Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Henrik old kjak síða 28 Loyni­ fundur sunnudag Alfred Olsen Kjak síða 28 Áheitan um eldra­ økið Í skrivandi stund er tað ikki vorðið alment, at Sjálvstýrisflokkurin fer at geva løg­manni krakk – nú løg­ mað­ur sjálvur hósdagin gav Kára P. Høj­gaard krakk. Løgmaður stendur klárur á perr­ ong­ini í kvøld við floytuni, og tá er vænt­andi, at tokið koyrir – fyri at brúka terminologiina hjá løgmanni, sum hesaferð var jarnbreytin. Sjálvstýrisflokkurin kann illa gera annað, enn fara úr sam­gong­ uni, eftir at løgmaður so­leið­is hev­ ur givið flokkinum og floks­for­ mann­inum knívin í ryggin. Tí tað er júst tað, løgmaður hevur gjørt. Kári P. Højgaard er ikki orsøk til meira pol­itiskt rumbul, enn sjálvur løg­maður, sum sjálvur hevur fløkt málið í ein ellubita. Kári P. Høj­gaard ætlaði at brúka sína heimild, sum hann sigst hava – og sum løgmaður fleiri ferðir hevur lagt dent á, at hann hevði. Tískil hevði støðan als ikki verið so fløkt, um løgmaður annaðhvørt ikki blandaði seg upp í málið hjá Kára P. Højgaard, ella um hann lurtaði eftir ávaringunum beinanvegin – heldur enn at koma sum ketta úr høvdatrog og steðga málinum í tólvta tíma. Tað er tí, at løgmaður sjálvur hevur fløkt málið, meðan Kári P. Højgaard væl og virðiliga kann siga seg at hava arbeitt í góðari trúgv. Tað er sera ivasamt, hvussu trygt løgmaður nú kann føra tokið víðari. Samgongnan viknar uttan Sjálvstýrisflokkin, hóast meirilutin framvegis er intaktur. Andstøðan stendur ikki so sterk, sum hon kundi, um Fram­sókn­ arflokk­ur­in ikki var farin í tvín­ ing­ar – og tey sum valdu Framsókn kunnu nú kanska síggja, at júst teirra atkvøða, sum skuldi vera eitt alternativ til Fólkaflokkin, verð­ ur av­ger­andi fyri, at sitandi sam­ gong­an kann halda fram. Ógv­u­liga sann­líkt er, at Janus Rein fer at gera sær dælt av støðuni, nú Jen­ is av Rana er veikasta liðið í ke­t­ uni hjá løgmanni. Tað kann geva Janusi eitt gott høvi at koma inn í borgarliga samgonguhitan. Part­ur av landsstýrinum verður hann tó ikki, tí hann kann ikki lata ting­sess­ in frá sær. Tá tingfundur verður í moring verð­ur valla reist misálitisuppskot á løgmann. Ger andstøðan tað utt­ an at hava tryggjað sær meirluta framm­anundan, so skýtur hon seg í fót­in, tí eitt miseydnað misáliti er eitt álit, og tað er valla tað, ið and­ støðan vil geva løgmanni. Hó­ast støðan er spent, so kann løg­mað­ur føra tok sítt víðari. Men leiðsl­an er viknað, og tí kann tokið skjótt aftur fara av sporinum... Tokið koyrir víðari – »Ó« fegnast um, at meir enn 1370 lesandi hava skrásett seg og fáa seinni í mánaðinum ó­keyp­is lestrarkort. Avtalan er gjørd í samstarvi við Tórs­ havnar og Klaksvíkar komm­ unu. Tað skrivar »Ó« í frá­boð­ an. Felagið sigur, at freistin at skráseta seg var fríggja­ dag­in. – Ikki kann sigast annað enn, at tað hevur gingið ó­met­ a­liga væl. 1370 av teimum 4000, ið nema sær útbúgving í Før­oy­um hava skrásett seg, og tað er næstan 35 prosent av teimum lesandi, sigur Han­us Samró, partaeigari í Ó. Ó hevur gjørt avtalu við kaf­é­ir, tannlækna, bóka­sølu, venj­ing­ar­miðstøð og klædn­ a­handl­ar, har les­andi fáa av­slátt­ur við lestr­ar­kort­i­ num. Av­tal­ur­nar síggjast á www.o.fo. – Framvegis er møguligt at skrá­seta seg, men tá skulu lesandi hava í huga, at lestr­ ar­kortið ikki kemur fyrr enn síðst í november. Øll hini, sum hava skrásett seg, fáa lestrarkorti um tvær til tríggj­ar vikur. 1370 lesandi fáa lestrarkort 13 ára gamla Herdis Elisabeth Bjarnadóttir av Viðareiði vann búðmerkjakappingina hjá Eldraráðnum í Klaksvík. Á hugnaløtu sum Eldra­ ráð­ið í Klaksvík skipaði fyri leyg­a­rdagin varð avdúkað, at hon vann kappingina um nýtt búmerkið til Eldraráðið í Klak­s­vík. Herdis Elisabeth fekk 3.000 krónur, sum Klaksvíkar Komm­una hevði latið. Búmerkið, sum Herdis Elis­abeth ­hevur teknað, í­mynd­a­r eina blómu og eitt fingr­a­merki. Blóman í­mynd­ ar, at tey eldru eru ein virkin partur av nær­um­hvørv­i­ num. Fingramerkið ímyndar, at tey eldru í Klaksvík seta sítt fingr­a­merki á nærumhvørvið og vís­ir, at tey eldru hava sett sítt fingr­a­merki á fortíðina og fram­tíðina. – Vónandi verður væl tikið ímotið nýggja bú­merk­inum hjá okkum í Eldraráðnum í Klaks­vík, sum fer at ímynda okk­ara arbeiði framyvir, siga tey í Eldraráðnum. Nrummar tvey gjørdist Rói Wint­h­er­eig úr Skopun. Hann fekk gávubræv frá Leivi Ellingsgaard á 2.000 krón­ur. Herdis Elisabeth vann Enn eru ongi útlit yvirhøvur fyri, at tað fer at eydnast at end­ur­reisa gamla, kenda fisk­a­virki, Bacalao, á Vest­ ar­u­bryggju í Havn. Í fleiri ár hevur verið roynt at lata virkið upp aft­ ur, men higiartil hevur alt verið til fánýtis. Og Hans Joensen, for­ mað­ur í Havnar Ar­beiðs­ mann­a­felag, ásannar, at enn røkist einki fyri, at virk­ið yvirhøvur letur upp aft­ur. Hann sigur, at alt er klárt til at fara undir fram­leiðslu. Virkið er klárt og mask­in­ur­ nar eru tøkar. Tað einasta sum manglar, eru íleggjarar og onk­ur at reka virkið. - Men tað tykist ikki sum um at nakar áhugi er, hóast alt er klárt, sigur Hans Jo­ en­sen. Og formaðurin í Havnar Ar­beiðs­mann­a­felag undrast á, hvar vinn­u­lívs­fólkið í Havn eru. - Vit mangla eldsálirnar, men vit vita ikki, hvar tær eru, staðfestir hann. Og hann heldur eisini, at rá­vør­an trýtur ikki. Hóast tað ikki er so nógvur fiskur at fáa undir Føroyum, er góður fiskiskapur aðr­a­ staðni, so at tað átti at borið til at innflutt frystan fisk til virk­ingar á Bacalao. Hans Joensen sigur, at tey hava kortini ikki mist allar vónir um at fáa virk­ semi aftur á virkinum. - Tann, sum hevði havt hug at fari undir virksemi á virki­num, kemur til skorin klæð­ir, tí alt er klárt at taka í­móti fiski. - Sostatt verður ikki talan er ikki um at møguligir í­leggj­ar­ar fyrst skulu brúka stór­ar upphæddir upp á at byggja virkisbygning og út­ vega maskinur. - Tí dugi eg ikki at síggja, hví tað ikki skal bera til at fara undir lønandi vinnu á virk­i­num. Hans Joensen heldur, at tað hevði klætt Havnini við einum fiskavirki í Havn, tí tað hevði gjørt lívið í bý­ num fjølbroyttari. Leita eftir eld­sál­um Ivasamt er, hvussu trygt tokið hjá løgmanni koyrir