týsdagur 10. september 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. septmeber 2013 · Nr. 104
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Per Eirik Hals til minnis
Hósdagin 29. August í ár
sovnaði Per Eirik burtur úr
hesum heimi. Hann hevði
verið veikur í longri tíð. Eing
in skal um sín dag ganga, og
sjeyti tvey ára gamal bleiv
Per Eirik, og er hetta ikki
høgur aldur, tá ið deyðin
pikkar uppá, og síðsta sporið
skal stíðast í hesum veraldar
heimi.
Hann var giftur við Else
beth Reines, dóttir Tominu
og Poul Reines, pápabeiggja,
úr Fuglafirði. Sostatt vóru
vit systkinabørn. Tey settu
seg niður við Grimseydvegen
155 í Rodal uttan fyri Bergen
og fingu 3 dreingir- Erland,
Thomas Paul og Alfred. Per
Eirik var lærari í Skeie skúla,
og Elsebeth var sjúkrasystir.
Býlið
Teirra heim lá uppi á eini høvd
og nart við runnavøkstur og
trægreinar, sum stóðu næst
við tey reyðdæmdu húsini.
Her var friðsælt , eins og eitt
einbýli, og einbýlið kann ikki
metast við tað, tað er vert.
Her hava Elsebeth og Per
Eirik havt manga góða og
friðsæla løtu í tí farna, har
tann kosmiski andin hevur
ávirkað sinnið og nørt um
teirra vitborna vit og skil,
sum kom mongum til góðar
á ymsan hátt.
Javnan hava tey vitjað
her á klettunum og tikið í
klinkuna hjá familju, vinum
og kenningum. Hetta var
tignarligt og kærleiksfult
soleiðis at stíga inn um gátt
og skifta orð um leyst og
fast – mentanarlig hugtøk,
skaldskap, tónleik, sang, átøk
í kristnari siðvenju, familju,
vinabond og staðfesta seg
sum ein part av einari før
oyskari
bygd,
Fuglafirði,
sum stóð hjarta teirra næst.
Hetta var høvuðsstaðurin
í einum kensluligum ráki,
sum vit onnur mugu ásanna,
at so var. Elsebeth og Per
Eirik bóru hetta innast inni
við sín barm, ta tíð tey hava
havt saman. Sigast kann,
at tey høvdu tvey býli - eitt
í Fuglafirði og eitt í Rodal.
Barnaheimið hjá Elsebeth,
um Heygar, liggur næst
kirkjuni, og undir hesum
bitum búleikaðu tey mangt
eitt summarið. Meðan tey
vóru her, so vóru tey altíð
í kirkju, og sótu tey undir
guðstænastuni
trúliga
á
fimmtfremstu bríkini mann
fólkamegin. Aloftast vóru
tey her um sumrarnar, men
onkuntíð um jóltíðir. Trý tey
seinastu árini hevur sætið
teirra á hesi brík staðið tómt
vegna sjúku.
Per Eirik var Føroya vinur
frægi, og løgið hevur tað
verið, at hesin flytifuglur
ikki hevur gingið húsanna
millum í Fuglafirði trý tey
seinastu sumrini. Hann er nú
so fluttur í ein annan bústað
og situr á eini aðrari brík í
Himnaborg.
Bergen 1985 og 2007
Mangar løtur her á landi
og í Bergen eru komnar inn
um stokk í mentanarligum
ráki teimum til heiðurs og
okkum øðrum at gagni.
Fyrstu ferð var 1985, tá
ið vit vitjaðu Bergen við
Fuglafjarðar Gentukóri og
sungu í kirkjum, skúla og á
gongugøtu. Vitjaðu Trold
haugen, heimið hjá Ninu og
Edvard Grieg, har Audun
Kayser, pianistur, leiddi okk
um kring henda edla stað
og segði frá um Edv. Grieg
og Ninu. Vitjaðu á Siljustøl,
har Harald Sæverud búði-
norskur komponistur, og úti á
Lisøen, har Ole Bull hevði sín
summarbústað. Hetta var ein
hugtakandi túrur, sum livir
sítt fríska lív í sinninum sum
ein klárur summarløkur. Blíð
og hjartalig vóru tey ímóti
okkum, og var allur hópurin
boðin inn til ein góðan bita
við Grimseydvegen hjá Else
beth og Per Eirik.
Siljustøl og Harald
Sæverud
Soleiðis var hvørja ferð, vit
vóru í Bergen og vitjaðu.
Seinast var, tá ið vit vóru við
einum bólki úr 8. flokki í 2007
úr Fuglafjarðar skúla, sum
hevði myndlist, at vit fóru
til Bergen at hyggja at list
og vitjaðu teir vælumtøktu
listaskálarnar-
Lysverket,
Rasmus
Meyers
Samling
og Stenersen Samling, sum
goyma at list líka frá 1400
til dagin í dag. Aftur hesa
ferð stukku vit inn á gólvið á
Siljustøl, men nú var eingin
Harald Sæverud . 1985 var
hann 88 ára gamal og doyði
í 1992, og helt hann tá á sinni
eina røðu fyri okkum, har
hann greiddi frá um tónleik
sín, t. d. Rondo Amoroso og
um brævasambandið, sum
hann hevði havt við William
Heinesen, sum tá var 85 ára
gamal .
Hann átti 3 synir: Steinung,
Tormud og Ketil. Hann greiddi
frá um Steinung, sum gekk á
gólvinum ein dagin og sá so
hugtungur út: “ Steinung er
du kedd af det?” Segði hann
við hann – “ Ja. Papa!” So
setti Harald Sæverud seg við
klaverið og fór undir at tónseta
Rondo Amoroso, sum tú kanst
hoyra á YouTube, og kemur tað
kensluliga væl fram, har ein
syrgin smádrongur, sonurin,
gav honum íblástur til hetta
tónleikastykkið. Við sum gávu
til Harlad Sæverud høvdu vit
bókina Filsni og Hampafólk,
um listina hjá WH. Tá ið hann
fekk hesa gávu, segði hann
um brævasambandið teirra
millum. Hetta var hugtak
andi.
Jan Henrik Kayser
Eftir hesa løtu fóru vit nið
ur í konserthølið, sum var
í húsinum, har Jan Hen
rik Kayser- føddur 1933,
pianistur, sum í eini 40 ár
arbeiddi saman við Harald
Sæverud, sum greiddi frá
um sín tónleik, og Jan Henrik
Kayser spældi klavertónleik
hansara. Henda dag spældi
hann Rondo Amoroso og
Kjempeviseslåtten, sum eru
hugtakandi
klaverstykkir
av Harald Sæverud. Við á
hesi konsert vóru Alexandur
Kristiansen,
Carolina
Matras, sonur teirra, Sámal
Kristiansen, Heðin Kambs
dal, Jógvan og Odvør á
Lakjuni og synirnir, Høgni og
Bárður, Frits Joahnnesen og
synirnir, Theodor Erling og
Jóhan og Eyðun á Lakjuni. Ì
hesum hópi, henda navn
frama dag, vóru Per Eirik og
Elsebeth , og sótu tey mitt
ímillum okkum... og saman
við tríati ungum sprundum
úr Fuglafirði.
Hetta var ein hugtakandi
løta, sum nú rennur fram í
sinnið, nú Per Eirik hevur
lagt árarnar inn. Ja, tað
kundi verið sagt um fleiri
slíkar løtur bæði her heima
og í Bergen.
Endi
Ja, eingin skal um sín dag
ganga, og hvørt spor skal
stígast. Fetini saman við Per
Eirik vóru ikki keðilig. Hann
kendi nógv fólk. Harald
Sæverud og Jan Henrik
Kayser kendi hann væl, og
Siljustøl liggur eisini í Rodal,
og var han ikki fremmandur
her. Eg nevni hesa løtu, sum
gjørdist ein varði á okkara
leið, og runnu vit mangan
aftur á hesa lívsælu stund,
sum lívgaði um sinnið. Tað
vóru mangar slíkar løtur
á ymsan hátt, sum dagliga
góvu íblástur til tilveruna ,
men kanska er tað so, at tann
vakrasti varðin í hesi gongd,
var Per Eirik sjálvur.
Friður veri við okkara
góða vini, Per Eirik Hals.
Frits Johannesen
Per Eirik og Elsebeth
Fuglafjarðar gentukór