – serliga í hesum tíðum, tá fólkaminkingin er ein so stór hóttan móti framtíð okkara. Tá so nógv fólk flyta av landinum í lestrarørum – vitandi um, at tey ikki ætla sær at flyta heimaftur. Tí er gott, at vit veruliga fáa ein skipaðan leiguíbúðarmarknað – skipaður undir almenna felagnum Bústaðir, sum soleiðis eisini verður fyrimyndin hjá privata leigumarknaðinum í Føroyum. Sambært Bústøðum, so eru um 200 leiguíbúðir ávegis, har tað nú ber til at teknað seg til eina. 23 av eru í gerð, meðan hinar verða fyrireikaðar í løtuni. batar við bústøðum Stóra íbúðarætlanin hjá Bú­støðum í Klaksvík tekur pláss­ið, har campingvognar van­liga halda til á Summ­ar­ fest­i­val­i­num, men mongu camp­ist­ar­nir verða ikki heim­leysir fyri tað. Jógvan Skorheim, borg­ ar­stjóri í Klaksvík, segði við in.fo í gjár, at tey í fleiri um­ før­um hava tosað um, hvussu cam­p­ing­økið kann skip­ast í fram­tíðini. – Bæði vit og festi­val­fyr­ i­r­eik­ar­ar­nir ­hava alla­tíð­ina vit­að, at verandi camp­ing­øk­ i­ð er júst har, sum mið­bý­ar­ ætl­an­in skal gerast veru­leiki, og tí hava vit umrøtt fleiri møg­u­leikar. – Ein rættiliga upp­lagd­ ur møg­u­leiki er, at camp­ ing­økið komandi ár verður flutt yv­ir á ítrótt­ar­øk­i­ð. Tað vil siga á park­ering­s­økju­ num, sum eru við hall­ir­nar, umframt at vøll­urin sjálvur eisini kann nýtast, um hann verður dekk­að­ur við plát­um. Eisini er eitt øki til fræls­ an ítrótt við í lang­tí­ð­ar­ætl­ ani­ni fyri Klaksvík. Hetta skal ætlandi standa klárt til Oyggjaleikirnar, sum vænt­ andi verða hildnir í Før­oy­ um í 2019, men verð­ur hetta økið planerað longu nú, kann hetta eisini nýt­ast sum campingøki. – Tað hevur eisini nakrar fyr­i­munir, um campingøkið er beint við ítróttarhallirnar og Svim­ji­høllina, tí her eru jú góðir møguleikar til brúsu og aðrar hent­leik­ar. Undir øllum um­støðum ætla vit ikki, at camp­ing­gest­ir­nir skulu hava verri møgu­leikar í 2014 enn teir hava havt til aðrar Summ­ar­festivalar, sigur borg­ar­stjór­in í Klaksvík. Gera nýtt campingøki Ofta verður sagt ella skrivað “hjá” í staðin fyri “á”, t.d. armurin hjá honum er brotin, hárið hjá henni er so vakurt, og hann meiddi fingurin hjá sær. Eisini stendur at lesa um ávíst slag av fólkatónleiki, sum fellur væl í oyruni hjá øllum, og so var tað fótbóltsleikarin, sum rakti beint á beinið hjá málverjanum. Nýta vit orðið “hjá”, hevur tað eina aðra merking – so snýr tað seg um ognarviðurskifti, t.d. húsini hjá mær, bilurin hjá henni. Men snýr tað seg um kropspartar, skulu vit nýta “á”, t.d. armurin á honum, hárið á henni, fingurin á einum, oyruni á fólki og beinið á málverjanum. Somuleiðis er, um tað snýr seg um djór: tað eitur t.d. halin á hundinum, oyruni á kettuni og hógvarnir á rossinum. Vit nýta tó “í” um kropspartar, sum eru innvortis, t.d. eyguni í gentuni, hjartað (lunguni, nýruni, magin) í fólki og mønan í hvalinum. Eisini skulu vit siga: málið í ella á einum og ikki hjá einum: Eg havi ikki hoyrt málið í tær so leingi, eg helt meg hoyra málið á tær (t.e. hoyra teg tosa), og tað er einki mál í tær (t.e. um ein, ið er avmæltur). Í myndamáli eru fleiri slík dømi: Hjartað er sum í orminum kann verða sagt um ein, ið hevur sterkt hjarta. Og eyguni eru sum í hemri verður sagt um ein, sum kveitir og ansar eftir øllum, er hvassoygdur. Málið er sum í sandflundru kann verða sagt um ein, ið hevur ússaligt mál at syngja við, er klænmæltur. Hjá – á og í Tað eru góð tíðindi, at um 200 leigubústaðir eru ávegis Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum