Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. septmeber 2013 · Nr. 104 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Telefonin, hon ringdi ein dag­ in..., Men tað var ikki omma mín við Gjógv, sum í sangi­ num. Tað var ein genta ella ein ung kvinna, sum riggaði til sítt egna brúdleyp og spurdi, um eg kundi koma at skipa brúðarvísuna hendan há­tíð­ardagin. Eg komi í stóra tvístøðu, hvørja ferð eg verði biðin at skipa brúðarvísu. Føli meg kroysta upp í ein krók og veit ikki, um eg skal svara ja ella nei. Havi sagt nei nakrar tær sein­astu ferðirnar. Eri fyri ein part fegin um, at vit eiga hen­da sermerkta sið, sum eg haldi, at vit eiga at varðveita, meðan eg samstundis eri so forsyndað inn á, at tað bert er í hendinga brúdleypi, at brúðardansurin líkist nøkr­ um. Haldi ikki, at nakar biður lova sær at koma at skipa brúðarvísu. Tað eru umleið 25 ár síð­ ani, at eg skipaði brúðar­ vís­una – ta føroysku, sum J.P. Gregoriussen hevur yrkt - fyrstu ferð, men eg minn­ist ikki, hvussu ofta eg havi gjørt tað. Tær fyrstu ferðirnar bleiv eg errin um at verða biðin og gleddi meg til at fara, men tíverri er tað ikki soleiðis longur - tað er næstan ein plága. Havi við­ hvørt ynskt at mín heili - eins og teldan – hevði ein delete - ella backspaceknøtt, sum eg kundi trýst á. So kundi eg bara sagt, at eg dugi ikki brúðarvísuna longur – tað hevði verið so nógv lættari hjá mær. Og so havi eg leingi hugsað um, hví hetta man vera blivið soleiðis? Orsøkirnar eru fleiri. Eitt er, at borðhaldini sum oftast eru einar tveir tímar ov long, so stórur partur av gestunum fer lúkst avstað, tá borðhaldið er liðugt og hevur vart einar 5 -6 tímar. Tey standa og biðja brúðarparinum farvæl, so tey bæði fáa ikki komið at dansa. Sjálv standi eg og ótolnist eftir at fáa hetta frá hondini, tí eg havi bíðað meir enn ein tíma og onkuntíð tveir í mun til tíðina, sum eg avtalaði við brúðrina. Av teimum gestum, sum eru eftir, kemur umleið ein triðingur uppí, meðan hini seta seg niður at práta . At skipa brúðarvísu krevur sera stóra koncentratión - hvørja ferð - fyri at kvøða øll ørindini í rættari raðfylgju, og tað ber illa til, tá eini 100-150 fólk sita og práta rundanum. Tað ber als ikki til at samanbera hetta við upptøku á eina fløgu, sum so spælir tað sama aftur og aftur. Fleiri av teimum, sum eru uppi í ring­inum, tíma heldur ikki, men práta, meðan tey dansa, so eg fái eina kenslu av, at eg irriteri meginpartin av brúd­ leypsgestunum - tey tykjast mær at hugsa: “Hatta mjarrið aftur nú!” Eg havi varhugan av, at brúðardansur ofta stygg­ir fólk burtur frá før­ oysk­um dansi heldur enn at tey fáa hug til ganga meir í føroyskan dans. Tað er eisini ein grund til, at nú ofta sigi nei, tá eg blívi biðin at skipa brúðarvísu, tí eg eri góð við dansin og vil ikki vera við til at fáa fólk at venda honum baki. Havi einaferð upplivað, at eg mátti bara gevast mitt í brúðarvísuni og kvøða síðsta ørindi, tí eg misti burtur av larmi. Onkuntíð havi eg ivast í, um brúðarparið tímir at dansa við í sínum egna brúð­ ar­dansi og hugsi : ” Hví hava tit biðið meg koma higar.” Ella:” Hevur onkur omma sagt, at brúðardans má man hava?” Tað kemur eisini meir enn so fyri, at orkestrið, sum skal spæla til dansin aftaná, byrjar at stemma síni ljóðføri, með­an brúðardansurin gong­ ur. Hvussu skal nakar tá klára at samla sínar tankar og halda skil á 26 longum ørindum? Viðhvørt finna tey uppá at prenta ørk við brúðarvísuni ella hava uppvørpu, so ør­ ind­ini síggjast á vegginum so­hvørt, sum tey vera kvøðin. Tá gerst dansurin heilt undar­ ligur, tí fólkini liva als ikki við í dansinum, - tey lesa . Antin úr arkinum ella snara tey sær fyri at síggja á vegginum, so tað næstan kemur snúður í tey. Og tey flestu vita als ikki hvussu mann ber seg at í føroyskum dansi – duga so dánt at hava stev. Skiparin skal, sum navnið sigur, skipa. Tað merkir, at hon/hann skal kvøða nøkur orð av hvørjum ørindi sjálv/ur, uttan at onnur fólk hoyrast, tí bara tá kann skiparin stýra dansinum. Tað vita fólkini ikki, hóast allir vaksnir føroyingar áttu at vitað tað eftir mínum tykki. Hvat gera tey so? Jú, tey byrja so fegin hvørt ørindi saman við skiparanum og halda væl til standa. So eg hugsi: “Hvat eri eg komin higar til eina sunnunátt, tá øll skipa?” Skiparin eigur eisini at hava rætt til at gevast at kvøða , áðrenn øll brúðarvísan er kvøðin, um so er, at tað ikki gongur væl. Tað ber ikki til, tá ark ella uppvørpa er. Vit, sum javnan koma í góðan føroyskan dans, hava so ofta upplivað stemningin, sum kemur í, tá tey , sum dansa við, tíma at dansa, kvøða við og lurta eftir søg­ uni, sum vísan ella kvæði er um. Tað kemur næstan ikki fyri í brúðardansi longur, og tí blívur tað so møtimikið at fara at kvøða brúðarvísu. Tíðarandin er eisini blivin soleiðis, at onkur serfrøði skal taka sær av øllum, og so eiga tey alla ábyrgd. Soleiðis er tað eisini blivið við brúðardansi. Men tað er ikki gjørligt hjá einum ella tveimum fólkum at fáa góðan dans við teimum umstøðum/karmum, sum eg her havi sagt frá. Og í grund­ ini er tað ótrúligt, at ikki onkur hugsar um at spyrja skiparan, hvørjar um­støður skulu til fyri at fáa brúðar­ dansin at ganga væl. Tí havi eg ongantíð verið úti fyri enn. Skulu vit varveita brúðar­ dans við brúðarvísu, so mugu nógv fleiri taka sær ábyrgdina av at fáa hetta at bera til: læra seg at kvøða við, koma uppí dansin, lata skiparan sleppa at skipa og stýra dansinum, og ikki minst – so má klokkutíð set­ ast á, nær borðhaldið skal vera liðugt, so gestirnir ikki eru so móðir av at sita, at tey fara beint avstað aftaná borð­haldið. Og tey, sum ikki ynskja at dansa við, mugu tiga. Tað má vera eitt minsta­ krav. Eg vóni, at vit í felag kunnu venda hesi gongdini, so at bæði brúðarpar, gestir og tann, sum er komin at skipa, fáa eina glaða løtu, meðan brúðarvísan verður kvøðin – antin tey velja eina av gomlu kendu brúðarvísunum ella eina nýyrkta. Norðskála august 2013. Nakrir tankar, nú nýggj brúðarvísa er yrkt Kathrina Hansen, Eysturoyar dansifelag