Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. septmeber 2013 · Nr. 101 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Roknast kann við, at brekið á Shefa-kaðalinum kostar Før­oya Tele einar tvær milliónir kr­ónur Mest sannlíkt er slitið íkomið av skel­j­a­fiskarum, sum dreggja sunn­an fyri Orkney­ oyggj­ar­nar. Brekið á Shefa-kaðalinum er bert eitt av fleiri, sum eru hend í økinum sunnan fyri Orkn­ey, og talan er um trup­ ul­leika, sum tey á Føroya Tele í fleiri ár hava arbeitt við at loysa. Shefa-kaðalin gongur nevn­liga ígjøgnum eitt øki, har skelj­a­fisk­ar­ar veiða um hesa árs­tíðina, og javnan eru slit íkomin, tá dreggjað er eftir skelj­um. - Nú er hetta slitið somikið nýtt, og tí kann eg ikki her og nú stað­festa, at talan er um slit av hesum ávum, men tað er rætt, at hetta ofta hevur verið at­vold­in, sigur Páll Vest­ur­bú, stjóri á FT Net. Talan er um stóra út­ reiðslu, hvørja ferð slit er á kað­al­i­num. Kostnaðurin fyri at um­væla slík slit liggur um einar tvær milliónir hvørja ferð, og tí hevur Føroya Tele lagt nógv fyri í royndunum at tryggja kaðalin. – Vit hava eitt gott sam­ skifti við myndugleikar í Orkn­ey, men talan er eisini um skip aðrastaðni úr Bret­ landi, og hesi eru ikki eins væl vitandi um vandan, sum lokalu skeljafiskararnir eru. Hartil arbeiða vit eisini við at tryggja kaðalin betur. Eitt nú við at leggja grót oman á kað­al­in, har hann liggur eftir hav­botn­inum. Talan kann eis­ini verða um at leggja sjálv­an kaðalin øðrvísi, men hetta er ikki nakað løtuverk, sig­ur Páll Vesturbú. Dýrir skeljafiskarar Roknað verður við, at skeljafiskimenn hava slitið Shefa-kaðalin sunnan fyri Orkneyoyggjar Eirikur Lindenskov Í samstarvi við Fót­ bólts­sam­band Føroya, hev­ur Tórs­havn­ar Komm­una sett upp nýggj­an stór­skíggja við Tórs­vøll. Eftir ætl­an verð­ur nýggja klokk­an tik­in í nýtslu, tá Før­oyar og Týsk­land spæla U21-landsdyst nú fríggj­a­dag­in. Skíggin er av sama slagi, tó nakað størri, sum skíggin við ovara vøll í Gundadali, og skíggj­an, ið er settur upp við vøllin inni í Vika á Argjum. Støddin á skíggja­ num er 320 tummar. Nýggj klokka á Tórsvølli Eirikur Lindenskov Báður Jákupsson, lista­mað­ ur, letur upp lista­fram­sýn­ ing í Ribarhúsi í Fugl­a­firði fríggjadaginklokkan 16. Fram­sýn­ing­in er opin til mán­adag­in 23. septembur – hvønn yrk­a­dag, frá klokkan 15 til kl 17:30, leygardag frá klokkan 11 til kl 13. Á sýningini verða olju­ máln­ing­ar og vatn­lits­mynd­ ir. – Bárður Jákupsson hevur gjørt nógv gott fyri føroyska list, bæði við penslabørnum sín­um, í skrift, orð og talu. Hann hevur t. d. mangan lat­ið tað føroyska málið í ein list­a­ligan búna, so hetta hev­ur borið tí frumgróðnu, før­oysku listini uppi í blað­gre­i­num, bóklingum og listabókum, skriva fyrireikararnir. Teir siga víðari, at hetta er honum til mikla tign og mikl­an sóma og øðrum at gagni. Í hesum døgum fer list hans­ara at prýða veggirnar í Rib­ar­húsi við strokum úr berg­málmi, syllum, stein­ um, hellum, steinamosa, mos­a­bøkku­m, torvum, grýti og fjør­u­lut­um. Hetta er ein part­ur av list­al­iga skaldskapi hans­ara og ein sjón fyri eyg­ að. Fríggjadagin letur Bárður Jákupsson upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði Í næstum verður skipað fyri skeiði í gøtuhondbólti – street handball – í havnargøtum, sum HSF skipar fyri Oyggjaleikirnir í 2019 eru í vanda. Tað er komið fram, eftir at ÍSF ikki hevur fingið vissu fyri, at golfvøllur verður gjørdur á Glyvursnesi, tí formalitetir ikki eru í lagi. Bárður Jákupsson í Ribarhúsi