týsdagur 10. september 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 11. september 2013 · Nr. 104
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sølufólk til
Charterdeildina
Sølan av charterflúgving er eitt virkisøki hjá
Atlantic Airways, sum stendur í vøkstri. Tí leita
vit nú eftir royndum fólki til eitt nýtt sølustarv
á chartersøludeildini. Arbeiðsuppgávurnar
eru spennandi og krevjandi, og arbeiðsum-
hvørvið er dynamiskt og altjóða.
Umframt at reka føstu rutuflúgvingina hevur
Atlantic Airways eina charterdeild, sum
áhaldandi mennist og veksur í týdningi.
Á charterdeildini selja vit ferðir til flogfeløg,
umboð og privatkundar í øllum Evropa.
Um starvið
Vit leita eftir einum góðum seljara til charter-
toymið. Toymið stendur fyri søluarbeiði, ger
sáttmálar og avgreiðir leiguflúgving. Tínar
uppgávur fara í høvuðsheitinum at liggja í
sølupartinum, men tú ert partur av einum
dynamiskum toymi, sum tryggjar, at kund-
arnir altíð fáa bestu tænastuna. Tað er ein
fyrimunur, um tú hevur royndir innan hetta
starvsøkið frammanundan, og kunnleiki til
flogferðslu kann koma tær til góðar. Tað
hevur týdning, at tú ert útvend/ur, at tú
dugir at selja og virðismetir kundan. Eisini
dugir tú skandinaviskt og enskt sera væl.
Vit bjóða eitt spennandi starv við stórari
ábyrgd og nógvum avbjóðingum. Vit leggja
nógv fyri, tá kundarnir kalla á okkum, og tí
eru starvstíðirnar ikki altíð frá klokkan átta til
fimm mánadag til fríggjadag. Kundar
okkara eru ofta aðrastaðni enn í Føroyum,
so nakað av ferðing verður í sambandi við
starvið.
Ljóðar hetta spennandi, send okkum so eina
skrivliga umsókn við møguligum prógvum og
viðmælum í seinasta lagi tann
30. september 2013.
Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at
venda tær til Pætur Rasmussen, charter-
deildarleiðara, tlf. 21 37 60,
pætur@atlantic.fo, ella Georg Suðurgarð,
starvsfólkaleiðara, tlf. 21 17 28,
georg@atlantic.fo.
Umsókn skal sendast til:
Atlantic Airways,
Starvsfólkadeildin (Human Resources),
Att.: Georg Suðurgarð
Vága floghavn, 380 Sørvágur,
ella til georg@atlantic.fo.
Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at trygd, stundvísi, kundin og úrslit altíð eru í miðdepli-
num. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2012 var yvir 500
milliónir krónur. Felagið hevur í løtuni tvey flogfør av slagnum Airbus A319, tvey av slagnum British Aerospace AVRO RJ og tvær
tyrlur av slagnum BELL 412. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark, Onglandi, Íslandi, Noreg, Spania og
Italia. Harumframt er virksemið víðfevnt í øðrum londum við leiguflogførum, haðani stórur partur av inntøkunum kemur.
Tyrludeildin røkir ferðasambandið til útoyggjarnar, leiti-og bjargingartænastu og offshore tilbúgving í Norðurhøvum.