Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. septmeber 2013 · Nr. 104 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Magnus rasmussen kjak síða 20 Olju­ mið­depilin Skála­ fjørð­ur Alfred Olsen kjak síða 20 Við­ merking til Anniku Sambært løgmanni so gongur helst dag­ur­in í dag, áðrenn hann hevur tik­ ið støðu til, hvat skal henda við lands­ s­týr­is­sess­i­num hjá Kára P. Højgaard. Hóast Sjálvstýrisflokkurin hev­ur boð­að frá, at hann fer úr samgonguni, so er støðan kortini ikki so greið. Tí løgmaður má taka støðu til, hvør flokkur nú skal hava størri vald við eisini at átaka sær leiðsluna av Inn­ lend­is­mál­a­ráð­num. Men fleiri møg­u­ leik­ar eru: Løgmaður kann flyta málsøki úr Inn­lend­is­mál­a­ráð­num í onnur ráð og so­leiðis spara eitt ráð burtur. So kundi hann víst á, at hann eisini kann spara eitt sindur. Tí tað var júst Kaj Leo Holm Johannesen, løg­ maður, sum í valstríðnum segði, at vit einans skuldu hava seks aðalráð. Men tá hann skipaði sam­gong­una, so helt hann ikki orð hes­um víð­víkj­ andi, men vaks talið av að­al­ráð­um úr seks upp í átta. Nú hevur hann møguleikan at lækka talið niður í sjey. Tað er lítið hugs­andi, at ein av teimum trimum sam­gonguflokkunum fær eitt lands­ stýr­is­fólk afturat. Hinvegin so kundi løgmaður saðlað eitt sindur um í lands­stýrinum. Almannaráðið og Heils­u­mál­a­ráðið hevur verið eitt být­ is­barn. Alt eftir hvussu sam­gongu­ kabalan gongur upp, so verð­ur­ ráð­ ið lagt saman ella koyrt í tvey sum í hesi samgonguni. Fólkaflokkurin hevur gott tak á løg­manni. Hugsandi er, at Fólka­ flokk­ur­in vil sleppa sær av við al­ manna­mál­ini. Annika Ol­sen kann so fara afturm, har hon byrjaði – í Inn­ lend­is­mál­a­ráðið. Tá hon tók við sess­ inum í Almannamálaráðnum, var tað onkur sum segði, at har skuldi hon brennast út – so hon ikki verður ein hóttan ímóti Jørgen Nicl­asen – tí, sum onkur spurdi: Kann ein sos­ial­ministari vera for­ mað­ur í Fólka­flokk­i­num? Jørgen hevur prógvað sítt virði sum floks­for­maður, so tað stríðið um leiðsl­una í Fólkaflokkinum man vera yv­irs­tað­ið. Við at flyta Ann­iku í Inn­lend­is­mál­a­ráð­ið og lata Kar­sten Hansen yvirtaka saman lagda Al­ manna- og Heilsumálaráðið slepp­ur Fólk­a­flokk­ur­in und­an stríð­num við at flyta eldra­økið út til komm­un­ ur­nar. Miðflokkurin eigur tá alt al­ manna- og heilsuøkið, og so ber ikki til hjá Jenis alla tíðina at verða í and­ støðu til samgonguna. Og síðst men ikki minst, so kann Annika Olsen seta í gongd til­gongd­ ina við komm­un­u­sam­an­legg­ing, sum Kári P. Højgaard koyrdi av spor­i­num. Hon kann eisini gjøgn­umføra Skál­a­ fjarð­ar­tunn­ilin. Tað at Fólkaflokkurin kann fáa nógv burt­ur úr eini umskipan merk­ ir, at ein slík umskipan er sann­lík. Fær annika innlendismál? Tað passar ikki, at sáttmálar við oljufeløg eru loyniligir... Undir viðgerðini av Skála­ fjarð­ar­tunl­inum hava fleiri poli­tik­arar ført fram, at tað als einki løgið er í, at sáttmálin við CIP er loyniligur. »Johan Dahl hevur gjørt fleiri sáttmálar við olj­u­fel­ øg, sum eisini eru loyn­i­lig­ir, og tað ger eingin vrøvl um«, hevur verið sagt – og bæði landsstýrisfólk og løg­tings­ fólk hava ført hetta fram í kjak­i­num. So skuldu vit kanska trúð mýtuni um, at hetta er veruleikin: – Eing­in fær innlit í sátt­ mál­ar við olj­u­fel­øg­ini, og so skal eing­in hava innlit í sátt­ mál­an, sum Kári P. Højgaard gjørdi við danska felagið hjá gull­dreingj­u­num hjá Dong- stjóranum – sum kanksa funnu onkran hent­an idiot í Før­oy­um, sum teir kundu tjen­ar sær nógvar peng­ar upp­á. Ein sum eisini hevur víst á hetta í almenna kjakinum er formaðurin í sam­bands­fel­ag­ num í Eysturoy, Jóhan Pet­er­ sen á Glyvrum. Hann hev­ur funnist harðliga at fjøl­miðl­ a­fólki og lagt tey undir, at tey ong­an fakligan stoltleika hava, tí tey ikki meina tað sama sum hann. Men tað sum Jóhan Pet­ er­sen ikki hevur upplýst í al­menna kjakinum er, at hann sjálvur hevur biðið – og fingið innlit í sáttmálan mill­um Vinnumálaráðið og DONG um boring eftir olju í føroyskum sjóøki. Tað kundi verið áhugavert at vit­að, hví privatpersónurin Jó­han Petersen á Glyvrum hev­ur søkt um alment innlit í hendan sáttmálan. Var tað fyri at kunna prógva, at man fær ikki innlit í ein slíkan sátt­mála? So kundi tað eisini verið á­hug­a­vert at vitað, hví Jóhan Pet­er­sen ikki hevur sagt frá hesum, nú hann hevur verið so íðin í kjakinum. Tí hann kundi steðgað ósonnu mytunum um, at »man fær heldur ikki innlit í sátt­málar, sum Jóhan Dahl ger við oljufeløgini...« Tað sum eisini er áhugavert er, at Vágaportalurin hev­ur søkt og fingið innlit í hendan sama sáttmálan. Tað hevur Vágaportalurin held­ur einki skrivað um. Nú skulu vit ikki siga, hvønn Vág­a­port­al­ur­in renn­ ur øri­ndi fyri – tann sprun­ ing­in lata vit liggja hesaferð. Men púra greitt er, hvønn Jóhan Pet­er­sen rennur ørindi fyri. Sosialurin setti sær í gjár fyri at kanna, um tað ber til at fáa innlit í oljusáttmálarnar ella ikki. Og tað ber væl til, prógvið hava vit við einum eintaki av sát­t­mál­a­num millum Vinn­u­ mál­a­ráð­ið og Dong Energy um loyvi 018 og fylgiskjal 1 og fylgi­skjal 2 og loyvi 019 og fylgi­skjal 1 og fylgiskjal 2. Siga ósatt um duldar sáttmálar Silda- og fiskaoljan er góð fyri kroppin stóð at lesa ein­a­staðni, og fiskaolja bjarg­ar lívum. Á einum tíð­ ind­a­portali stendur at lesa, at í eini roynd at styrkja heilsuna eta danir fisk­a­ oljukapslar fyri 200 milj­ ónir krónur um árið. Og ein almennur stovnur skriv­ar á heimasíðuni, at inn­flutn­ ing­ur­in av tilfari til annan ídn­að – har fiskaolja er ein stór­ur partur – vaks frá 2011 til 2012 við næstan 300 mill­i­ónum krónum upp í 1,2 mill­i­ard. Her er rætta orðið “lýsi”, tí tað, ið verður vunnið úr fiski (t.d. sild) ella úr livur ella spiki av dýrum (t.d. hvali) nevnist lýsi – eitt sera vak­urt orð, ið er sprottið av orð­i­num ljós. Orsøkin til tað er, at áður varð hetta evnið nýtt sum ljósevni í kolum (t. e. lýsilampum). Tískil eru røttu orð­ing­ ar­nar: Silda- og fiskalýsi er gott fyri kroppin, og lýsi bjargar lívum. Í eini roynd at styrkja heilsuna eta danir lýsihylki fyri 200 milj­ónir krónur um árið. Og inn­flutn­ing­ur­in av tilfari til ann­an ídnað – har lýsi er ein stórur partur – vaks frá 2011 til 2012 við næstan 300 mill­i­ónum krónum upp í 1,2 mill­iard. Helst kemur henda á­virk­an úr donskum, t.e. av orð­i­num “fiskeolie”, men í før­oysk­um gera vit mun á, ann­a­ð­hvørt flótandi fit­ i­evni er vunnið úr fiski og øðrum djórum ella úr berj­ um ella plantum; tað fyrra nevna vit “lýsi” – men tað, ið verð­ur vunnið úr olj­u­ berj­um og ymsum øðr­um ávøkst­um, og sum vit eitt nú nýta til matgerð, nevna vit “olja”. Olja - lýsi Innlendismálaráðið hóskar betur til Fólkaflokkin... Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum