Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Føroyingar skulu sjálv­ur gera, eiga og reka Eystur­ oyar­tunnilin. Tað heldur Hans Joen­ sen, formaður í Havnar Ar­ beiðsmannafelag. Nógv kjak hevur verið um Eysturoyartunnilin, ikki minst um ætlanina at lata eitt privat, danskt felag eiga hann og fáa allan ágóðan av honum. Men nú er tað greitt, at í hvussu so er fyribils er tann ætlanin dottin niðurfyri. Samstundis hevur Kaj leo Holm Johannesen, løg­ mað­ur, hevur sjálvur tikið um róðrið í eini roynd at stýra Løgtinginum fram ímóti eini semju um, hvussu Eyst­uroyartunnilin og Sand­ oyartunnilin kunnu gerast. Ein føroysk loysn Nú leggur eisini Hans Joen­ sen, formaður í Havnar Ar­ beiðsmannafelag upp í kjakið um undirsjóvartunlarnar við einum nýskapandi uppskoti, sum ikki hevur verið frammi í viðgerðini áður. – Í mínum hugaheimi er tað sjálvsagt, at føroyingar sjálvir eiga og reka Eystur­ oyartunnilin ístaðin fyri at senda pengarnar av land­in­ um, sigur hann. Hann vísir á, at føroyskur fakfeløgini eiga milliardir í eftirlønaruppsparingum, um­framt Samhaldsfasta Eftir­lønargrunnin, sum eisini eig­ur eina milliard. – Eg haldi, at føroysku fakfeløgini skulu vera við til at stovna eitt tunnilsfelag saman við Samhaldsfasta og Landskassanum, sigur Hans Joensen. Hann vísir á, at privata fe­ lagið, sum eftir ætlan skuldi eiga og reka Eystur­oyar­ tunnilin, hevði ein egin­pen­ ing á 300 milliónir krón­ur. Restin av íløguni uppá eina góða mlliard, skuldi so takast í láni. Undir hesum umstøðum eru allir serfrøðingar púra vísir í, at Eysturoyartunnilin er ein fullkomiliga vatntætt íløga. Piparnøtir Hans Joensen heldur, at tað eru piparnøtir hjá før­oysku fakfeløgunum at vera við til at stovna eitt slíkt parta­felag við nøkrum hundrað milli­ ónum í egin­peningi, kanska saman við Sam­haldsfasta Eftir­lønar­grunn­inum og tí almenna. Og tað heldur hann, at fak­feløgini og landið skulu finna eina semju um. Í hesum sambandi hugs­ ar Hans Joensen fyrst fyrst og fremst um Eystur­oyart­ unnilin, sum øll eru samd um, er ein rættiliga góð íløga. Hinvegin er tað als ikki óhugsandi at knýta Sand­oyar­ tunnilin upp í, hóast hann er ein undirskotsforrætning av tí aðru verð. Men hann heldur, at so eig­ ur landið onkusvegna at vera við at spjaða til rakst­urin, tí fakfeløgini kunnu valla gera eina íløgu, øll vita framm­ anundan, fer at geva hall. Formaðurin í Havnar Ar­ beiðs­mannafelag ásann­ar, at tað eru ógvu­liga strang­ar reglar fyri, hvat eftir­lønar­ saman­sparingini hjá fak­ feløg­unum kunnu brúkast. Í hesum sambandi eru greiðar reglar fyri, hvussu nógv kann setast í partabrøv við lítlum váða og í partabrøv við størri váða. Tí er hetta ikki ein upp­ gáva, eitt ella tvey fakfeløg kunnu loysa einsamøll. Men standa øll feløgini saman og gera íløguna sam­an við Samhaldsfasta, og land­ inum er hetta smápengar fyri fakfeløgini, sigur hann. Burtur úr vón og viti Hans Joensen saknar, at allir partar seta seg saman at tosa um hesi viðurskifti. – Tað kunnu vera viður­ skifti, eg ikki havi fingið eyga á og sum gera, at hetta ikki ber til. – Hetta er ein íløga, vit eiga at halda fyri okkum sjálvi, tí í mínum høvdið er tað fullkomiliga burtur úr vón og viti at tosa um nakað enn at vit føroyingar skulu sjálvir eiga og reka Eystur­ oyartunnilin sjálvi – og samstundis eisini sjálvir fáa vinningin av honum. Formaðurin í Havnar Ar­beiðsmannafelag sigur, at verða tað føroysku fak­ feløgini, sum eiga tunnilin og fáa ágóðan av honum, vita fólk, at hvørja einastu ferð, tey koyra ígjøgnum hann, rinda tey til sína egnu pensjón. - Í øllum førum hevði tað smakkað væl í mínum munni at vita tað, at hvørja ferð, eg koyrdi ígjøgnum tunnilin, fer peningurin í okkara egnu eftirlønarkassar, leggur hann afturat. Hann er eisini sannførdur um, at verður talan um ein føroyskan tunnil, sum fak­ feløgini eiga í, fer tað at økja samfelagsnyttuna av tunli­ num munandi, tí fólk fara ikki at aftra seg at brúka hann, tá ið tey vita, at tey sjálvi fara at fáa ágóðan av tunn­ils­gjaldinum. Hann vísir á, at í ætlaðu privatu ætlanini, sum nú sær út til at verða kollsigld vóru eisini føroyskir pensjóns­ pengar uppi í, tí LÍV átti 20 av tí felagnum. Tað vísir so bara, at Lív heldur, at hetta er ein lønandi íløga og Hans Joensen held­ ur, at vit eiga ikki at vera nøgd við at fáa bara 20% av ágóðanum av hesi íløguni, tí vit skulu sjálvsagt hava alla ágóðan. – Eftirlønargrunnar ar­ beiða við lang­tíðar­íløgum, so hóast avkastið verður minni tey fyrstu árini, verður tað so mikið størri um nøkur ár, so hvørt skuldin verður goldin, staðfestir Hans Joensen. Føroysk fakfeløg skulu gera Eysturoyartunnilin EYSTUROYRTUNNIL Føroysk fakfeløg skulu vera við til at stovna eitt felag, sum skal eiga Eysturoyartunnilin, heldur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag – Tað er púra natúrligt, at føroysk fakfeløg og før­oysk­ ir grunnar av yms­um slagi, eru við til at byggja sam­ ferðslukervið út. Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løg­mað­ur. Hann er fegin um hug­ skotið, Hans Joensen, for­ mað­ur í Havnar Arbeiðs­ manna­felag, setir fram í hinari greinini er á síð­uni. – Tað eru eini trý ár síð­ ani eg vísti á, at tað eru nógv­ir ógvuliga pen-inga­ sterkir grunnar í Føroyum og at tað er natúrligt, at teir eru við til at byggja okkara samferðslukervið út. Í hesum sambandi hugs­ ar løgmaður ikki minst um eftirlønargrunnar av ymsum slagi, men eisini um aðrar grunnar við fitt av pengum í. Hann vísir á, at LÍV hevur longu víst áhugað fyri ætl­ anini at gera Eystur­oyar­ tunnilin, tí felagið setti 20 pro­sent í privata felagið, sum ætl­anin var, skuldi gera tunnilin. Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen er samdur við formannin í Havnar Ar­beiðsmannafelag, tá ið hann vísir á, at hetta átti at verið piparnøtir fyri før­oysku fakfeløgini. – Serliga nú, so nógv eru samd um, hvussu knas­andi góð íløga, Eyst­ur­oyartunnilin er, áttu áleggjarar at staðið á rað og bíða eftir at sloppið fram­at, leggur hann turr-is­ liga afturat. Hann sigur, at nú er talvan vaskað rein og hann arbeiðir við eini tunnilsætlan, sum helst skal fáa allar 33 at­kvøð­ urnar í Løgting­in­um. Hann hevur góðar vón­ ir um, at tað fer at eydnast, men hvat liggur í hesi ætlan, vil hann ikki siga. – Men vit hava allar møgu­leikar opnar, men ein búskaparliga og sam­felags­ liga góð ætlan kundi ein føroysk loysn, har fakfeløg og grunnar kundu verið við, saman við tí almenna – og kanska saman við út­ lendskum íleggjarum eisini, fyri at nevna eitt dømi. – Vit hava ongantíð áður havt so góðan møgu­leika sum nú at finna eina góða loysn heldur Løg­maður. Hann fer nú at við­gera málið á einum samgongu­ fundi at vita, hvat kann lata seg gera og ikki og so ætlar hann at hava fund við allar floks­formenninar, har hann fer at umrøða ymsar møgu­ leikar fyri teimum. Ógvuliga spennandi tanki Smakkar væl Verða fakfeløgini við í einum felag, sum eigur og rekur Eysturoyartunnilin, vita øll, at hvørja ferð, tey koyra ígjøgnum tunnilin rinda tey til sín sjálvs og til sína egnu pensjón, og tað smakkar væl í mínum munni, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag Hvørja einastu ferð, tey koyra ígjøgnum hann, rinda tey til sína egnu pensjón