leygardagur 24. juni 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JAN MÜLLER
Gongst sum ætlað kunnu
teir fyrstu føroysku næm-
ingarnir á Náttúruvísinda-
deildini á Fróðskaparsetr-
inum fáa eina BS-útbúgving
í kolvetnisverkfrøði um
hálvtannað ár. Hetta er
vorðið greitt, eftir at umboð
fyri Fróðskaparsetrið og
Statoil-oljusamtakið skriv-
aðu undir avtalu hósdagin.
Tað eru tey fýra oljufel-
øgini, Statoil, Phillips, En-
terprise og Veba, sum hava
játtað Fróðskaparsetrinum
600.000 kr. Peningurin skal
brúkast til at byggja upp
eina nýggja útbúgving á
Náttúruvísindadeildini inn-
an oljutøkni. Hetta verður
gjørt við tí endamáli at
útbúgva føroyskar kolvetn-
isverkfrøðingar til at kunna
vera við í menningini av
eini føroyskari oljuvinnu.
Peningurin fer til undirvís-
ing og til at seta skjøtil á
eina rannsóknarstovu fyri
borievju.
Tað eru teir næmingarnir,
sum hava gingið á Støðisút-
búgvingini nú í tvey ár, sum
fáa henda nýggja møgu-
leikan. Av teimum 10 næm-
ingunum, sum verða lidnir
við Støðislesnaðin í ár, fara
5 víðari til BS framhalds-
útbúgvingina í kolvetnis-
verkfrøði. Teir verða so
lidnir um jóltíðir ár 2001.
Eftir lokna útbúgving
hava tey møguleika at fáa
arbeiði í oljuvinnuni, men
kunnu eisini lesa víðari til
masterstig á lærdum háskúl-
um í útlandinum. Tá hava
tey eisini møguleika at gera
høvuðsuppgávur í Føroy-
um, t.d. projektuppgávur,
sum næmingar avtala við
eitt nú oljuídnaðin. Tað er
sera vanligt í øðrum lond-
um, at vinnan og útbúgv-
Fróðskaparsetrið og oljufeløg avtalu:
Oljuútbúgving
á Setrinum
Oljufeløgini Statoil, Phillips, Enter-
prise og Veba hava latið Fróðskapar-
setrinum 600.000 kr. til at fara undir
nýggja kolvetnisútbúgving
ingarstovnar samstarva fyri
at samfelagið kann fáa sum
mest burtur úr.
Hans Pauli Joensen, leið-
ari á Náttúruvísindadeildini
er fegin um nýggjastu avtal-
una við oljufeløgini. Hann
heldur stuðulspening til
slíkar nýggjar útbúgvingar
verða kærkomnan, tí hann
er við til at leggja lunnar
undir nakað, sum vit sjálvi
seinni verða før fyri at
fíggja og menna.
Tað hevur eydnast teim-
um at fáa føroyskar lærarar
til nærum allar lærugrein-
arnar á nýggju BS-útbúgv-
ingini. Hetta heldur Hans
Pauli Joensen vera sera
positivt. Tað hevur týdning
at vit hava fakfólk í Før-
oyum, sum kunnu undirvísa
á teimum nýggju útbúgv-
inginum innan oljutøkni
men eisini á eitt nú KT-øki-
num. Fleiri av undirvísar-
unum koma frá Jarðfrøðis-
savninum og Oljumálastýri-
num, sum eisini arbeiðir við
at leggja til rættis føroyskt
tilfar at brúka í undirvís-
ingini.
Malan Marnerdóttir, rekt-
ari á Fróðskaparsetrinum er
fegin um nýggju útbúgv-
ingina. Hon heldur tað vera
rætt at kunna bjóða føroy-
ingum útbúgving innan kol-
vetni, nú ein slík vinna
tykist gerast veruleiki í Før-
oyum. Hon heldur eins og
Hans Pauli Joensen tað ikki
vera nakað skeivt í tí at taka
ímóti peningi frá oljufel-
øgum. Tá talan er um væl-
defineraðar og avmarkaðar
verkætlanir, sokallað pilot-
projekt, er einki óvanligt í
tí, at vinnan stuðlar almenn-
um lærustovnum.
Síðani samstarv tók seg
upp við Høgskolan í Sta-
vanger í 97 hevur samstarv
tikið seg upp á útbúgving-
arøkinum, ið fevnir um
fleiri ymiskar skúlar. Eitt nú
sjómansskúlar, tekniskar
skúlar og Fróðskaparsetrið,
tvs. at hetta fevnir um van-
liga undirvísing og gransk-
ing. Samanlagt skal alt
hetta kunna gera føroyska
samfelagið betri ført fyri at
taka ímóti tí nýggju avbjóð-
ingini, sum ein oljuvinna er.
Og arbeiðið hevur eisini
longu borið ávøkstur. M.a.
hava boriskeiðini verið so
væleydnað, at fleiri føroy-
ingar hava fingið størv í
Noregi og eftirspurningur er
eftir fleiri.
Tað verður annars høv-
uðsfyrisitingin á Fróðskapa-
rsetrinum við Anniku Joen-
sen sum leiðara, ið fer at
taka sær av umsitingini av
nýggjastu avtaluni millum
Setrið og oljufeløgini.
Vanligt at stuðla
John Inderhaug, leitistjóri
hjá Statoil sigur, at tað er
vanligt, at teir sum oljufelag
stuðla eitt nú útbúgvingar-
stovnum. Teir hava longu
stuðlað stovnum í Føroyum,
og henda nýggja avtalan er
so bert enn eitt stig víðari.
Teir eru hugaðir at halda
fram við at stuðla føroysk-
um útbúgvingum og gransk-
ing, sum hava við eina
komandi oljuvinnu at gera.
Hetta gera teir sjálvandi
eisini fyri sína egnu skuld.
Fyri oljufeløg hevur tað
týdning, at føroyska sam-
felagið útbúgvir síni egnu
fólk til nýggju vinnuna, so-
leiðis at hetta kann gagna
bæði Føroyum og teimum
oljufeløgum, sum vilja ar-
beiða her.
John Inderhaug sigur seg
annars vera væl nøgdan við
støðið á føroyskum útbúgv-
ingarstovnum og heldur, at
grundútbúgvingarnar liggja
Útlensk oljufeløg vísa Fróðskaparsetrinum og her ikki minst Náttúruvísindadeildini støðugt størri áhuga. Fv. Annika
Joensen, fyrisitingarleiðari, Malan Marnersdóttir, rektari og Hans Pauli Joensen, leiðari á Náttúruvísindadeildini.
Aftan fv. Jacob Rugland, umboðsmaður hjá Phillips, Nicholas Wright, stjóri hjá Phillips og John Inderhaug, leiting-
arstjóri hjá Statoil
Hans Pauli Joensen, leið-
ari á Náttúruvísindadeild-
ini og Nicholas Wright ,
stjóri í Phillips skriva
undir avtaluna.
á einum hægri støði enn í
Noregi.
Eisini onnur oljufeløg
vísa virkseminum á Fróð-
skaparsetrinu ans. Herfyri
lat
oljufelagið
Texaco
Náttúruvísindadeildini fleiri
stórar arbeiðsteldur. Nú um
dagarnar høvdu umboð fyri
BP fund við leiðsluna á
Setrinum.
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 119 - 24. juni 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 119 - 24. juni 2000
Frá Blomsturlág:
Fyribils eru vit flutt
í Bøgøtu 14
har Blomsturbrá var áður
BLOMSTURLÁG
BLOMSTURLÁG
Tel. 311914 • Fax 321914
Frá 1000 ára haldinum
Í sambandi vi› Jóansøkuna ver›ur
frams‡ningin hjá J. P. Gregoriussen,
arkitekti, í skúlanum í Vági frá
23.–30. juni, um kirkjurnar í Føroyum.
RZ017
www.tusund.fo
Starv sum góðskuleiðari
pf Havsbrún
Box 81
FO-530 Fuglafjørdur
Tlf.: 44 41 60
Fax 44 44 00
Email:bep@havsbrun.fo
Fyri framhaldandi at vera við í
menningini av okkara framleiðslu og
brynja okkum til stóru avbjóðing-
arnar, sum eru fyri framman, verður
søkt eftir einum góðskuleiðara.
Vit kunnu bjóða:
Eitt spennandi og áhugavert starv
sum góðskuleiðari fyri Havsbrún.
Eitt starv við nógvum avbjóðingum í
vinnugreinum, sum eru í støðugum
vøkstri og broytingum. Eitt gott
arbeiðsumhvørvi, har tú kemur at
taka lut í og leggja tilrættis góðsku--
stýringina og dokumentatiónina av
framleiðsluni frá rávørum til lidnar
vørur.
Tað er ein fyritreyt, at tú:
• Hevur góð samstarvsevni.
• Kanst arbeiða miðvíst og sjálv-
støðugt.
• Ert tolin, men samstundis ágrýtin.
• Hevur ein ávísan teldukunnleika,
dugir væl at samskifta, bæði
skrivliga og munnliga á føroyskum,
donskum og enskum.
Útbúgving:
Vit kundu hugsa okkum, at tú hevur
eina holla útbúgving, sum gevur tær
kunnleika til framleiðslu, kemi,
biologi og mikrobiologi.
Byrjunartíð
1. september, men vit kunnu bíða
nakað
eftir
rætta
fólkinum.
Løn:
Sambært avtalu.
Eitt
sindur
um
Havsbrún:
Havsbrún
er
eitt
av
størstu
virkjunum í Føroyum og hevur 35 ár
á baki. Á Havsbrún eru tríggjar
deildir: Mjøldeildin framleiðir mjøl og
lýsi burturúr fóðurfiski og slógvi.
Fóðurdeildin framleiðir fiskafóður.
Pelagos heilfrystir pelagiskan fisk.
Havsbrún hevur ein umsetning uppá
uml. 300 mill. kr, harav helvtin er
útflutningur. Umleid 100 ársverk eru
á virkinum.
Hevur tú hug, áræði, og sært teg
føran fyri at røkja hetta starv, ert tú
vælkomin at søkja.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði,
og skulu vera Havsbrún í hendi í
seinasta lagi 24. juli.
Nærri upplysningar um starvið
kunnu fáast við at ringja til
Havsbrún, og spyrja eftir Jústines
ella Pól.
Sosialurin - 311820
BILLUTIR
ÚTVEGAST
TIL FLEST
ALLAR BILAR
F.A. BILLUTIR
tlf. 421605 fax 421666
Sosialurin - 311820
Products
• Lættari amboð
• Minni slit
• Minni viðlíkahald
• Meiri flutningsvinarlig
• Minni olju/bensin nýtsla
• Kunnu brúkast, har illa er atkomandi
Drívstatión LP8 P 9 HK Honda bensin
motor. Klárar allar vanligar uppgávur.
Ein maður kann bera hana lættliga.
Tekur so lítið pláss, at hon kann flytast
við persónbili.
Drívstatiónir fáast við bensin motori
frá 9-18 HK.
Drívstatiónir fáast við diesel motori
frá 7-9 HK.
Hydraulik hamari LH 25 S.
Klárar sjálvt tær stóru
uppgávurnar.
Eisini fáast borimaskinur.
Betong/asfalt sagir,
vatnpumpur o.m.a.
Vit umboða LIFTON í Føroyum og vilja vísa á 6
góðar grundir til at brúka hydraulik sum drívmegi