Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. september 2013 · Nr. 104 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Hugtakið »snið-sjónvarp« er væl og virðiliga slitið, nú at kalla øll nýggj sjónvørp eru kløn og minimalistisk. Sniðgevararnir hava heldur ikki nakra lætta uppgávu, tí við somikið lítlum plássi til kreativa partin er trupult at bróta út úr mongdini. Við ídnaðarsniðgevanum Frank Rettenbacher á odda er kortini eydnast hjá Philips at hugsa út um rammurnar, og úrslitið er eitt heilt serstakt sjónvarp. DesignLine Endamálið við DesignLine hevur verið at skapað eitt tíðarleyst sjónvarp, sum kann nýtast í ymiskum umhvørvum. Kynstrið, sum Philips hevur framt, er at líma alt sjónvarið á bakið á eini 6mm tjúkkari plátu úr herdum glasi, og sum samstundis er fóturin til sjónvarpið. DesignLine fæst í 47 og 55 tumma stødd, og er ætlað at leggja á skák inn móti vegginum, eins og gjørt verður við stór spegl og stórar málningar. Blanka glasplátan verður alt meira gjøgnumskygd, soleiðis at sjónvarpið gongur í eitt við umhvørvið og gevur eina fatan av eini sveimandi mynd. Myndagóðska Philips hevur gjørt sítt, soleiðis at myndagóðskan stendur mát við lekru útsjóndina. 8908 nýtir eitt dýrt kant-LED LCD-panel samantvinnað við myndamotorin frá 9000-røðini, sum kom út í fjør. Og eftir okkara fatan hava tey rakt væl: 55PFL8908 gevur nevnliga eina sera góða myndagóðsku í mun til prísin. Tað fyrsta, sum tú leggur til merkis, er fjølbroytta og fylluga litendurgevingin, sum fær lív í alt sjónvarpið, uttan at talan tó verður um ovurmetting í litum. Standard mynda­stillingin riggar væl til vanligt sjónvarps­hyggjarí, men skal myndin verða púrasta neutral, skalt tú velja film-modus. Hendan er sera væl stilla av framleiðaranum, og hevur hvørki sólbrendar húðarlitir ella plastik­grønt gras. Kontrasturin er góður og væl hjálptur av ljósstyrini frá LED-kantljósinum, sum gevur sterkar myndir og enntá væl upplýstum rúmum. Her mugu vit tó eisini koma við eini ávaring. Blanka glasið kann eisini virka sum endurskin, og alt eftir ljósinum kann ein kraftig spegilseffekt tí upplivast. Hetta er beint ímóti sera matta »Moth Eye« skíggjafiltrinum, sum Philips nýtir í 9000-røðini. Og hóast blanka glasið uttan iva er eitt tilvitað val, so halda vit, at Phlips átti at umhugsa gjørt flatuna heldur mattari. Orsakað av spegilsglasinum trívist hendan útgávan hjá Philips best í einum heldur kontrolleraðum ljósumhvørvi. Her kemur Ambiligt tó til sín rætt, har litirnir verða leiddir til aftara skíggjan, soleiðis at ljósið verður býtt hampuliga væl á skíggjanum. Svartstøðið er eisini gott, tó at tað ikki er heilt í toppflokki. Skíggin verður ongan tíð kølasvartur, og tú fert altíð at síggja onkrar restir av bakljósinum, sum sæst sum smáir ljósblettir á panelinum, tá skíggin er svartur. Niðurstøða Philips brýtur út úr mongdini við einum snið-sjónvarpi, sum eisini gevur eina heilt góða myndagóðsku. 55PFL8908 riggar eins væl, tá tað er sløkt, sum tá tað er tendrað, men tað krevur hinvegin nakað av umhugsni. Spegilsblanka glasið gevur nevnliga trupul­ leikar, um sólin stavar inn í rúmið, har hugt verður. Sæð burtur frá hesum, so veitir sjón­ varpið knallandi góðar myndir og eitt ljóð, sum er væl og virðiliga góðkent. Philips hevur ikki størsta úrvalið av apps og snild-funkum, men tað hevur góðar íbindarmøguleikar og møguleika at deila innihald við berbarum eindum. At enda – men ikki minst – fæst 8908 fyri ein skilagóðan prís, tá tú hugsar um, at talan er um snið-sjónvarp. Home Entertainment: Við lekrum sniði og flottari myndagóðsku er Philips 55PDL8908 eitt tað heitasta sjónvarpið í ár Philips 55PDL8908 55" 3D LED, 1920 x 1080 4 HDMI, 3 USB 1400 Hz Perfect Motion Rate Aktivar 3D-brillur Tekstur: Audun Hage Vegl. prísur: 19.995 kr. Meting ( 1 til 6 ) ★★★★★★ + - Riggar væl og tykist cool. Neyv og neutral myndagóðska. Skíggin er spegils­ blankur. Snildar appir saknast. Ljóðinum vantar dynamik. Spegilsblank njótan