týsdagur 10. september 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. septmeber 2013 · Nr. 104
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Viðmerking til Anniku Olsen um
eldraøkið í Eysturoynni
Alfred Olsen
Løgtingslimur fyri
Sambandsflokkin
Tað er at fegnast um, at
Annika Olsen, landsstýris
kvinna í Almannamálum,
sum svar uppá áheitan mína,
nú boðar frá, at ætlanin er
at gera eitt heim til fólk við
demens í Eysturoynni og
byrja eitt dagtilhald fyri hesi
fólk í Fuglafirði í ár - og hetta
fær hon mín stuðul til at
fremja.
Bíðilistin á
eldraøkinum
Men framvegis er veruleikin
tann, at vit hava ein bíðilista
uppá 100 fólk, sum hava
tørv á at koma á røktar- og
ellisheim ella eldrasambýli,
men tíverri er onki tilboð
til øll hesi fólkini. Tað eru
heldur ongi tilboð til tey 15
fólkini, sum hava akuttan
tørv
-
samstundis
sum
Heimið á Mýrunum verður
latið aftur, gerst støðan bara
verri, og økir um tann akutta
tørvin úr 15 uppí 23 fólk.
Eldrasambýli á
Strondum
Undir verandi álvarsomu
støðu á eldraøkinum, skal
Heimið á Mýrunum sjálvandi
fram-haldandi verða opið og
veita røkt til hesi 8 búfólkini.
Harumframt skal Annika
Olsen geva Sjóvar kommunu
tilsøgn um bygging og rakst
ur
av
býlingshúsi/eldra
sambýli á Strondum, sum
kommunan hevur søkt um í
nógv ár, og sum eg havi spurt
óteljandi ferðir eftir.
Støðan er nú vorðin so
mikið álvarsom innan eldra
økið í Eysturoynni, at Ann
ika Olsen má geva hesa til
søgn til Sjóvar kommunu,
sum er klár at fara undir
projektið beinanvegin. Eg
vil mæla henni til at gera
hetta beinanvegin, tí eg
fái meg ikki at trúgva, at
Annika
Olsen
ynskir
at
yvirsíggja tann stóra tørvin
á
fleiri
røktarplássum
í
Eysturoynni.
Fyrispurningur til
Anniku Olsen
Annika Olsen sigur, at hon
vil svara fyrispurningum
um eldraøkið í Eysturoynni
við einum greiðum svari og
tí vil eg endurtaka henda
spurningin:
“Vil
landsstýriskvinnan
geva Sjóvar kommunu til
søgn um stuðul til bygging
og til rakstur av býlingshúsi/
eldrasambýli á Strondum, so
hetta arbeiðið kann byrja í
ár”?
Sjálvstýrisflokkurin fer úr samgonguni
Sjálvstýrisflokkin
Landsnevnd og lokafeløg hjá
Sjálvstýrisflokkinum
hava
í dag umrøtt støðuna, sum
flokkurin er komin í. Avgjørt
varð at siga samgongustarvið
upp.
Baklandið hjá Sjálvstýr
isflokkinum møtti væl upp
til fundin, sum varð hildin í
hølunum hjá Bátafelagnum
á Glyvrum.
Eftir ein góðan og sakligan
fund, sum vardi í einar tveir
tímar,
varð
niðurstøðan
tann, at flokkurin tekur seg
úr samgongusamstarvinum.
Hesum fer Kári P. Højggard,
floksformaður, skrivliga at
boða løgmanni frá í morgin
Í skrivi dagfest 5. septem
ber 2013 boðaði løgmaður
frá, at hann loysti lands
stýrismann Sjálvstýrisfloks
ins úr embætinum sum
landsstýrismaður.
Sjálvstýrisflokkurin skilir
ikki, at løgmaður sigur lands
stýrismanninum úr starvi,
samstundis sum hann stað
festir, at landsstýrismaðurin
einki skeivt hevur gjørt.
Soleiðis sum málið er
handfarið av samgonguni,
kann
Sjálvstýrisflokkurin
ikki halda fram við sam
gongusamstarvinum.
Niðurstøðan á fundinum
hjá Sjálvstýrisflokkinum í
dag varð tí tann, at flokkurin
sigur upp samgongusam
starvið við Sambandsflokkin,
Fólkaflokkin og Miðflokkin.
Oljumiðdepilin í Føroyum: Skálafjørðurin
Magnus Rasmussen
borgarstjóri
Runavíkar kommuna
Altjóða oljumessan “Offshore
Europe” í Aberdeen er av á
hesum sinni. Føroyar vóru
væl umboðar m.a. av vinn
ulívsfólki og politikarum
og umboð fyri Runavíkar
kommunu vóru eisini til
staðar hesar dagarnar, sum
messan var. Fyri Runavíkar
kommunu er tað av stórum
týdningi at luttaka, tí Skála
fjørðurin er oljumiðdepilin í
Føroyum og á slíkum messum
hittast nærum øll, sum ar
beiða í hesi vinnu, so nógv
er at samskifta um. Serliga
hetta at læra av royndum
hjá sonevndu oljulondum,
sum t.d. Norra og so hetta
at leggja framtíðarætlanir í
oljuhøpi.
Norðmenn
hava
gjørt
nógvar royndir í oljuvinnuni,
og eru teir fúsir at geva okk
um góð ráð, nú vit standa á
gáttini at olja verður funnin
í føroysku undirgrundini.
Nakað av tí, sum norsku
royndirnar undirstrika er
m.a.:
• Spjaðið
ikki
alt
olju
virksemið, men savnið tað
heldur á einum stað. Hetta
ger, at besta nyttan fæst
burturúr og verður ein
skilagóð íløga fyri bæði
vinnu og landið alt.
• Umráðandi er, at oljuút
gerðarhavnin, sum skal
tæna møguligum fram
tíðar oljufundum liggur
tætt við flogvøll, hevur
stórt uppland, er í fólka
ríkum øki og at stór fíggjar
lig orka er tilstaðar.
Nú gott og væl 10 ár eru
liðin, síðani fyrstu olju
boringina á føroyska
landgrunninum, so vita
vit øll, at staðsetingin fyri
oljuútgerðarhavnina bleiv
Runavík, og at tað var
vinnan sjálv, sum gjørdi
hetta valið. Orsøkirnar til
valið vóru fleiri, og kann
eg nevna nakrar:
• Skálafjørðurin er náttúru
havnin í Føroyum
• Stórt uppland er við Skála
fjørðin
• Koyrir tú ein tíma, so ert
tú á flogvøllinum
• Økið er fólkaríkt
• Á Skálafjørðinum og í
Eysturoynni allari hava
vit eitt sterkt og stak fjøl
broytt vinnu- og handils
lív,
sum
megna
allar
uppgávur, sum hava við
oljuvirksemið at gera
Hesi árini, sum borað hev
ur verið, hava vit á Skála
fjørðinum og í Eysturoynni
prógvað, at valið var rætt. Vit
hava væl og virðiliga staðið
royndina.
Runavíkar
kommuna
hevur seinastu árini fyri
reikað seg til framtíðina í
oljuhøpi, og eingin ivi skal
verða um, at oljumiðdepilin
heilt náttúrliga liggur á
Skálafjørðinum – alt annað
er eisini í andsøgn við royndir
aðrastaðir frá.