Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. september 2013 · Nr. 101 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Í dag taka vit myndir og vísa øðrum tær fram á snildfonini, teldlinum ella kanska á fartelduni. Men tað eru framvegis støður, har tú fegin vilt hava pappírsmyndir. Kanska til at seta á køliskápið, ella til at geva vinum og kenningum. Ynskir tú at seta myndirnar í album, so er ein fotohandil framvegis besta staðið at framkalla myndina. Men ynskir tú eitt eyka avrit av myndini, sum tú so kansts spæla tær við, er fotoprintarin góður at hava. Tað at hava fult tamarhald á prentinum – og at síggja úrslitið alt fyri eitt – er ofta meira vert enn prísurin fyri hvørt avritið. Testkriterium: Vit valdu tvey model frá framleiðarunum. Annað fyri á leið ein túsundkrónuseðil, meðan hitt var ein hálvan av slagnum bíligari. Fyri at verða roknaður sum fotoprintari skal printarin lesa minniskort, hava skíggja og serskildar litpatrónir. Hartil vildu vit hava tráðleyst net og eyka skuffu til fotopappír. Vit installeraðu printararnar sambært forskriftunum, dag­førdu, um hetta var neyðugt, og løgdu seinastu drivara-forritini inn. Síðani prentaðu vit nakrar eftirgjørdar testmyndir, myndir av djórum og náttúru eina svart/hvíta mynd á besta pappírið í bestu góðsku. Hartil royndu vit at avrita eina litmynd. Síðani kannaðu vit einstøku myndirnar uttan at vita, hvør kom frá hvørjum prentara. Eisini mettu vit um, hvussu lættir printararnir vfóru at nýta og inn­stilla, áðrenn heildarmetingin varð givin. fotoprintarar: Epson Expression Premium XP-605: HP Photosmart 5520: Besti printarin til ferðamyndirnar Lítil men góður Íbundin men bleikur Pappírsavrit í støddini, sum tú ynskir, og í fínari myndgóðsku beint í hondina. Fotoprintarar gerast bíligari, betri og lættari at íbinda Upploysn: 5760 x 1440, scannari 1200 x 2400 Litpatrónir: 5 (CMYK + fotosort) Claria Premium Skíggi: 2,5" Fotoskuffa: 13x18 cm, cd Minniskort: MS, MMC, SDHC, USB Net: 802.11 Ferð: 20 sekund (15 x 10 cm) Upploysn: 4800 x 1200, scannari 1200 x 1200 Litpatrónir: 4 (CMYK) HP364 Skíggi: 2,7" trýstskíggi Fotoskuffa: Nei Minniskort: SD, MS Net: 802.11 b/g/n Ferð: 19 sekund (15 x 10) Verður skrivað frá telduni, er trupult at finna nakað at klaga um, tá hugsað verður um prísin Nógvir hentleikar eru í bíliga prentaranum, men myndagóðskan er ikki nóg góð Nýtir tú printarin við at prenta beinleiðis frá minniskortinum, ella avritar tú myndir, so finnast betri alternative. Skíggin er ov lítil og lágupploystur til veruliga at meta um myndirnar. Printar tú hinvegin frá mobilum eindum ella beinleiðis frá telduni, so er ikki nógv at kæra sína neyð um. Epson Expression Premium XP-605 er ein fínur og bíligur fotoprintari við góðum stillingsmøguleikum og eini meira enn góðkendari góðsku, tá um útskriftir ræður. Sammett við útgávuna frá í ár er grund­ útgávan hjá HP skjótari og hevur størri skíggja við peikifunku. Hinvegin er góðskan á skíggjanum ikki nóg góð til veruliga at granska myndirnar. Tað eru nógvir møgu­ leikar at printa frá mobilum eindum og netinum, men frá telduni hevur tú ikki nóg gott tamarhald á endaúrslitinum. Hartil er prentgóðskan á myndunum millum tær vánaligastu í testini við bleikum litum og miðal litjavnvág. Canon Pixma MG5450 . . . . 1.000 kr. Canon Pixma MG6350 . . . . 1.300 kr. Epson Expr. Prem. XP-605 . 1.300 kr. Epson Expr. Photo XP-750 . 1.700 kr. HP Photosmart 5520 . . . . . . . 800 kr. HP Photosmart 7520 . . . . . 1.700 kr. Vit testa: Tekstur: Jonas Ekelund 1.300 krónur Meting ( 1 til 6 ) ★★★★★★ + - Kompakt format. Íbinding. Bíligur. Lítil og vánaligur skíggi. Lítil pappírs­skuffa. 800 krónur Meting ( 1 til 6 ) ★★★★★★ + - Trýst-skíggi. Íbundin. Funkurnar Vánaligur skíggi. Eingin fotoskuffa. Myndaprentið.