týsdagur 10. september 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. september 2013 · Nr. 104
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Súkklar fyri
krabbameins
raktum børnum
– Tá eg standi í París, vil eg hava kensluna av, at eg havi gjørt mun. Tí geri eg hetta. Soleiðis sigur 49 ára
gamli Per Kallsberg, sum saman við 34 øðrum fólkum mannar føroyska Team Rynkeby liðið, sum í juli mánaði
næsta ár skal súkkla til París. Endamálið er at savna pengar til børn við krabbameini og familjur teirra
Rannvá G. Fossaberg
Tá 35 føroyskir súkklarar og
10 hjálparar seta kós ímóti
París tann 5. juli næsta ár,
verður 49 ára gamli Per
Kallsberg við í hópinum.
Týsdagin fekk hann boðini
um, at hann er úttikin á
føroyska Team Rynkeby
liðið.
– Hetta er ein frálík av
bjóðing í allar mátar. Mær
dámar væl, at vit eru við til
at seta fokus á nakað, sum
í seinasta enda skal geva
pengar til eitt gott endamál,
og at seta sjóneykuna á
krabbamein, tað kann mann
ongantíð gera ov nógv av,
sigur Per Kallsberg, sum
ikki var seinur at senda um
sókn inn, tá møguleika var
at koma á føroyska súkklu
liðið.
– Vit eru einir 10 menn,
sum plaga at hittast til
hockey. Fyri tveimum árum
síðani byrjaðu vit at snakka
um, at nú burdu vit farið at
runnið marathon, og tað
gjørdu vit so. Síðani bleiv
tað til, at tað næsta skuldi
verða, at vit fóru at súkkla
saman. Og tá so hesin
møguleikin kom, so helt eg,
at tey hevði verið stuttligt,
um eg hevði kunnað slopp
ið við á Rynkeby liðið úr
Føroyum.
Kennir støðuna
Ein av høvuðsorsøkunum
til, at Per Kallsberg sendi
inn umsókn fyri at sleppa
á føroyska Team Rynkeby,
er, at hann kennir alt til, tá
ein familja verður rakt av
krabbameini.
– Sonur konu mína,
sum er 35 ár, hevur verið
sjúkur av blóðkrabba í tvey
ár, so hóast vit súkkla fyri
krabbameinsraktum børn
um og teirra familjum, so
kenni eg til kensluna, sum
aðrar familjur hava, tá eitt
av húsfólkunum fær stað
fest krabba og er undir við
gerð, sigur Per Kallsberg og
vísir á, hvussu trupul støða
tað er hjá eini familju at
koma í.
– Mann kennir seg so
hjálparleysan. Ofta fara før
oyingar til Danmarkar til
viðgerðar, og tey, sum hava
roynt tað, kenna til kensl
una av at sita í Føroyum,
meðan tann sjúki er í Dan
mark, greiðir Per Kallsberg
frá.
Serliga sálarliga er tað
ein trupul støða hjá eini
familju at koma í, heldur
hann.
– Tú fært jú fyri so vítt
ikki gjørt nakað. Og so følir
tú kanska, at tú fært gjørt
uppaftur minni, um tit eru í
hvør sínum landi. Tað er ein
ótrúliga trupul støða, sigur
Per Kallsberg
Kunnu gera mun
Per Kallsberg ivast ikki í,
at føroyska Team Rynkeby
kann gera ein mun.
– Eg haldi, tað er týdn
ingarmikið at varpa ljós
á krabbamein, tí tað eru
so nógvir føroyingar, sum
á ein ella annan hátt eru
raktir av sjúkuni. Tað, at
vit fara at súkkla kring
alt Føroya land teir næstu
mánaðirnar fram til juli
mánað 2014, ger vónandi, at
aðrir føroyingar eisini fara
at súkkla ella røra seg á
annan hátt, og tað hevur so
við sær, at tað kanska verða
nøkur færri, ið gerast sjúk,
sigur Per Kallsberg.
Fram til sjálvan túrin
fer súkkluliðið at skipa
fyri ymsum tiltøkum fyri
at savna pengar til føroysk
børn við krabbameini og
teirra familjur.
– Enn er ikki heilt greitt,
hvørji tiltøk talan er um,
men í øllum førum ivist eg
ikki í, at vit fara øll at gera
okkara besta fyri at fáa so
nógvar pengar til vega sum
yvirhøvur gjørligt, sigur
Per Kallsberg, sum sigur
seg vera væl fyri til teir
mongu tímarnar á súkkl
uni. Seinastu árini hevur
hann runnið fleiri ferðir
um vikuna.
– Eg havi júst runnið
marathon, so í so máta eri
eg væl fyri til hesa avbjóð
ingina. Men eg havi ongan
tíð súkklað, so frá nú av
verða rennitúrarnir ivaleyst
nógv færri, og ístaðin fari
eg túrar á súkklu, sigur Per
Kallsberg og leggur afturat,
at tað ikki verður til nakað
marathon hjá sær næsta ár.
– Frá nú av verður tað
bara súkklan. Tað er uttan
iva eisini neyðugt, um eg
skal klára at sita á eini
súkklu í átta tímar hvønn
dag í eina heila viku næsta
summar.
Ein serlig uppliving
Í næstum skal Per Kalls
berg hitta hini fólkini, ið
eisini mannað føroyska
súkkluliðið.
– Eg veit ikki serliga
nógv um tey, men onkran
kenni eg. Øll hava ymsar
førleikar, onkur eru von við
at íðka ítrótt, meðan onnur
eru minni von, men við
røttu venjingini og góðari
fyrireiking, verða vit øll
klár, tá vit um góðar níggju
mánaðir fara á súkklu til
París, sigur Per Kallsberg.
At skula súkkla tann
langa teinin til París og
sostatt vera saman nærm
ast uttan íhald í eina viku
krevur sítt, heldur Par
Kallsberg.
– Fyrst og fremst so
nyttar lítið at vera smæðin.
Eg havi fingið fortalt, at
á túrinum fara vit á vesi í
hvør sínari veit; menninir
øðrumegin vegin og kvinn
urnar hinumegin. Eisini er
neyðugt at smyrja salvu
á
endan
nakrar
ferðir
hvønn dag, og tá nyttar
ikki at brúka tíð upp á at
skula finna sær ein skúr
at goyma seg ella okkurt
tílíkt. Men tað má mann
bara taka sum tað er, sigur
Per Kallsberg, sum í næsta
mánaði skal undir fyrstu
venjingarnar saman við
hinum 34 súkklarunum.
– Fyrstu tíðina venja vit
tvær ferðir um vikuna, har
tað er súkkling og styrki
venjing á skránni. So við
og við økist mongdin av
venjingardøgum og somu
leiðis verður longdin á
súkklutúrunum økt, for
telur Per Kallsberg og leggur
afturat, at súkklurnar fáa
tey ikki fyrr enn í marts
mánaði, og tískil fer ein
stórur partur av venjingini
fram
innandurða
hesa
fyrstu tíðina.
– Styrkivenjing og spinn
ing verður nokk tað, sum
vit koma at gera mest av
fyrstu mánaðirnar, sigur
Per Kallsberg.
Sjálvur ivast hann ikki í,
at luttøkan í Team Rynkeby
fer at verða ein uppliving
fyri lívið.
– Hetta verður ein góð
og hugnalig uppliving, har
vit kunnu vera við til at
skaffa pengar til eitt heilt
serligt endamál. At seta
ljóskastaran á krabbamein
kunnu vit ongantíð gera ov
nógv av.
rannva@sosialurin.fo