týsdagur 3. september 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. septmeber 2013 · Nr. 101
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lygn ella fávitska?
Thorbjörn Brochs
Fyri nökrum dögum síðani sá
eg eina grein, sum æt “Gamalt
var, at ein steinaði börn síni”
ella nakað sum líktist. So varð
víst til Bíbliuna, at ein har
kundi finna útav, hvussu ein
skuldi gera tá hetta og hætta
hendi. Tá ið Bíblian verður
tikin fram, er tað ikki ofta, at
fólk hava sett seg inn í, hvat
samband er millum teirra tos
og tað Bíblian veruliga sigur.
Í hesum föri er greinskrivarin
óvitandi um, nær og hvar
tann lógin var galdandi, sum
hann umtalaði.
Stutt sagt var lógin bert
galdandi í einum avmarkað
um felagsskapi. Hann ið ikki
vildi vera í felagsskapinum,
kundi fara av landinum, og
nökur gjördi tað eisini. Tó ikki
nógv, tí hóast har vóru lógir
at halda, so var har oftast
gott landaskil. T.d. hövdu
kvinnur
arvarætt,
nakað
sum var heilt óhugsandi í
grannalondunum. Eitt annað
sum var serligt í Ísrael var,
at eingin kundi dömast, um
nakar ivi var. Og hvör var
dómari? Verjin var dómari.
Og tað var ikki familian, sum
skuldi útinna dómin.
Tað er ófatiligt, at nakar
ídag kann vera óvitandi
um, at seremonilógirnar og
revsilógirnar, sum vóru gald
andi í gamla Ísrael, longu
vóru avtiknar í árinum 31
eftir okkara tíðarrokning,
tað árið Jesus (Messias) varð
krossfestur. Men nú veit eg
sjálvandi, at nógvar lygnir
verða sagdar og skrivaðar,
tí fólk hava hug at trúgva
“spennandi” sögur. Hetta vita
bæði tíðindafólk og “human
istar”. “Vísindafólk” hava sagt,
at sögan um Ábraham ikki
kann vera sonn, tí á hansara
tíð hövdu menn ikki kamelar.
Verulig vísindafólk vita væl,
at menn hövdu kamelar áðr
enn ta tíð.
Álopini eru nógv, og eg
havi ilt við at trúgva, at talan
bert er um fávitsku.
Um blankokekk at
privatisera tunlar
Bjørt Samuelsen
tingkvinna
Sonevndi blankokekkurin -
einkarrættarlógin, sum Løg
tingið í 2010 samtykti - hevur
verið nógv umrøddur og varð
eisini nevndur á mótmælis
tiltakinum,
sum
savnaði
túsundtals fólk leygardagin.
Ein av framúr góðu røðarun
um helt fyri, at eingin í Løg
tinginum var ímóti lógini.
Tað vóru tað. Í sambandi
við viðgerðina av tingmáli
161/2009, varð áhaldandi víst
á, at hetta var at privatisera
Skálafjarðatunnilin
við
bindi fyri eyguni. Loyvi
mær at prenta nøkur brot
úr álitinum, undirritaða sum
minniluti í Rættarnevndini
skrivaði tá:
”Tunnilin er ein skila
góð íløga, sum fer at skapa
vøkstur og hevur góðar
fyritreytir fyri at bera seg
væl. Uppskotið er ikki ein
spurningur um at vera fyri
ella ímóti Skálafjarðartunli
num, men ein spurningur
um, at landið upp á forhond
við lóg verður bundið til
at gera avtalu við eitt ávíst
felag, áðrenn treytirnar fyri
avtaluni við felagið eru kend
ar.
Lógin ... gevur felagum
rættindi og trygd, og still
ar landið í eina sera veika
samráðingarstøðu.
Sam
stundis bindur landið seg
á ymiskan hátt, soleiðis at
felagið fær endurgjald fyri
mistar inntøkur. Ei heldur
her ber til at kenna avleiðing
arnar, tí treytirnar verða at
finna í avtaluni, sum lands
stýriskvinnan fer at gera við
felagið.
Í lóginin eru so nógvar
óvissur, at um Løgtingið
samtykkir hesa lóg, er tað at
samanbera við at privatisera
ein undirsjóvartunnil við
bindi fyri eyguni!
Minnilutin vísir í hesum
sambandi til teir 53 spurn
ingarnar, sum Rættarnevndin
sendi Innlendismálaráðnum
um lógina, umframt spurn
ingarnar, sum løgfrøðin hjá
løgtingsumsitingini
hevur
sett til lógina. Fleiri av hes
um spurningum hevur Inn
lendismálaráðið ikki kunnað
svarað greitt.
Heldur ikki er støða tikin
til avleiddar verkætlanir fyri
nærri 200 milliónir krónur.
Útbyggingar,
sum
landið
verður at gera, og sum mugu
inn í raðfestingarnar hjá
landskassanum.
Ikki minst tí at talan er
um eina útbygging, sum ber
seg sera væl fíggjarliga, eru í
veruleikanum fáar forðingar
- aðrar enn politiskar - fyri,
at landið sjálvt kann byggja
tunnilin. Landið kann læna
pengar til munandi lægri
rentu enn privat feløg, tí
landið verður mett at hava
høgt kredittvirði.
Tá landið kortini velur at
lata privat átaka sær størstu
útbygging
í
infrakervi
okkara nakrantíð, má eitt
minsta krav vera, at verk
ætlanin verður boðin út.
Úbjóðing er einasti háttur,
landið kann tryggja sær, at
undirsjóvartunnilin verður
gjørdur við lægst møguligu
forrentning av eginogn og
bíligastu fígging, soleiðis at
landsins borgarar ikki skulu
gjalda ein óneyðugan ovur
prís.
Tað er eisini ein álvarsom
tilsíðusetan av javnbjóðis
rættindunum hjá vinnunum
at bjóða seg fram til stór
arbeiði, landið setir í gongd.
Fíggjarligi parturin
Nevndin hevur ikki fingið
útrokningar, sum lýsa fíggj
arligu
viðurskifini
kring
verkætlanina og eitt nú
inntøkur, og hvussu stórt
avkast felagið væntandi fer
at fáa árliga og yvir 25 – 35
ár (burtusæð frá leysligum
metingum frá Deloitte, sum
vísa á møgueika fyri 9,3% í
avkasti av samlaðum kapi
tali og 15% í eginpenings
avkasti).
Útrokningar, sum áður eru
gjørdar, vísa, at inntøkurnar
frá tunlinum verða væl oman
fyri 100 milliónir krónur
árliga, at talan verður um
milliarda yvirkot yvir 30 ár.
Nevndin hevur fingið at vita,
at felagið arbeiðir við at gera
nýggjar kostnaðarmetingar
og ferðslutøl, men hevur ikki
fingið nýggju metingarnar.
Men, sum skilst verða hesi
tøl frá felagnum partur av
grundarlagnum undir av
taluni við landsstýrið.
Í nevndarviðgerðini er
komið fram, at tað eigur at
verða sett spurnartekin við,
hví felagið sambært meting
unum hjá Deloitte, sær út
til at skula skal hava eitt av
kast, sum er munandi hægri
enn tað “risikoavkast”, sum
hevði verið rímiligt. Tess
hægri avkast, tess meira skal
brúkarin gjalda. Innlendis
málaráðið hevur ikki givið
nakað greitt svar upp á slíkar
spurningar.
Lítil ella stórur vági?
Ein
høvuðsgrundgeving
at lata privata felagnum
verkætlanina er, at landið
sleppur undan stórum váða.
Samstundis skal avkastið
ásetast samsvarandi tí váða,
felagið átekur sær. Men, tað
fyriliggur ikki nøkur váða
meting, sum nevndin hevur
kunnað fyrihildið seg til.
Mest sannlíkt er váðin við
hesi verkætlan lítil. Eingin
privatur hevði viljað sett eina
milliard í eina verkætlan,
varð hetta ikki mett at vera
ein rímiliga trygg íløga.
At enda vil minnilutin
bara vísa á, at landið, við
at gera Skálfjarðatunnilin
privatan, missir møguleikan
at lata hendan tunnilin verða
part av framtíðar planlegging
av infrakervinum, til dømis í
mun til at gera samhaldsfast
ar skipanir fyri alt okkara
infrakervi.”
Undirritað hin 7. mai 2010.
Løgtingið varð sostatt staði
liga mælt frá at samtykkja
lógina, sum varð samtykt
við einans fimm atkvøðum
ímóti. Leggjast kann afturat,
at EIK-grunnurin, sum tá
átti P/F Skálafjarðatunnilin
saman við LÍV, fyri nevndini
hevði upplýst, at tey neyvan
fóru at seta pening í verk
ætlanina! So, útlitini fyri, at
felagið fór at eydnast, vóru
smá.
Samtykta einkarrættar
lógin er orsøkin til, at KPH
helt seg hava blankokekk at
fara undir samráðingar við
CIP. Ein heimild fleiri væl
skøddir løgfrøðingar hava
víst á, var dottin burtur.
Serfrøðin
prostituerað
seg sjálva
Johan Petersen
Við at luttaka í politiskari
kravgongu
hjá
teimum,
sum rópa harðast, hevur
serfrøðin gjørt seg samseka
í heksajakstran og at gera
gjøldur við løgmanni og
einum
landsstýrismanni,
bara tí hann hevur klárað
tað, sum aðrir undan hon
um ikki hava klárað. Í
hesum er serfrøðin væl
stuðlað av ”óhefta” tíðinda
flutninginum hjá almenna
Kringvarpinum. Kann nak
ar eftir hetta taka ”serfrøð
ina” í álvara?
Leygardagin luttóku 28
fakfeløg í politiskt fyriskip
aðari mótmælisgongu. Har
ímillum vóru Verkfrøðinga
felagið, sum eg sjálvur eri
limur í, og Búskapar- og Løg
frøðingafelagið, sum sigur
seg umboða flestu alment
ansettu starvsfólkini. Bæði
feløgini siga seg saman við
øðrum luttakandi feløgum
umboða serfrøðina í landi
num.
Men við at hava luttik
ið og ikki seinni boða frá,
at tey taka frástøðu frá tí,
sum sambært fjølmiðlu
num kom framm á mót
mælistiltakinum, gera tey
seg samsek í heksajakst
ran og at gera gjøldur við
løgmanni og einum lands
stýrismanni, bara tí hann
við eini heimild fyrst frá
24 tingfólkum í 2010, síðan
staðfest aðruferð frá 25
tingfólkum við lógarbroyt
ing í 2011, triðjuferð í játtan
arkarmum fyri 2013, fjórðu
ferð í fíggjarløgtingslóg fyri
2013 og fimtu ferð í játtan
arkarmum fyri 2014, hevur
megnað at gjørt sáttmál
auppskot um bygging av
Skálafjarðartunlinum.
Nevndu feløg og onn
ur við siga seg ikki verða
hoyrd, tí politiski myndug
leikin ikki ger, so sum hesi
feløg vilja hava myndug
leikan at gera. Men hvussu
kann ein politiskur mynd
ugleiki taka hesi feløg og
limir tess í álvara, tá ið tey
nú hava víst sítt veruliga
andlit: partapolitisk ávirk
að serfrøði!
Veit ikki um Fiskimann
afelagið luttók í mótmæli
sgonguni, men tess umboð
vóru í hvussu so er sera
ivasom um rættleikan í
at luttaka í tiltakinum.
Hetta hevur eftir øllum at
døma ikki komið Verkfrøð
ingafelagnum ella Búskap
ar- og Løgfrøðingafelag
num til hugs.
Hvør kann framyvir taka
”serfrøðina” í álvara?