Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. septmeber 2013 · Nr. 104 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýtt báta­felags­ hús fyri fimm miljónir krónur – Tórshavnar Bátafelag hevur havt stóran týdning fyri umhvørvið í Vágsbotni, og vit ivast onga løtu í, at nýggja felagshúsið verður til gleði fyri mong, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá farið varð undir at taka gamla bátafelagshúsið undir Bryggjubakka niður Orð & myndir: Vilmund Jacobsen Mánadagin klokkan 13 varð skipað fyri móttøku undir Bryggjubakka í Havn, har Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Tórshavnar kommunu, setti fyrsta grabban í gamla felagshúsið hjá Tórshavnar Bátafelag, sum nú er rivið niður. Løtan byrjaði við kaffi og køkum á bryggjuni, og síð­ an fóru Heðin Mortensen og formaðurin í Tórshavnar Báta­felag, Kartni Olsen, upp á balkongina í báta­fe­lags­ húsinum at siga nøkur orð, áðrenn niðurtøkan av bygn­ ing­inum byrjaði. Á bryggjuni hesa løtu stóðu eisini Magnus Djur­ huus Joensen og Svend Lam­ hauge, sum arbeiða hjá RTS Contractors. Tað er Búsetur, sum hevur fingið arbeiði at taka bygningin niður, og tað er eisini Búsetur, sum skal byggja nýggja felagshúsið hjá Tórshavnar Bátafelag. Í hesum førinum hevði Búsetur biðið RTS Con­trac­ tors um at taka gamla húsið niður og beina alt tilfarið - be- tong og timbur - av vegnum. Tað vóru tó ikki menninir hjá RTS, sum settu fyrsta grabb­an í gamla felagshúsið, men borgarstjórin í Tórs­ havn­ar kommunu. Áðrenn tiltakið undir Bryggjubakka kom so langt, søgdu fyrst Kartni Olsen, formaður í Tórs-­havnar Bátafelag og Heð­in Mortensen, borgar­ stjóri, nøkur orð. Væl stuðlað Kartni Olsen segði, at felags- høl­ini undir Bryggju­bakka hava verið hugnalig, men tey eru ikki tíðarhóskandi. – Umframt at felagið er væl stuðlað við sínari bygg­ ing – í fyrsta lagi av Tórs­ havn­ar kommunu og síðan av eitt nú oljufeløgum og tryggg­ingarfelag, hevur bryggju­dansurin, sum vit hava havt her á bryggjuni, verið eitt sera gott íkast. Formaðurin fegnaðist um góða samstarvið, sum Tórs­ havnar Bátafelag hevur við býráðið og Tórshavnar havn, og hann fegnaðist um allan tann stuðul, sum felagið hev­ ur fingið. Tað er Gunnar Hoydal, sum hevur teknað snotuliga báta­felagshúsið, og tað verð­ ur Búsetur, sum kemur at taka sær av byggingini. Eftir røðuna hjá for­mann- inum í bátafelag­num, segði Kartni við Sosialin, at húsið væntandi kemur at kosta einar 5 miljónir krónur, og sambært byggiætlanini stend­ur nýggja felagshúsið lið­ugt í seinnu helvt av mars mánaði næsta ár. Hann segði eisini, at limunum í felagnum er álagt at arbeiða sjálvboðið fyri 600.000 krónur. Eftir at Kartni Olsen hevði havt sína røðu, segði Heðin Mortensen eisini nøkur orð. Hann fegnaðist um dagin og løtuna, nú gongd kemur á byggingina av nýggja fe­lags­ húsinum. – Tórshavnar Bátafelag hev­ur havt stóran týdning fyri umhvørvið í Vágsbotni, og vit ivast onga løtu í, at nýggja felagshúsið verður til gleði fyri mong. Borgarstjórin duldi ikki fyri, at virksemið hjá báta­fe­ lag­num hevur eggjað komm­ ununi til at skapa teir karmar fyri bátaumhvørvi, sum í dag eru í Vágsbotni. – Eg vil ynskja Tórshavnar Bátafelag tillukku við bygg­ ing­ini, eins og vil ynskja Bú­ setur góða eydnu við byggi­ arbeiðnum. Heðin í maskinuni Eftir at røðurnar vóru hildnar, setti Heðin Mortensen seg í stóru beltamaskinuna, og væl hjálptur av kønum fólki reiv hann fyrsta partin av bygninginum. Borgarstjórin tóktist hug­tik­in av slíkum arbeiði, tí áðr­enn hann fór úr aftur maskin­uni, hevði hann við stóra grabb­anum rivið fleiri ferðir í gamla bygningin og skrætt timbur av honum. Tað er Gunnar Hoydal, arkitektur, ið hevur teknað nýggja felagshúsið, sum Búsetur nú fer at byggja til Tórshavnar Bátafelag Kartni Olsen, formaður í Tórshavnar Bátafelag og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, siga nøkur orð av balkongini, áðrenn gamla húsið verður rivið niður Heðin Mortensen í stóru beltamaskinuni. Hann var hin fyrsti at seta grabban nakrar ferðir í gamla bátafelagshúsið Gamla bátafelagshúsið, sum hevur sína søgu undir Bryggjubakka, noyðist her á lúta fyri framtíðini