týsdagur 3. september 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. septmeber 2013 · Nr. 101
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Minningarorð um vinkonu okkara
Mariu Poulsen
Fødd tann 25. august 1944 Deyð tann 8. september 2012
Góða Maria.
25. august hevði tú verðið
69 ár, hevði tú livað. Men
krabbamein, sum kom sníkj
andi inn á teg fyri umleið
trimum árum síðan, bleiv
so ógvusligt hjá tær. Og tú
kempaði og gjørdi alt, sum
var í tínari makt fyri at verða
frísk aftur. Men tíverri, tað
eydnaðist ikki.
Tann 8. sept. 2012 læt tú
eyguni aftur fyri seinastu
ferð.
Vit báðar komu at kenn
ast, tá ið vit í 1970 komu at
búgva hurð um hurð á Hvarv
inum í Havn. Ein sera góð
tíð, vit vóru ungar og raskar.
Maður og børn var fremst í
huga okkara.
Maria var sjúkrasystir,
og eg minnist eg hugsaði, at
fittari og mildari kundi ein
sjúkrasystir ikki vera. Rætt
hevði eg, havi hoyrt at hon
var ein sera dugnalig sjúkra
systir. Og lat meg siga tað her
beinanvegin, at hon var sera
glað fyri sítt arbeiðspláss,
tosaði mangan um sínar
fittu starvsfelagar.
Hon var sera tolin við øll,
ongantíð kann eg minnast
Mariu tosa við harðari rødd.
Líka mild sum eg havi hoyrt,
hon var, tá hon var til ar
beiðis, var hon eisini heima
við hús, hjá Peturi Arndis og
Ragnari. Hon elskaði hesi trý
menniskjuni.
Í 1973/1974 fluttu hesar
familjurnar báðar fra Hvarvi
num. Maria og Petur við báð
um børnunum út í nýggju
hús teirra á Bíggjarvegi 2, og
vit niðan í Svanga.
Nú vit ikki vóru grannar,
var gott at hava bindiklubban
“MESKAN” (navnið er sett
saman av fyrsta stavi í
navninum hjá okkum 6 bind
iklubbakonunum.) Har hava
verið nógvar góðar løtur nú
í skjótt 40 ár. Og næstan á
hvørjum ári hava vit verið
eitt vikuskifti úti á onkrari
bygd saman við monnunum,
vit eru komin víða, og vit
hava eisini verið uttanlands.
Minnisríkar løtur og gott at
minnast aftur á.
Seinasti túrurin hjá okk
um var í juni mánaða í fjør.
Minnist vit sótu og tosaðu
um, hvar vit skuldu fara í
ár, og nær tað skuldi verða,
minnist Maria var skjót at
svara: “Lat tað bara verða
skjótt, ikki bíða ov leingi, lat
okkum bara fara nú í juni,
einki at bíða við” . Hon visti
meira, enn vit hugsaðu ta
løtuna, hon visti eisini tá,
at hjá henni var einki meira
at gera, og sum sjúkrasystir
hvønn veg tað bar. Vit høvdu
ein so deiligan túr á Oyrar
bakka, og Maria hugnaði sær
og var væl til passar og glað
fyri túrin. Haldi tað var ein
av hennara seinastu túrum
út um Havnina.
Tríggjar mánaðar aftaná
var hon farin.
MESKAN verður ongantið
tann sama aftur, nú fyrsta
eygað er mist. Saknurin er
stórur, og undarligt er ikki
at hoyra málið og síggja
hennara fitta, blíða snýð.
Og ongantíð koma út aftur
í bindiklubb hjá Mariu, har
sum tað altíð var so deiligt
at vera.
Men størstur er saknurin
og sorgin hjá tær góði Petur,
og hjá Arndis og Ragnari við
makum og so ommubørnu
num. Eitt kann eg siga tykk
um, og tað vita tit eisini, at
Maria elskaði sín mann, síni
børn, síni svigarbørn og síni
ommubørn, og tað var ringt
hjá henni at fara frá tykkum.
Minnist so væl seinastu ferð
eg var og vitjaði hana. Lá í
seingini, væl passað av Peturi,
men illa sjúk. Tey bæði vóru
samd um, at hon skuldi verða
heima sum longst. Minnist
hon segði: ” Eg eri ikki bang
in at doyggja, men hvat hevði
eg ikki hugsað mær at slopp
ið at livað og upplivað míni
ommubørn“. Tað vóru tung
spor hjá mær at fara frá
henni, eg skuldi uttanlands
eina tíð. Báðar hugsaðu tað
sama - hetta er seinastu ferð
vit síggjast . Tað vóru nógv
tár sum runnu ta løtuna,
So vit bæði maðurin og eg
vóru ikki í Vesturkirkjuni, tá
ið Maria varð borin út. Tað
vóru vit sera hørm um.
Góðu tit øll, goymið minn
ini um hana í hjørtum tykk
ara, einki annað kunnu tit
gera, tit gjørdu alt sum tit
kundu gera fyri hana, tá ið
hon hevði brúk fyri tykkum.
Og hon var so sera takksom
fyri tað.
Hugsi eisini um systkini
hjá Mariu og Peturi við fam
iljum, ringt at missa eina so
fitta systur og svigerindu.
Jesus pápi veri hjá tykk
um, og okkum øllum.
Hvíl í friði góða fitta
Maria.
Bindiklubburin
Meskan / Nicolina