Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. september 2013 · Nr. 101 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Raksturin av virksemi við matsølu í Vága Flog­ havn verður við hesum alment boðin út av P/F Vága Floghavn. Eisini fevnir útboðið um sølu av kiosk vørum í teimum eindum, sum eru avsettar til enda málið. Sáttmálaskeiðið skal ætlandi byrja í seinasta lagi 1. juni 2014. Orsakað av bygging av nýggjari far støð kann sáttmálaskeiðið tó byrja eitt sindur fyrr ella seinni, um byggiarbeiðið verður liðugt áðrenn tíð ella seinkað. Sáttmálaskeiðið gongur út eftir fimm árum at rokna frá einum mánaða áðrenn matsølan letur upp. Møguleiki verður fyri at leingja sáttmálaskeiðið við einum ári afturat, um semja er um hetta partanna millum. Útboðið fevnir um Útboðið fevnir um rættin til rakstur av matsølu frá nýggju hølunum hjá Vága Floghavn. Talan er um tvey matstøð í nýggju farstøðini og matstaðið og part av økinum við matstovuna í gomlu far støð ini. Tey, ið bjóða uppá rakstur av matsølu í Vága Flog havn, skulu sum partur av sáttmálanum um rættin til at selja frá matstøðunum leiga tey økir/ hølir, sum P/F Vága Floghavn veitir til enda­ málið, og øll matsøla og tað, sum er fevnt av sátt­ mála num, skal fara fram frá ávístu økjum/ hølum. Vága Floghavn hevur ávís køli­ og goymslu hølir til endamálið, og veitir eisini ein part av út gerð­ ini. Matsølubúðirnar í Vága Floghavn skulu hava opið fyri sølu hvønn dag í vikuni í minsta lagi frá kl. 07:00 til 21:00, og annars í sambandi við alla reglu liga altjóða flúgving um Vága Floghavn, bæði við flogførum og tyrlum. Útboðstreytirnar eru nærri greinaðar í útboðs til­ farinum, sum kann keypast frá P/F Vága Flog havn. Hvør kann bjóða Einstaklingar, feløg, samtøk ella aðrir juridiskir persónar, ið uppfylla krøvini í útboðstreytunum, og sum hava keypt útboðstilfarið frá P/F Vága Floghavn, kunnu lata inn tilboð. Um fleiri partar bjóða í felag (samtak) skal klárt verða tilskilað hvønn av samtakspørtunum P/F Vága Floghavn kann føra møguligar samráðingar við. Hvussu fæst útboðstilfarið Útboðið verður almannakunngjørt á heimasíðuni hjá P/F Vága Floghavn (www.fae.fo) og í føroyskum fjølmiðlum tann 2. september 2013 og 4. september 2013. Áhugaðir tilboðsgevarar kunnu fáa útboðstilfarið við at venda sær til P/F Vága Floghavn. Áðrenn útboðstilfarið verður sent út til áhugaðar tilboðs gevarar, skulu kr. 10.000 rindast til P/F Vága Floghavn á konto nr. 9181­155.745.0 í Eik Banka sum gjald fyri útboðstilfarið. Um P/F Vága Floghavn avlýsir útboðið, verður gjaldið aftur goldið. Freist at lata inn tilboð Boð, ið skulu verða galdandi í 90 dagar eftir at freistin fyri at lata inn tilboð er úti, skulu vera P/F Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi miku dagin tann 7. oktober 2013 kl. 12:00 á skrivstovu felag­ sins á adressuni: P/F Vága Floghavn Skrivstovan Flogvøllurin 6 FO-380 Sørvágur Att.: Jákup Sverri Kass, stjóri Boð skulu latast inn í fýra skrivligum eintøkum, umframt einum eintaki á fløgu ella geyma. Upplating av tilboðum Tilboð, sum eru móttikin rættstundis, verða latin upp beint eftir at tilboðsfreistin er úti. Høvi verður ikki hjá einstøku tilboðsgevarunum at vera til staðar, tá ið tilboðini verða latin upp. Øll innlatin og upplatin tilboð verða viðgjørd í trúnaði. Metingin av innkomnum tilboðum verður framd í tveimum umførum; útveljingar um farið, har mett verður um førleikar tilboðs gev ar ans, og til lut ing ar umfarið, har ítøkilig meting verður framd einans av tilboðum teirra, sum eru mett ir at hava neyðugu førleikarnar at reka útbjóð aða virk semið. Tíðarætlan fyri útboðið Freist/dagur Evni 2. september 2013 Fyrsta kunngerð av útboði 4. september 2013 Onnur kunngerð av útboði 29. september 2013 Freist at seta fram skrivligar spurningar 7. oktober 2013, kl. 12:00 (føroysk tíð) Seinasta freist at lata inn tilboð Vika 44 – 45 (mett) Ætlandi frá boðan um val av tilboðs gevara Vika 45 – 46 (mett) Ætlandi undir skriving av sáttmála 1. juni 2014 Sáttmálin kemur ætlandi í gildi og rakstur byrjar Spurningar um útboðið og um útboðstilfarið kunnu vendast til Jákup Sverra Kass, stjóra í P/F Vága Floghavn, á teldupostadressu jsk@fae.fo ella á telefon +298 21 25 00 Sørvágur, tann 2. september 2013 Leiðslan www.fae.fo Útbjóðing Matstovur í Vága Floghavn