hósdagur 5. september 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 102 · 6. september 2013
2
VIKUSKIFTI
Soleiðis ljóða innbjóðingar til bæði eitt
og annað. Hvør skal siga: Tað skulu øll,
sum hava áhuga fyri tí evninum, gera.
Men soleiðis er veruleikin ikki. Kenni og
veit um nógv fólk, sum ikki eru á Facebook
– fólk í øllum aldrum. Mær tykir tað vera
positivt og sjálvstøðugt, tá vit taka so
ymisliga ímóti. Í hesum førinum Facebook.
Tað er prógv um, at vit ikki gloypa øllum
rátt. Fólk eru eisini so deiliga ymisk.
Summi eru púra órørd av reality-bylgjuni,
meðan onnur halda, at allir facebook-vinirnir
skulu vera partur av teirra gerandisdegi.
Tað eru nógvar hentar síður við Facebook.
Fólk kunnu stuðla og hjálpa við bæði einum
og øðrum. Fylgja familju og vinum. Og á
summum arbeiðsøkjum ein hentleiki. Men
tað eru tey, sum klára seg á annan hátt.
Aftur til hesar áheitanir: Far inn á Facebook
... Er tað Jørgin á Norðasta Horni, sum bjóðar,
so er tað í fínasta lagi. Men tað er ikki í
fínasta lagi, tá »Góðan morgun, Føroyar« hjá
Kringvarpinum ger tað. At avskriva ein part av
kringvarpsgjaldarunum er forbiðið nasadjarvt.
Víst er sendingin í tí lætta undirhaldsliga
partinum, so tað er ikki verðsins endi fyri
nakran. Kanska tí hava tey valt soleiðis. Men
álvara ella gaman, øll eiga Kringvarpið.
Tað er heldur ikki soleiðis, at ikki ber til at hava
fleiri møguleikar. Tað kundi til dømis verið ein
heimasíða, sms-loysn ella okkurt annað. Tí tað
skal vera atkomiligt hjá øllum – bæði facebook
brúkarum og ikki-facebookbrúkarum. Og ikki
at gloyma tey, sum ikki brúka teldu. Kann á
ein hátt samanberast við, tá vit krevja, at øll
lættliga eiga at sleppa inn í almennar bygningar.
Umboðsmaðurin hevur havt fremstafingur á
lofti móti nøkrum, eg haldi líkist einrættan í
sambandi við Studna. Ikki tí hetta við hugnaliga
»Góðan morgun, Føroyar« akkurát kann
samanberast, so hómi eg tó ein paralell.
Hóast stórt nærlagni var lagt í lýsingarnar
hjá Studna at gera tær so »átuligar« sum
møguligt, vóru tað tó nøkur, sum ikki vildu hava
»Mínboks«. So hetta kravið til allar brúkararnar
varð slept, hóast tað tók sína tíð, til kravið frá
umboðsmanninum til lýsingarnar varð fullført.
Eg haldi, at hesi dømi hava nakað keðiligt
til felags. Hetta at skera øll yvir ein kamb.
Tí tað er so ósjarmerandi og ófrættakent at
krevja, at vit øll skulu ganga í takt. Annars
haldi eg at ymisleiki er ein fyrimunur, tí
hann gevur eitt fjølbroyttari samfelag.
Og vinnulív og íverksetarar hava brúk fyri
og biðja um fjølbroytni og nýhugsan.
Tað eru eisini aðrar og álvarsamari síður av
einrættan. Men tað er ein onnur søga.
Far inn á Facebook og ...
Tøgnin, talufrælsi
og tær forbannaðu
tekningarnar
Fríggjakvøldið fer maðurin, sum valdi at prenta tær 12 Mohammed-
tekningarnar í 2005, at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum.
Hví valdi Flemming Rose at prenta tekningarnar av profetinum
Muhammed, sum tveitti Danmark út í størstu uttanríkispolitisku
kreppuna í nýggjari tíð og hvørjar avleiðingar hevur hetta havt fyri
hann og fyri Danmark? Hesum fer hann at greiða frá á fyrilestrinum,
har evnini talufrælsi, religiónskritikkur og fólkaræði eru á breddanum.
Nær og hvar:
Fríggjakvøldið 6. september klokkan 20.00
í Norðurlandahúsinum
HOGNI og Swangah
í Keypmannahavn
Leygarkvøldið á Loppen á Christiania fara tvey kend,
føroysk tónleikanøvn at framføra. Talan er um Høgna
Lisberg, sum í tónleikahøpi
kallar seg Hogni, og bólkin
Swangah. Hogni hevur
herfyri givið út fleiri nýggj
løg. Afturat sær á pallinum
í Loppen leygarkvøldið
hevur hann Jan Rúna
Poulsen á trummum
og Knút H. Eysturstein
á synth og keys. Ein av
teimum best umtóktu
føroysku live-bólkunum í løtuni, Swangah, fara eisini
at framføra hetta kvøldið.
Nær og hvar:
Leygarkvøldið klokkan 21.00 á Loppen
á Christiania, Keypmannahavn
Frek pubquiz
á Pubbini
Fríggjakvøldið verður ein
heldur annarleiðis spurnar
kapping á Pubbini á Tvøroyri.
Trý spurnarumfør verða: Hugh
Hefner-rundan, Hans Fróði
Hansen-rundan og at enda
erotiska bókmenta-rundan.
Eingin FM runda verður
hesaferð, men vinnarin av spurnarkappingini fær
stuttligar og freistandi vinningar! Eisini spælir Finn
Joen-Jacobsen, ið er kendur frá eitt nú Villmonnum og
Tinganest, fríggjakvøldið.
Nær og hvar:
Fríggjakvøldið klokkan 23.15 á Pubbini á Tvøroyri
Gongutúrur við
Felagnum Tórshavn
Sunnudagin ber til at fara við Felagnum Tórshavn til Æðuvíkar og síggja
nýggju vindmyllurnar. Á túrinum verður eisini vitjað á Prestagarðinum á Nesi.
Túrurin byrjar uttan fyri Visit Tórshavn, eisini kent sum Kunningarstovan,
klokkan 10.00 sunnumorgunin.
Nær og hvar:
Sunnumorgunin 8. september klokkan 10.00
uttan fyri Visit Tórshavn
Altjóða Fysioterapidagur
Sunnudagin er altjóða Fysioterapidagur, og tí hava hava fysioterapeutar í
Havn og Klaksvík opið hús í vikuskiftinum. Endamálið er at kunna fólk um,
hvat fysioterapi er. Undir slagorðinum meira venjing – minni heilivágur, verða
dyrnar latnar upp á viðgerðarstovunum. Fólk kring landið kunnu nýta hetta
høvið og støkka inn á gólvið í onkra av fysioterapiunum.
Nær og hvar:
Leygardagin 7. september
Effekt Fysioterapi, Poul Juelsgøta 9 : kl. 15.00 til 17.00.
Sunnudagin 8. september
Klaksvíkar Fysioterapi, Bøgøta 34: kl. 14.00 til 17.00.
Fysioterapiin Landssjúkrahúsið, J.C. Svaboesgøta 41-49: kl. 14.00 til 16.00.
Lágargarður, Stoffalág 84: kl. 14.00 til 16.00.
Boðanesheimið, Yviri við Strond 95: kl. 14.00 til 16.00.
Havnar Fysioterapi, Tinghúsvegur 72: kl. 14.00 til 16.00.
Bjartalíð Fysioterapi, Sundsvegur 6: kl. 15.00 til 17.00.
klumma
Simona
Weihe