Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. september 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. september 2013 · Nr. 103 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Per Eirik Hals in memoriam *27.11.1940 - †29.08.2013 Fert tú fram við gamla garðin, har Per Eirik átti borg, bend tá høvur niður varin, tí her valdar sút og sorg. Fert tú fram við gamla garðin tøgn á fuglameingi er, tí Per Eirik, hann er farin ævinleikans evstu ferð. Fert tú fram við gamla garðin har Per Eirik mangan stóð, hoyrir tú í huga varin, syrgin kirkjuklokkuljóð. --- Her tey komu, her tey vóru, her tey hildu frí, við sær alsk til land tey bóru alla teirra lívsins tíð. Her tey ólu góðar synir, her var teirra summarstað, øll tey vórðu okkar vinir, spældu for oss lívsins lag. --- Tagnaður er hørpusláttur, tagnað er títt góða orð, tagnaður er andadráttur - lív er skift til deyðans kor. Tøkk tær veri kæri drongur, vinur okkar alra her, syrgin oss tín hørpustrongur leingi enn tín tóna ber. Hvíl í friði merkismaður undir flag tín gravarblund, eig á evsta degi glaður ævinleikans sælu stund. ---- Elsebeth og synir eigi troyst í minnum um ein mann, sum sítt lív - til gravarleiðið - altíð alsk til tykkum fann. pmp Mutur Gerhard Lognberg Løgtingsmaður, Skopun Tað var løgin kensla, at hoyra Høgna Hoydal í debatini við løgmann. Har bleiv eg, ímillum hinar Sandoyar-tingmennirnar, lagd­ur undir at vera mutr­ aður. Verturin lat hann bara seta hesar fúlu ákærir, uttan at biðja hann útdýpa tað. Høgni Hoydal Kallar tú tað fyri mutur, at eg sá ein møguleika at fáa Sandoyartunnilin, um tú held­ur tað, ja so er í lagi. Eg fekk so staðfest. at tjóð­veldishøvdingurin vildi einki fast samband til Sand­ oynna. Nei eingin hevur mutr­ að meg, men eg sjálvur sá møguleikan við, at eystur­ oyartunnilin var privatur og tað alemma gjørdi sand­oyar­ tunnilin. Men eg vísti á, at Rættar­ nevndin var ikki liðug við sítt arbeði og tað er hon ikki enn, so man veit einki hvat hendur. Men einki er krógva Høgni Hoydal, so tú er nokk so grovur, tá tú leggur onnur undir mutur. Alt tað sum eg havi tosað við samgongufólk um, tolur dagsins ljós. Hetta var møguleikin, at fremja sandoyartunnilin, men er tað helst lorka burtur, tí menn fingu kaldar føtur og vantaðu at verða fýrdir av rókini. Tað sum er sagt um møgu­ leigan fyri at bjarga Sandoy er 1. Gera P/f Sandoyar­ tunnilin beinanvegin, við einari millión 2. Koma í tingið við eyka­ játtan og biðja um 150 milliónir at koyra í Sandoyartunnilin. 3. Allar kjarnuboringar lidnar í 2014. 4. Byrja í seinasta lagi í 2015 á bora. 5. Síðan tekur samferðslu­ ætlanin við. Men mín vinur, hetta toldu tit ikki og tað var tað sum koppaði eystur­oyar­tunli­ num, tí Sandoy og Suðuroy er tornin í eyganum á tjóð­ veldisupprørðarunum í Før­ oyum. 26 tingfólk samtyktu eyst­ uroyartunnilin privatan, so tað var tingsins vilji. Men Høgni Hoydal, hvat sigur tú til, at tú hevur ver­ið skipari á at ræna tað fíggj­ arliga grundarlagið undan Føroyingum, hevði tú nakra samtyka frá Føroya fóklið, at tað var í lagi. Hví klórast og klandrast fólkið? Tí tá krubban er tóm, tá bítast hestanir og tað eigur Tjóðveldi tøkkina fyri. Hvør er ábyrgdarmaðurin til tann ivasama heiðurin, jú Tjóðveldishøvdingin Høgni Hoydal. Nei tit gevast ikki fyrr enn Føroyingurin liggur við tærablæðnum í munninum. Nei, Gerhard vil helst vera nøkur skritt frá Tjóð­veld­ inum og tað hevði eg ynskt, at Javnaðarflokkurin eisini var, tí ringt selskap er ikki gott. Heilsan ein sum ongantíð hevur tikið ímóti mutri. Vinarliga við Javnaðar­ kvøðu. Bíleggið kalendaran nú og sendið hann út í heimin Tel. 341800 Johanna Vang · johanna@sos.fo Ann Christiansen · ann@sos.fo 2014